týsdagur 2. apríl 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Loyvi
til
elframleiðslu
úr
vindorku
LÝSING EFTIR UMSØKJARUM TIL:
Sambært § 5 stk. 3 í løgtingslóg nr. 59
frá 7. juni 2007 um framleiðslu,
flutning og veiting av ravmagni við
seinni broytingum, verður við hesum
gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan
hevur móttikið umsókn um loyvi til
elframleiðslu úr vindorku.
Umsøkjarin hevur søkt um loyvi at
seta upp 6 vindmyllur á 3 MW
svarandi til ein samlaðan mátt á 18
MW, staðsettar á økinum við
Gellingarklett í Hoyvíkshaga í
Suðurstreymoy.
Áhugað kunnu søkja um sama loyvi,
18 MW, eftir nærri ásettum treytum, sí
niðanfyri.
Treytir fyri at kunna søkja
Tá ið søkt verður um loyvi, sambært
omanfyri nevnda, er neyðugt, at
umsøkjarin kann vísa á eitt øki (við
váttan frá jarðaeigara), har
vindmyllurnar kunnu staðsetast, og
eisini skal umsøkjarin kunna útvega
onnur neyðug loyvi, eitt nú loyvi frá
náttúrufriðingarmyndugleikum og
loyvi frá viðkomandi kommunu. Eisini
skulu umhvørvisárinsmetingar gerast
sambært § 16 í elveitingarlógini, og
hesar skulu góðkennast av
Umhvørvisstovuni.
Vindviðurskiftini á staðnum skulu
verða væl lýst, t.d. við vindmátingum
helst fyri 1 ár, ella við øðrum
upplýsingum, sum kunnu javnmetast
við vindmátingar.
Harumframt er tað ein treyt, at
viðkomandi umsøkjari kann vísa á
neyðugan tekniskan førleika og
harundir møguligar royndir innan
elveiting, og umsøkjarin skal hava
váttan frá peningastovni um tøka
fígging til ætlanina.
Umsóknarblað og nærri
upplýsingar
Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda
sær til Ara Johanneson á Orku á
Umhvørvisstovuni, at fáa
umsóknarblað og nærri kunning um
nevndu treytir og aðrar treytir fyri at
kunna søkja.
Freist at søkja
Seinasta freist at senda inn umsókn
um loyvi er 14. juni 2019 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðargøta 38,
Postboks 2048, 165 Argir