Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. apríl 2019 · Nr. 39 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað eru Torfinn Nón og Jan Mohr, sum eiga og reka fyritøkuna Heildar­ verk í Fuglafirði. Fyritøkan hevur eitt nú grevstur, jørð-, kloakk- og betongarbeiði, timbur- og snikkaraarbeiði, og Heild­arverk projekterar og ráð­gevir. Heildarverk hevur verið høvuðs­arbeiðs­ takari í fleiri størri og smærri byggi­verk­ ætlan­um, umframt at fyri­tøkan í fleiri førum hevur tikið sær av jørð-og betongarbeiði í ymiskum verkætlanum. Fara vit nøkur fá ár aftur í tíðina, var Heild­ ar­verk høvuðs­arbeiðs­ takari, tá nýggja Vinnu­ húsið á Óðinshædd í Havn varð bygt, eins og fyritøkan gjørdi stóra betongarbeiðið, tá sam­ komuhúsið Lívdin í Hoyvík varð bygt. Tá stór útbygging varð framd á mið­náms­ skúlanum á Kambsdali nøkur fá ár herfyri, var Heildarverk eisini høvuðsarbeiðstakari í hesi byggiverkætlan. Ítróttarhúsið Seinasta byggiverkætlan, sum Heildarverk hava havt stóran leiklut í, er stóra skúlaverkætlanin, sum er í gongd í Fugla­ firði, og sum eisini er um­rødd aðrastaðni í ser­ blaðnum um Fugla­fjørð í dag. Fyritøkan fær nógv rós fyri tað arbeiði, teir her hava gjørt, og semja er um, at hesin parturin av arbeiðnum bæði hevur gingið skjótt og væl. Ein onnur verkætlan, sum eisini verður um­ rødd í serblaðnum, er bygg­ingin av nýggja ítróttar­húsinum í Fløtu­ gerði í Fuglafirði. Her hava Heildarverk og Fuglafjarðar kommu­ na undirskrivað avtalu um, at tað verður Heildar­verk sum byggir og innilokar bygn­ing­ in og ger niðastu hædd av trimum lidna til byrjanina av kapp­ingar­ árinum í fótbólti um hesa tíðina næsta ár. Letur seg gera Torfinn Nón sigur, at teir longu eru farnir í gongd í Fløtugerði, og málið hjá teimum er, at ítróttar­húsið skal standa innilokað, áðrenn næsta vetur. - Okkara partur av byggi­tíðini verður eitt ár, og tað skal ganga væl, um hetta skal eydnast. Men, vit trúgva upp á, at tað fer at bera til, og vit fara at leggja stóran dent á, at hetta skal eydnast. Hann vísir á, at um eitt ár skal ítróttarhúsið standa innilokað, og nið­ asta hæddin skal verða liðug, soleiðis at hon kann takast í nýtslu. Torfinn Nón sigur, at nýggja ítróttarhúsið verður 33 metrar langt og 11 metrar breitt. Tær báðar niðastu hæddirnar verða fullar, meðan triðja og ovasta hædd verður nakað minni. Einir 7-8 mans Heildarverk hevur eini 15 fólk í starvi, og Torfinn Nón væntar, at teir í miðal fara at brúka einar 7-8 mans í verkætlanini í Fløtu­gerði. - Onkurtíð verða fleiri, og onkuntíð verða færri – alt eftir, hvar vit eru í byggiverkætlanini, legg­ ur hann aftrat. Torfinn Nón sigur, at Heildarverk fer at hava undirveitarar í arbeiðstøkuni í Fløtu­ gerði, eitt nú til hvs, el, múraraarbeiði og máling. - Áðrenn vit byrjaðu í Fløtugerði um dagarnar, hava vit gjørt eitt sindur av kloakkarbeiði, og vit hava grivið fyri rottanga, eins og vit hava gjørt onkrar tillagingar í lendi­ num og bakkanum. ÍTRÓTTARHÚSIÐ ER INNILOKAÐ ÁÐRENN VETUR KEMUR AFTUR - Okkara partur av byggitíðini verður eitt ár, og tað skal ganga væl, um hetta skal eydnast. Men, vit trúgva upp á, at tað fer at bera til, og vit fara at leggja stóran dent á, at hetta skal eydnast, sigur Torfinn Nón hjá Heildarverk, sum longu eru í gongd í Fuglafirði Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen FUGLAFJØRÐUR Tær báðar niðastu hæddirnar í nýggja ítróttarhúsinum í Fløtugerði verða fullar, meðan triðja og ovasta hædd verður nakað minni