Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 2. desember 2004 17 Forlagið Leirkeri í Gøtu hevur givið út bókina "Tað hendi umborð 2", sum Svenning av Lofti hevur skrivað. Hetta er onnur bókin í røð- ini "Tað hendi um- borð". Fyrsta bókin kom út í 2002 NÝGG BÓK Frásøgurnar í bókini eru persónligar frásøgnir, og verður sagt frá nógvum grípandi hendingum, sum hava havt stóra ávirkan á hesar persónar. Eisini vísir bókin, at tað mangan er við lívinum í vága, at okkara sjófólk vinnur sær til lívs- ins uppihald. Evnið í bókini er, eins og í hini fyrru, lívs- og um- vendingarfrásøgur, og talan er um eitt tíðarskeiðið, ið røkkur frá 1914-1993. "Tað hendi umborð 2" er 192 blaðsíður og er prýdd við umleið 140 myndum. Svenning sigur m.a. í fororðunum til bókina: "Henda bókin er í takksemi ognað minninum um mín góða vin og andaliga veg- leiðara, Petur Háberg, sum a v fyrstantíð orðaði við meg um at geva út bók um hetta evnið: at menn komu umvendir heim aftur av skipi". 12 mans siga frá, hvussu teir vórðu umvendir um- borð á skipi, av teimum eru 9 á lívi. Teir eru: Niels Juel Ol- sen, Tórshavn, Dorian Pet- ersen, Tórshavn, ættaður úr Klaksvík, Petur Djurhuus, Tórshavn, ættaður úr Nes- Vági, Sámal Jákup Hansen, Klaksvík, Menning Jacob- sen, Morskranes, Jóannes Heinesen og Svenning Sør- ensen, Viðareiði, Jákup Eli- as Olsen, Hvalba, og Gul- lak Madsen, Hirtshals, ætt- aður úr Kvívík. Teir sum eru farnir: Poul Andrias Mortensen, Sør- vágur, Hans Pauli Johanne- sen og Conrad Joensen, Tórshavn. Niels Juel Olsen sigur m.a. frá síni umvending umborð á trolaranum "Beinir". Eftir at hann var komin í dýrastu neyð við- víkjandi andaligu støðu síni og hevði biðið saman við einum av manningini, Ivan Skorheim, merkti hann onga broyting og var ikki sørt vónsvikin og tunglynd- ur. Hann helt, at hann skuldi fara upp til ein ann- an trúgvandi mann umborð, Otto Johannesen, "Hann hevði bert stigið nøkur fá fet upp gjøgnum tey 30-40 trappustigini, tá ið hann kendi eina yvirnat- úrliga kraft koma yvir seg, og fekk hann beinanvegin ta sannføring, at hann var frelstur. Hann var sum eitt fok uppiá, læt kamarshurð- ina hjá Otto upp og segði: "Otto, eg eri frelstur". "Tað síggi eg " segði Otto". Jóannes Heinesen var við "Viðoynni" í 1955, tá hann kom til umvending. Hann hevði stórar trupulleikar av rúsdrekka. Hetta gjørdist honum ein stórur meinbogi, tí drykkjuskapurin øktist, sum árini gingu. Eitt kvøldi hann lá í koyggjuni, og ikki fekk sovið, kom hann í stóra sál- arneyð. Tá kom tað kenda versið í jóh. 3,16 fram fyri hann, og hann fekk frið við Gud. Sálarbyrðan, ið hevði nívt hann, varð í einum eygnabragdi tikin burtur og hitt æviga ljósið, sum er Jesus, fylti sál hansara. "Brennivínið, sum hann hevði keypt heim við sær, gjørdist honum ein slík marra at eitt kvøldi á heim- ferðini tók hann brenni- vínskassan, bar hann upp á dekkið, fór út móti lúnn- ingini við honum og tveitti hann fyri borð. Jóannes hevur ongantíð síðan smakkað rúsandi løg". Á baksíðuni á bókini skrivar Árni Joensen, skip- ari, í Oyndarfirði m.a. "Hesin partur av sigling- arsøgu okkara hevur størri týdning, enn fleiri geva sær far um, tí her er talan um andaligan og ævigan týdn- ing, har lív teirra, ið funnu henda signaða frið, varð so avgerandi broytt, at tað merkti bæði teir, hús teirra og tey, ið teir komu saman við eftir hesa hending" Aftast í bókini eru per- sóns- og skipanøvn í bók- stavarøð og keldurnar. Bókin, ið kostar 275 krónur, fæst í bókabúðunum kring landið, frá forlagnum og frá høvundanum. Svenning av Lofti við nýggjari bók Bill Justinussen So var hon aftur á skránni. Bert tvey ár eru liðin, síð- ani vísindasiðsemis- nevndin seinast varð vald, og vanliga eiga limirnir at sita í 4 ár. Hví landsstýris- mað-urin nú so brádliga hevur valt allar 7 limirnar av nýggjum og ongan av undanfarnu limunum læt sleppa at halda áfram er undrunarsamt. Framhaldið (kontinuitetur) Tá undirritaði sum lands- stýrismaður fyri tveimum árum síðani valdi nevndina, var funnist at á fleiri økj-um. Sagt varð av tingfólkum, tíðindafólkum og øðrum, sum tóku lut í orðaskiftinum, at skeivt var at skifta 4 limir út sam- stundis, tí neyðugt var við einum ávísum framhaldi fyri at tryggja viðgerðini av ymsu málunum eina høga góðsku. Tá valdi eg at lata tey 3 umboðini, sum læknaráðið peikaði á, halda fram, meðan hin 4 umboð- ini vórðu vald av nýggjum. Øll umboðini høvdu tá sitið - minnist meg rætt - í meiri enn 4 ár. Eftir míni meting varð framhaldið í arbeið- num tryggjað við at lata øll trý læknaumboðini halda fram, meðan hini 4 um- boðini vórðu vald av nýggj- um. Síðani var mín ætlan, næstu ferð limir skuldu veljast, at leggja upp til, at læknaumboðini vórðu skift út, meðan hinir limirnir hildu fram. Á tann vildu læknarnir verið skiftir út aðru hvørja ferð og hinir limirnir aðru hvørja ferð, og sostatt vildi framhaldið í arbeiðnum verið tryggjað. Men hesin landsstýrismað- urin hevur valt at skifta øll út samstundis, og sostatt er ongin nevndarlimur eftir, sum hevur innlit í tey málini, sum eru viðgjørd og eru til viðgerðar. Leik og lærd Eftir míni fatan er neyðugt í slíkum arbeiði, sum vís- indasiðsemisnevndin fæst við, at meginparturin av nevndarlimunum hevur viðkomandi akademiska útbúgving. Tað hava teir 3 læknarnir sjálvsagt, men harumframt eiga flestu av hinum umboðunum eisini at hava viðkomandi út- búgvingar fyri at kunna geva læknunum eitt hóskandi mótspæl og fyri yvirhøvur at kunna luttaka á jøvnum føti. Hesa meg- inreglu meti eg, at umsit- ingin hjá landsstýrismann- inum hevur mælt honum til at halda fast við, men tað er hann helst farin nakað lætt um. Ella hevur umsitingin broytt hugburð. At ongin av teimum 7 er løgfrøðingur, er átalu vert, tí arbeiðið í nevndini hevur mangan tungar løgfrøðiligar spurn- ingar við sær, sum kunnu vera kostnaðarmiklir at fáa viðgjørdar uttanhðsis. Tíðindafólk Fyri tveimum árum síðani fekk eg nógvar atfinningar frá fjølmiðlunum fyri mítt val av nevndarlimum. Nú hevur landsstðrismaðurin sett eitt tíðindafólk í nevnd- ina og ein varalim, so nú vænti eg, at tíðindamiðlar- nir lata mannin fáa frið. Um landsstýrismaðurin hevur havt nakrar baktank- ar við hesum valinum, kann ein bert gita um. Men eg haldi, at av øllum eru tíðindafólk tey, sum seinast eiga at fáa tilboð um nevndarsessir frá tí al- menna, tí tey vilja alt fyri eitt fáa loyalitetstrupul- leikar. Og tað veit almenni myndugleikin sera væl, og tí kann tað hesin háttur at keypa sær frið skjótt metast sum misnðtsla av sínum valdi. At tíðindafólk ikki hava eina etiska grund- reglu, sum mælir teimum frá at gerast nevndarlimir, er sjálvandi at harmast um, men onki slíkt yvirmenn- iskja finst, sum er ført fyri at bera fleiri kasjettar á sama høvdi. At valdi tíð- indamaðurin er skilamaður og væl kvalifiseraður til sessin hevur onki við málið at gera; hetta er als ikki ein persónsspurningur, men ein spurningur um megin- reglur. Tingið Nú nevndin er vald av nýggjum, verður spennandi at vita, hvussu Løgtingið fer at taka ímóti avgerðini. Løgtingið skal halda eitt vakið eyga við embætis- førsluni hjá landsstýris- monnum, og møguliga verður neyðugt at taka málið upp í tinginum, um ikki landsstðrismaðurin hevur eina skilagóða frá- greiðing um, hví fráfarna vísindasiðsemisnevndin øll sum hon er so brádliga ikki kundi brúkast meir. Vísindasiðsemis- nevndin VIÐMERKINGAR