hósdagur 4. apríl 2019síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. APRÍL 2019
SOSIALURIN 40
32
FRANTS JENSEN
- Vit eru ein bólkur, ið
fegin vil hava, at tit taka av
70 ára fráfaringaraldurin hjá
tí almenna. Her vil eg handa
tær tað skrivið, ið vit hava sett
saman. Vit hava 126 undirskriftir,
segði Ingrid Henriksen úr Havn,
tá ið hon vegna stigtakararnar
til undirskriftainnsavnanina,
handaði undirskriftirnar í
Løgtinginum.
- Vit vóna, at tit í næstum
avtaka hetta markið við 70 ára
fráfaringaraldri, tí vit eldru vilja
sjálvi avgera, nær vit fara frá. Vit
halda ikki, at at tað eigur at vera
nakað mark yvirhøvur, sigur
Ingrid.
Vit kenna okkum
fyri mismuni
Saman við Thordis Skaalum og
Bozena Rasmussen hava tær
tikið stig til undirskriftainn
savnanina. Tær brúktu tveir
dagar, og hava staðið í FK í
Miðvági og í SMS í Havn við
listunum og spurt fólk um at
skriva undir.
- Tað er so týdningarmikið
at sleppa at arbeiða so leingi
sum møguligt, tá ið vit eru røsk,
og vit vita, at vit gera nyttu á
arbeiðsmarknaðinum. Vit eru
tað gráa gullið. Og vit vilja fegin
sjálv gera av, nær vit fara frá. Vit
kenna okkum fyri mismuni. Júst
í løtuni er einki arbeiðsloysi, men
um arbeiðsloysi hevði verið, so
høvdu vit ikki sloppið at verið
á arbeiðsmarknaðinum, sigur
Thordis Skaalum úr Sørvági.
Partur av viðgerðini
Formaðurin í rættarnevndini,
Kristin Michaelsen, var ikki í
Løgtinginum, tá ið tær komu
við undirskriftunum. Tí var tað
ístaðin Magnus Rasmussen,
næstformaður, ið tók ímóti.
- Eg takki fyri undirskriftirnar.
Tær verða tiknar við inn í
rættarnevndina og verður hetta
partur av málinum. Hetta er
eitt løgtingsmál, ið longu liggur
í rættarnevndini, sum er um at
banna mismuni og tryggja javn
viðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Eg beri tað víðari til Kristin, og
vit vilja taka hetta við í víðari
viðgerðina, segði Magnus.
Hevði skund
126 undirskriftir ljóða ikki av
so nógvum, men kvinnurnar
aftan fyri átakið eru tó vísar í,
at nógv fleiri taka undir við hesi
áheitanini.
- Vit skundaðu okkum, tí vit
vistu, at hetta málið longu var
fyri í rættarnevndini. Tí ynsktu
vit at geva rættarnevndini
undirskriftirnar nú beinanvegin,
so at tey fáa tikið tað við í við
gerðina. Men vit vita, at vit
kundu fingið nógv, nógv fleiri
undirskriftir, um vit høvdu
brúkt longri tíð. Men vit kundu
ikki bíða, tí málið er longu til við
gerðar. Tað hevur skund, segði
Thordis.
- Nú vóna vit, at vit verða inn
kallað til hoyringar, tá ið málið
kemur fyri, so at vit kunnu greiða
nærri frá okkara sjónarmiðum,
sigur Ingrid Henriksen.
- Eg havi ein mann, ið verður 71
ár í juni. Hann er í starvi hjá tí
almenna. Hann stúrdi nógv fyri
at verða uppsagdur, tá ið hann
varð 69. Hann arbeiðir enn,
men hvussu leingi hann slepp
ur, veit hann ikki, sigur Ingrid
S. Henriksen úr Havn.
Maðurin hjá Ingrid var væl
fyri og hevði hug at arbeiða
longri enn bara til 70 ára aldur.
Men tá ið hann verður 71 í
summar, veit hann ikki, hvat
hendir.
Konan vísir á, at sum reglur
nar eru, skal ein nærum biðja
um loyvi at halda fram eitt ella
tvey ár afturat. Maður hennara
hevur arbeitt í hálva tíð í nøkur
ár, men hann er enn væl fyri.
Uppsagdur men
framvegis unglingi
Nú Ingrid, Thordis og Bozena
hava savnað undirskriftir inn,
hava tær eisini tosað við fólk,
ið ynskja at arbeiða eftir 70 ára
aldur.
- Tað var millum annað ein,
ið segði, at hann kundi hugsa
sær at arbeitt kanska eini fýra
ella fimm ár afturat, men hann
slapp ikki. Hann varð koyrdur,
tá ið hann var 70 ár. Og hann
sá út sum ein unglingi. Hann
hevði verið í almennum starvi,
sigur Ingrid.
Tær vísa eisini á, at tað eru
fleiri pensjónistar, ið keða seg,
sum saktans kundu verið á
arbeiðsmarknaðinum nøkur
ár afturat.
- Tað er framvegis tørvur á
okkum, og vit hava royndirnar,
sigur Ingrid, sum sjálv er 66 ár,
men arbeiðir tó ikki í løtuni.
Elst á arbeiðsplássinum
Thordis Skaalum úr Sørvági er
70 ára gomul. Hon hevur arbeitt
á Ellisheiminum í Vágum síðani
1984, og hon arbeiðir enn.
- Eg ynski at sleppa at ar
beiða so leingi, sum eg orki. Eg
tími ikki at sita heima í sofuni,
hóast eg eisini eg eri virkin í
øðrum. Eg arbeiði umleið 10
kvøldvaktir um mánaðin, og
tað dámar mær sera væl, sigur
Ingrid.
- Eg haldi, at vit skulu sleppa
at at arbeiða, so leingi sum vit
vilja. Eg veit, at um arbeiðsloysi
hevði verið, so hevði eg sum
tann elsta helst rokið fyrst,
sigur Thordis.
Ynskja at arbeiða eisini eftir 69 ára aldur
TAKIÐ AV 70 ÁRA FRÁFARINGAR
ALDURIN HJÁ TÍ ALMENNA
126 undirskriftir vórðu mikudagin handaðar næstformanninum í
rættarnevndini, Magnusi Rasmussen. Tað eru tríggir pensjónistar, ið hava
tikið stig til undirskriftainnsavnanina, har tey heita á Løgtingið, at 70
ára gomul eisini í framtíðini skulu sleppa at arbeiða hjá tí almenna
Ingrid S. Henriksen og
Thordis Skaalum handa
Magnusi Rasmussen
undirskriftirnar
MYND: FRANTS JENSEN