Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. apríl 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019 SOSIALURIN 40 30 TRÓNDUR ARGE T að verður fult umfar í landskappingini um vikuskiftið. Fyrsti dysturin verður leygarkvøldið, tá grannauppgerð verður við Løkin. NSÍ fær vitjan av Víkingi, sum er uttan landsliðsliðskiparan. Atli Gregersen fekk beinleiðis reytt kort í dystinum móti HB og verður ikki við. Sunnudagin verður granna­ upp­gerð í Gundadali millum B36 og HB. Árstalsfelagið hevur fult stigatal eftir trý umfør, meðan HB vann sín fyrsta sigur sunnu­ dagin. TB hevur longu prógvað, at liðið er til reiðar at bjóða av. Nú koma stigaleysir sunda­lags­ menn á vitjan. Hetta kann blíva ein avgerandi dystur, tí vinnur heimaliðið, so er longu langt á mál hjá EB/Streymi. Á Argjum er uppgerð millum AB og Skála. Gestirnir vunnu í farna umfari á NSÍ, og tað hevur sett Skála á før­oyska fótbóltskortið í løtuni. Fimti og seinasti dysturin er millum ÍF og KÍ. Fuglfirðingar fingu sítt fyrsta stig í farna umfari. NSÍ-Víkingur (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan: 19:00 DÓMARI: EILER RASMUSSEN Bæði NSÍ og Víkingur slikka sár­ini, eftir at hava tapt í farna um­fari. NSÍ tapti eitt sindur óvæntað 2-0 á Skála. Sermerkt við ósigrinum var, at Skála vann ruddi­liga uppiborið, meðan eyð­ kenda NSÍ-spælið ikki var at síggja. Ein orsøk er at Skála tykist væl sterkari í ár, men ein onnur orsøk er, at Petur Knudsen er skaddur. Hann hevur verið ein týð­andi spælari í fyrstu dyst­ unum. Hann var besti maðurin á vøllinum móti HB í 2. umfari, men bleiv so illa viðfarin, at hann situr uttanfyri við skaða í økslini. Tað er ikki bara í Runavík, at lyklaspælarar sita uttanfyri. Vík­ ingur er uttan Atla Gregersen, sum fekk beinleiðis reytt kort í dystinum móti HB sunnudagin. Víkingur tapti 3-1. Eisini her er sermerkt hvussu greiður ósig­ urin var. HB var væl omaná. Bæði liðini hava fýra stig í part og tað er á eini leið, men ein ósigur her kemur illa við. NSÍ er á heimavølli, men spælið hevur verið undir miðal. Víkingur er í fram­gongd, men sunnudagurin vísti at tað er langt á mál. Hetta luktar av einum javn­ leiki. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 B36-HB (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15:00 DÓMARI: ALEX TROLEIS Sunnudagin breyt Adrian Justinus­sen nøsina í dysti móti Víkingi. Hann segði eftir dystin við ÍtróttarSosialin, at hann ætlaði at spæla móti B36. Nú er nøsin ikki hovin meir og úr HB verður sagt, at ársins spælari 2018 verður tøkur til dystin móti B36. HB var sannførandi í sigri­ num á Víkingi. Spælið gekk skjótari og tað hjálpti væl, at Símun Samuelsen aftur spældi frá byrjan. Eisini kemur tað væl við, at tveir teir fremstu, Ari Mohr Olsen og Dan í Soylu, fingu mál. Í B36 er skaðalistin framvegis lang­ur, men higartil hevur tað ikki gjørt mun. B36 er einasta liðið við fullu stigatali eftir trý um­før. Tó var sigurin á Argjum eitt sindur heppin, tí seinna málið er hvørtfall rangstøða. Stóri spurningurin hjá B36 verður um Brian Jakobsen og Lukasz Cieslewicz verða tøkir at spæla. Serliga Lukasz Ciesle­ wicz hevur stóran týdning í spælinum, men hevur ikki verið fult tøkur at spæla síðani B36 spældi móti Besiktas í Europa League í fjør. Brian Jakobsen er í løtuni einasti beinleiðis áleyp­ arin í hópinum. Grannauppgerðirnar millum B36 og HB enda næstan altíð við javn­leiki. Í fjør endaðu tríggir av fýra dystum við javnleiki. Ein­ asta útfallið kom í 26. umfari, tá HB vann 3-1 á B36. SOSIALURIN TIPPAR 2-2 TB-EB/Streymur Sunnudagin klokkan: 15:00 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Við sigri á AB í fyrsta umfari og javn­leiki móti ÍF sunnudagin, hevur TB vunnið sær fýra stig í trimum teimum fyrstu umførunum. Tað er ikki so galið, tá hugsað verður um allar tær broyt­ingarnar, sum hava verið. Hesa ferð verður Veljko Vuko­vic ikki við. Hann hevur meiðsl­að sær knæið. Hópurin hjá TB hevur avbjóðingar tá tað kemur til breiddina. Nú kemur fyrsta avbjóðingin. Gestirnir eru EB/Streymur, sum higartil einki stig fingið. Tað er heldur ikki so óvæntað, tí mótstøðuliðini hava verið B36, NSÍ og KÍ. Men er tað støðan aftaná teir komandi dystirnir, so verður verri. EB/Streymur skal spæla móti TB, AB, Skála og ÍF. Higartil hevur EB/Streymur bara fingið tvey mál, meðan TB hevur skorað fýra. Her er tó vert at hava í huga, at TB hevur fingið málini móti AB og ÍF, meðan EB/ Streymur hevur fingið síni mál móti B36 og KÍ. Hetta er ein torførur dystur at meta um, tí vit hava ikki sæð EB/Streym í dysti móti einum av teimum í botn-fimm. Tí kann hesin dystin siga okkum nógv. Hartil hevur EB/Streymur ikki vunnið ein dyst síðani 17. juni í fjør. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 ÍF-KÍ Sunnudagin klokkan: 15:00 DÓMARI: LARS MULLER ÍF hevur fingið sítt fyrsta stig við javnleikinum móti TB, meðan KÍ hevur fingið eina góð­kenda byrjan upp á kapp­ ingar­árið við fimm stigum í trimum umførum. Onkur hevur hildið fyri, at hetta er ein dystur millum KÍ a og KÍ b. Hóast hetta bara er skemt, so er tað ein sannleiki í at fleiri spælarar hjá ÍF hava sín uppvøkstur í KÍ. Poul N. Mikkelsen, Gunnar Christiansen, Dávid Langgaard Ikki við: Bjarki Nielsen (leikbann, 2 gul), Jákup Pauli Breckmann (lærkrikin 1-2 vikur), Jógvan Jóannesarsson (knæið, 3-4 vikur), Hans Jákup Annfinsson (burturstaddur) Ikki við: Rói Mørk Hentze (knæskaði, 4 vikur), Símun Rógvi Hansen (langtíðarskaddur), Hannes Agnarsson (lærskaði, 4-6 vikur), Magnus Holm Jacobsen (lærkriki, 1-3 vikur), Róaldur Jakobsen (langtíðarskaddur), Hugin Samuelsen (knæskaði, 1-3 vikur), Michal Przybylski (knæskaði, 2-4 vikur), Erlendur Magnusson (langtíðarskaddur) Ivasamir: Brian Jakobsen (høvdið), Lukasz Cieslewicz (knæskaði) Ikki við: Andras Olsen (krossbandið, úti fyri árið), Jóhannes Hansen (krossbandið, mánaðir), Arnar Dam (knæið, úti í vikur), Leif Niclasen (fóturin, óvist), Niklas Kruse (fipur, 2-6 vikur) Ivasamir: Arnbjørn Hansen og Steffan Løkin Ikki við: Sebastian Pingel (knæið, 1-2 vikur), Tróndur Jensen (lærið, óvist) Ikki við: Dánjal á Lakjuni (lærkrikin, 2-4 vikur), Tóri Traðará (knæið, óvist) LIÐ TÍÐINDI B36 ÍF HB AB EB/STREYMUR ÍTRÓTTUR Upptakt 4. umfar: Hóast Adrian Justinussen breyt nøsina sunnudagin, so ætlar hann at spæla grannauppgerðina móti B36. Fjórða umfar bjóðar upp tvær uppgerðir í topp-fimm, og tvær uppgerðir í botn-fimm ÁRSINS SPÆLARI VERÐUR KLÁRUR