Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI 1.viðgerð av upp­skot­i­num til játt­an­ar­karmar ein greið byrjan upp á komandi val­stríð­ið Árni Gregersen Orðaskiftið um játt­an­ar­ karm­ar­nar var ein greið byrj­an upp á valstríðið til kom­andi løgtingsval. Bæði samgongan og and­ støðan nýttu høvi til av vísa, hvussu ójavnt støðan kann síggja út, alt eftir úr hvørjum horni tú sært hana. Samgongan hevur greitt fok­us á, at tað gong­ur væl í Føroyum og játt­an­ar­karm­ar­ nir av­spegla greitt tað bjart­ skygni, sum er í samgonguni. Ein hálv milljard fer at leypa av komandi ár eft­ir upp­skot­i­num hjá lands­stýr­ is­kvinn­uni við fíggjarmálum. Tá verða eisini íløgur gjørdar fyri meira enn 400 milljónir krón­ur. Tað fer at vera umleið 3,5 prosent dýrari at reka før­ oyska samfelagið næsta ár. Andstøðan sær støðuna heilt øðrvísi. Hon vísir fyrst og fremst á, at útreiðslurnar eru vaksn­ar serliga nógv. – Tað skulu breiðar herð­ ar til at bera góðartíðir, segði fram­søgu­maður Fólka­floks­ ins, Jacob Vestergaard. Bárður Nielsen, formaður Sam­bands­floksins, segði, at tað er ó­metaliga lætt at lata út­reiðsl­ur­nar vaksa, tá ið inn­tøk­ur­nar eru stórar. Tølini Andstøðan vísti eisini á, at hon ikki er heilt álvuliga við tøl­ini í uppskotinum. ­– Her er alt ov nógv reyp og politikkur og ov lít­il fak­ lig­heit, segði Bill Justinussen, Mið­flokk­urin. Bæði hann og Bárður Niel­sen vístu á, at tey tølini, sum vóru setdt at fara at leypa av í fjør eru minkaði mun­andi – við umleið 140 millj­ón­um. – Tí haldi eg ikki att að er nøkur grund til blint at trúgva tølunum í hesum upp­skot­inum, segði Bill Just­ in­uss­en. Jógvan Skorheim, Sjálv­ stýri, vísti á, at vøksturin í inn­tøk­u­num frá fiskivinnuni er steðg­að­ur – meira ella minni. Hann vísir, at meðan løn­ir­nar í almennum tæn­ ast­um er vaksin við fimm pro­sent­um, so er lønin í fiski­ vinn­uni bert vaksin við ein­ um prosenti. Javnari ssamfelag Samgongan vísti á, at sam­ fel­agið er vorðið javnari í hes­um valskeiðnum. Í 2016 varð skattalætti til lág- og miðallønt settur í verk. Hesin gav upp í 700 kr. meira at liva av hvønn mán­ að. Í húski við tveimum mið­ al­inn­tøk­um var talan um 1.400 kr. meira at liva av um mán­að­in. Samstundis varð tøku­ gjald­ið á alivinnuna hæk­kað ­og somuleiðis til­feing­is­gjald­ ið í uppisjóvarvinnuni. Á henda hátt varð skatt­ a­lætt­in fult fíggjaður, sam­ stund­is sum virðini vórðu javn­ari býtt. Í 2019 varð flati 40 prosent pen­sjóns­skatt­ur­ in umlagdur til stigvaksandi pen­sjóns­skatt úr 30 prosent upp í 40 prosent. Hetta er ein munandi skatta­lækk­ing fyri lág- og miðallønt, sigur lands­stýr­is­ kvinn­an. Hon leggur afturat, at fólka­pen­sjón­istar ­hava eisini fingið væl meira at liva av. Í fyrsta umfari við á­tøk­ um í 2016, og síðan í sam­ bandi við pen­sjóns­ný­skip­ an­ina. Samanlagt er tal­an um, at ein stakur pen­sjón­ist­ ur uttan aðra inntøku hev­ur 1.500 kr. meira at liva av um mánaðin eftir skatt í 2019 enn í 2015. Eisini fyri­tíð­ar­pen­sjón­ist­ ar hava fingið meira at liva av við átøkum í 2016 og 2017. Ein fyr­i­tíð­arpensjónistur á lægstu fyr­i­tíð­ar­pensjón hevur nú um­l­eið 2.200 kr. meira at liva av um mánaðin eftir skatt enn í 2015. Tey við miðal og hægstu fyri­tíð­a­pensjón hava umleið 1.000 kr. meira at liva av um mán­að­in eftir skatt í 2019 enn í 2015. Landsstýriskvinnan nevndi onnur ting og legði aft­ur­at: – Javnari býti av ríki­døm­ i­num styrkir samhaldsfestið, tí fleiri fáa lut í framgongdini, og hetta hevur eisini tryggj­ að, at virðini í størri mun eru kom­in í umfar og harvið hava skapt enn størri vøkst­ ur og trivnað. Orðaskiftið um játtanar­karmar er byrjanin upp á valstríðið Jacob Vestergaard, heldur, at tað skulu breiðar herðar tila t bera góðar tíðir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, eigur uppskotið til játtanarkarmar Bill Justinussen, Miðflokkurin, ivast í um eins kal trúgva øllum tølunum Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, helt at uppskotið er sminkað