hósdagur 4. apríl 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Í gjár sendi Annika Olsen, borgar
stjóri í Havn út sína hugsan um,
hvussu parkeringstrupulleiakarnir í
býnum kunnu loysast.
Ein tunnilsloysn, har tunnil at parkera
bilar í verður sprongdur av Krákusteini,
niðan undir Frúutrøð, undir Steinatúni
og út undan Konradsbrekku úti móti bý
linginum í Rættará.
Hetta er ein áhugaverd loysn, sum
hevur verið umrødd áður. Hon hevur tó
ikki verið á dagsskrá, eins og hesir tank
ar borgarstjórans enn ikki eru viðgjørdir
politiskt.
Tað er ein stórur trupulleiki við park
ering í Havn. Ein trupulleiki, sum má
loysast. Tað er frálíkt við ókeypis buss
leið og góðum busssambandi. Men tað
skerst ikki burt, at verður ein loysn ikki
funnin á parkeringini í miðbýnum, so
doyr miðbýurin og so doyr handilslívið.
Ætlanin at byggja tjóðleikhús á Skála
trøð kann ikki sleppa at darva parker
ingini í býnum enn meira – heldur ikki
undir byggitíðini, um ætlanan er at fáa
varðveitt eins nógv parkeringspláss á
Skálatrøð á onkran hátt, sum tey eru í
dag.
Jú ein tunnilsloysn er dýr. Men tað
hevði verið ein praktisk loysn, sum eis
ini kundi havt annað gott í sær. So er
spurningurin, um øll verkætlanin skal
gerast í einum, ella um hon kann gerast
í stigum.
Hugsanin um, at vit kunnu ganga
turr undir býnum hevur eisini onnur
perspektiv við sær – og at fleiri upp
gongdir verða ymsa staðni í býnum.
Í øðrum stórbýum gera tey metro-
skipanir undir býnum, har fólk verða
koyrd millum býarpartarnar í tokum.
Hendan tørvin hava vit sum vera
man ikki í Føroyum og tað hevði helst
verið ein sera dýr loysn.
Men ber tað til at loysa parkerings
trupulleikarnar soleiðis, at fólk bæði
kunnu búgva, virka og ikki minst fara til
handils í miðbýnum í Havn, so er nógv
vunnið.
Tí eru øll góð hugskot um parker
ingsloysnir kærkomin – eisini hendan
tunnilsloysnin hjá borgarstjóranum.
Bara tað at merka, at parkeringstrupul
leikin verður tikin í álvara, er gott.
Parkeringsloysnin í Havn
5. APRÍL 2019
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Skrivaði, at Bjørn á Heygum hevur sagt, at
avgerðir í Sjálvstýri verða tiknar í Betesda.
Tað er skeivt og feilurin er mín.
Tað var ein annar í flokkinum, sum segði
hetta.
Halt mær til góðar, Bjørn
Vinarliga
Árni Gregersen
journalistur
Halt mær til
góðar, Bjørn
UMBERING
Les eisini blaðið
á telefonini
Takið av 70 ára
markið fyri at
arbeiða!
Síða 32
Lívið í Hestið eftir
skaðadagin í 1919
Siðsøgan síða 20-21
Falkavegur · 100 Tórshavn · tel. 35 46 80
Stórt úrval av
skrivstovuinnbúgvi
Siti/standiborð
80x160
laminat ella finér
Nú 4.295,00
VANL. 7.000,00
Til dømis:
Grafix 504251