hósdagur 4. apríl 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
24
FØROYA
MYNDAKALENDARI
FYRI 2019
– fæst kring alt landið
MENTANARSTUÐUL
VÁRIÐ 2019
Fram til 10. apríl ber til at søkja um stuðul til
mentanarlig tiltøk og verkætlanir í Runavíkar
kommunu.
Runavíkar kommuna setur á hvørjum ári pening
av til mentanarstuðul, og verður stuðulin
útlutaður um várið og um heystið. Stuðulin er
ætlaður at stuðla mentanarligum tiltøkum og
verk ætlanum í Runavíkar kommunu.
Søkt verður við oyðublaði, sum kann takast
niður á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu,
www.runavik.fo.
Freistin at søkja er 10. apríl 2019.
Send oyðublaðið saman við frágreiðing
og fíggjarætlan til runavik@runavik.fo.
Reglugerðin fyri mentanarstuðulin
sæst á www.runavik.fo
Vilt tú vera við til menna okkara sølu í Føroyum?
Verður tú spentur av at fáa flott søluúrslit og samstundis menna nýggj varandi kundasambond?
So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi í sølutoyminum.
UM STARVIÐ
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú saman við hinum í sølutoyminum hevur
ábyrgdina av søluni av okkara breiða úrvali innan nonfood. Tað verður tín
ábyrgd at tryggja, at tey mál verða nádd, sum eru sett fyri søluni á tínum øki,
og tí er tað avgerandi fyri góðum úrslitum í starvinum, at tú ert úrslitahugaður,
og at tú hevur menning og vinning fyri eyga. Tínar fremstu uppgávur verða:
• Ábyrgd av verandi kundum innan nonfood og arbeiðinum fyri at fáa
nýggjar kundar á sama øki – frá fyrstu kontakt til regluligt samstarv
• Sølu av tí breiða úrvalinum innan nonfood – frá fyrstu kontakt til regluligt
samstarv.
• Vera við til at skipa fyri tiltøkum innan marknaðarrøkt og sølutiltøkum
• Søluafturmeldingar, uppfylging og performancemátingar eru ein natúrligur
partur av starvinum
• Viðgerð av spurningum frá kundum, eisini gera tilboð og takast við
ordraviðgerð
• Kundasamband við ein fastan kundabólk
• Arbeiða við projektuppgávum og fyrisitingarligum uppgávum, ið viðkoma
deildini
• Fara á messur í Danmark
EITT SINDUR UM TEG SJÁLVA/SJÁLVAN
Tú hevur í øðrum størvum fingist við uppsøkjandi søluarbeiði og hevur tí
ognað tær breiða vitan um og royndir við at skapa góð kundaviðurskiftir og
kennir týdningin av at skapa virðir fyri kundan.
Tú ert ábyrgdarfull/ur og strukturerað/ur í tínum arbeiði og hevur alla tíðina fyri
eyga, hvussu tú kanst gerast dugnaligari. KT hevur stórt pláss í okkara uppgávu-
loysnum, og tí er tað eitt krav, at tú hevur góðan kunnleika til Microsoft Office
pakkan, eins og at tú dugir væl at seta teg inn í nýggjar skipanir.
Tú ert opin, tænastu- og handilshugað/ur. Tú setur eina æru í at geva kun-
danum ta allarbestu tænastuna og bakkar ikki fyri at taka avgerðir. Tað fellur
tær natúrligt at skapa áltitsvekjandi og góð sambond á øllum organisatoriskum
stigum, bæði innan- og uttanhýsis. Tú ert lættsint/ur, vil skapa úrslit, tú ert
røsk/raskur og áhaldandi í tínum starvi og skilir, at ábyrgdin er tín, men at tey
góðu úrslitini verða skapt í samarbeiði við onnur.
UMSÓKN
Hevur tú hug til at skapa tær eina framtíð hjá Arctic Import, so er at senda ok-
kum tína umsókn saman við CV beinavegin, ella í síðsta lagi tann 16. april 2019.
Starvsbyrjan verður 1. juni 2019 ella skjótast tilber.
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Eyðun Hansen á fartele-
fon 233667 ella við at senda teldupost til eyh@arcticimport.fo.
Arctic Import • Smiðjugerði 9 • FO-100 Tórshavn • Tel. 60 66 66
SØLUFÓLK