týsdagur 2. apríl 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Dagsins veljarakanning gevur á
bendingar um, at tað verður eitt
stríð millum Javnaðarflokkin og
Fólkaflokkin at vinna Tinganes – at
skipa samgongu eftir valið.
Við hesi kanning sum grundar
lag, so verður samgonguni ikki lív
lagað. Vitandi, at ein tingsessur
skjótt kann flytast, so er einki
vunnið ella tapt enn.
Kanningin ger Javnaðarflokkin
aftur til størsta flokk, tó at mun
urin er tepur til Fólkaflokkin, sum
hevur størstu framgongdina.
Sambandsflokkurin tykist ikki
vaksa eins nógv, og harvið er møg
uleikin lítil fyri, at Sambandsflokk
urin vinnur løgmanssessin. Verður
andstøðan samgonga eftir valið, so
er lítil ivi um, at løgmaðurin eitur
Jørgen Niclasen.
Skuldi
samgongan
varðveitt
meirilutan eftir valið, so er líka so
lítil ivi um, sambært kanningini, at
Aksel V. Johannesen heldur fram
sum løgmaður.
Men skuldi tað ikki gingið hjá
samgonguni, so er eisini møguleik
in, at Javnaðarflokkrin og Sam
bandsflokkurin finna saman – og
tá verður tað helst eisini lítil ivi
um, at Aksel V. Johannesen verður
løgmaður.
Tjóðveldi er dottið eitt sindur
niður ímillum í hesi kanningini. Við
19,2 prosentum og aftan fyri hinar
tríggjar flokkarnar, so er einki sum
bendir á, at Tjóðveldi heldur hesa
ferð kann koma upp á tal sum løg
mansflokkur.
Tjóðveldi er einasti av teimum
fýra stóru, sum enn ikki hevur havt
løgmann. Tann møguleikan hevði
Høgni Hoydal í 1998, men hann tók
ikki av, og lat heldur Anfinn Kalls
berg úr Fólkaflokkin sessin, hóast
Fólkaflokkurin var minni enn bæði
Tjóðveldisflokkurin og Javnaðar
flokkurin. Tað er helst einastu ferð,
at Tjóðveldisflokkinum hevur stað
ið í boði at fingið løgmann.
Glaðastur av øllum fyri kanning
ina er helst løgmaður. Tí sambært
kanningini, so vinnur Javnaðar
flokkurin alt innaftur, sum flokk
urin hevur mist síðani síðsta val.
Tað minkar ikki sum tingsessirnar,
at Sonja Jógvansdóttir vendi flokk
inum bakið, og at Kristin Michelsen
varð tveittur úr flokkinum.
Jørgen Niclasen skal sjálvandi
fegnast um at vinna tað aftur, sum
Fólkaflokkurin misti á seinasta
løgtingsvali. Í Sjálvstýri kunnu tey
sum vera man stúra, vitandi um
at laka úrslitið er úr kanning, sum
gjørd áðrenn seinasta eljustríðið
um Sjálvstýrisflokkin í Havn.
Størstan týdning hevur tó altíð
slagið um Havnina. Klára Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldi at halda so
nøkulunda fast við støðuna seinast,
so vinnur samgongan.
Hvør sær høvdu Javnaðarflokk
urin og Tjóðveldi tað sama sum
Fólkaflokkurin og Sambandsflokk
urin høvdu til samans. Tað slagið
verður eisini avgerandi hesaferð.
Slagið um Havnina verður
aftur avgerandi hesaferð
VINSTRA ELLA HØGRA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Fáa
nóg illa
naka at
liva fyri
SJÚRÐUR SKAALE
KJAK SÍÐA 19
Valde
mar Sim
onsen til
minnis
NØVN SÍÐA 12
Miljuløtur eftir
Rakel Helmsdal
í uppskoti til
Barna- og ung
dómsbókmenta
virðisløn Norður
landaráðsins
Nýggjasta barnabókin eftir
Rakel Helmsdal, Miljuløtur,
er í uppskoti til Barna- og
ungdómsbókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins. Hetta
kunngjørdi
Norðurlanda
ráðið fyri løtu síðan á árligu
barnabókamessuni Bologna
Children’s Book Fair í Bolo
gna.
Miljuløtur er eitt mynd
prýtt stuttsøgusavn til børn.
Søgurnar lata upp fyri ein
um rúmi, har vit stegða á
og uppliva heimin við eygu
num á einum barni. Í hesum
rúminum verður tað ger
andisliga, sum børn kenna
aftur, flættað saman við tað
hugfloygda og yvirnatúrliga.
Kathrina Skarðsá, ið er dansk-
føroyskur yrkismyndprýðari,
hevur
myndprýtt
bókina.
Bókadeild Føroya Lærara
felags gav bókina út í 2018.
Virðislønin verður latin í
Stockholm í oktober.
Rakel Helmsdal var í 2013
í uppskoti til somu virðisløn
fyri bókina Klandursskrímsl
og í 2018 fyri bókina Neyðars
skrímsl saman við íslendsku
Áslaug Jónsdóttur og svenska
Kalle Güettler. Í 2016 var
ungdómsskaldsøga hennara
Hon sum róði eftir ælaboga
num í uppskoti til virðisløni
na. Rakel Helmsdal var í 2018
fyri triðju ferð í uppskoti til
Astrid Lindgren Memorial
Award-virðislønina fyri rit
verk sítt.
Rakel í uppskoti til heiðursløn
So fara 3. flokkar
til Vágs til Skúla
fótbólt
Í dag 3. apríl fara 3. flokkar til
Vágs til Skúlafótbólt í Marg
høllini. Tilsamans umleið 200
næmingar úr 3. flokki leggja
leiðina til Vágs ónsdagin til
Skúlafótbólt.
Innleiðandi umførini í
kappingini nærkast nú end
anum, tí nú mangla bara
3. flokkar og síðani 1. og 2.
flokkar, sum spæla innleið
andi umfarið ónsdagin 10.
apríl.
Skúlafótbóltur er skipað
ur á tann hátt, at umframt at
kappast verður í fótbólti, so
fáa næmingarnir eisini høvi
at royna minna klatriveggin
í Marghøllini og svimja í Páls
Høll.
Stóri
finaludagurin
í
Skúlafótbólti verður tórs
dagin 2. mai.
Skúlafótbóltur
í Vági í dag