mánadagur 8. apríl 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Savna teg um avrikið hjá tær og
tínum. Um tú ert misnøgdur við
avgerðirnar hjá dómaranum,
so loysir tað seg best fyri bæði
teg og liðið og fjeppararnar, at
tú heldur munn. Uttan mun til
hvussu misnøgdur tú ert.
Hetta vita fótbóltsspælarar
og venjarar og leiðarar, men
tað er ikki altíð, at spælararnir
og venjararnir í pískaða spenn
inginum hugsa um hetta.
Í gjár vóru gulu og reyðu
kortini ofta á lofti. Tað sigur, at
dómararnir ikki tíma at síggja
og hoyra, tá spælararnir geva
til kennar, at teir halda lítið um
avgerðir hjá 23. manninum.
Viðmerkjararnir hjá FM1 leyg
arkvøldið í Runavík og í Gunda
dali og á Argjum í gjár hildu ikki
altíð so nógv um avgerðirnar hjá
dómaranum. Hjá viðmerkjarum
er tollfrítt at siga tað, sum teir
halda. Tað er tað ikki hjá spælar
unum. 26 ferðir var gula kortið á
lofti í hesum umfarinum. Í flestu
førum var tað fyri at geva mis
nøgd við avgerðir hjá dómara
num til kennar, og tað bar trý
reyð kort við sær.
Støðutalvan sigur, at tað ikki
gongur soleiðis, sum tað undan
kappingarbyrjan varð roknað
við. B36 er framvegis flúgvandi,
og tað gongur strúkandi hjá
Skála. Meistararnir í HB eru
longu sjey stig frá toppinum.
Í fjør misti HB tilsaman átta
stig. Higartil í ár hevur HB mist
sjey stig. Fimm av stigunum,
sum HB misti í fjør, vóru
longu fokin, tá ið kappingin
var trý umfør gomlu. Nýggja
kappingin er fýra umfør gomul.
Skálamenn ásannaðu
at tolin trívst
AB – Skála 0-1
Í fyrra hálvleiki, tá ið tað gekk
javnt á, hevði heimaliðið lotið
undan. Eftir steðgin øtlaði
hann veðrið, og tá darvaði
nógvi vindurin báðar partar.
Hóast torførar umstøður, so
vístu gestirnir hugflog og aftur
og aftur skjótt samanspæl. Tað
vóru nógvar spentar støður,
men tá ið tað ikki eydnaðist at
fáa hol á, lúrdi frustratiónin, tá
tíðin fór at renna undan.
Á Skálabeinkinum sótu fleiri
spælarar, sum vita, hvat tað
snýr seg um, og tveir av teim
um vórðu skiftir inn og ein
blaðungur spælari. Hesin síðsti
var skjóti Andreas E. Jacobsen,
sum hevur gott fótbóltsskil.
Niels Pauli Danielsen og Janus
Svabo Samuelsen settu eisini
dám á.
Eftir horna úr høgru stútaði
Fróði Benjaminsen aftanfyri
handara stólpa og innfyri mál
ið aftur, og har eydnaðist tað
miðvallaranum Haraldi R. Høj
gaard at skora. Hetta var fyrsta
málið hjá Haraldi í fremstu røð
síðani 23. august í 2015, tá ið
hann skoraði eitt av NSÍ mál
unum í 6-0 sigrinum ímóti EB/
Streymi.
-Vit vóru ikki nóg tendraðir
í fyrra hálvleiki. Í seinna hálv
leiki lá nógvi vindurin ímóti
okkara máli, og tá høvdu teir
nógv hornaspørk. Tá vit hildu
tørn so leingi, so harmast vit
um, at tað ikki eydnaðist at
vinna eitt stig, sigur AB liðfor
maðurin Heðin Stenberg.
Skálavenjarin Eyðun Klak
stein er væl nøgdur við, at tað at
enda eydnaðist at umseta eitt
av mongu hornaspørkunum til
sigursmálið:
-Vit løgdu væl fyri og
spældu okkum til tveir stórar
møguleikar beinanvegin. Eftir
eitt korter varð tað meiri javnt,
men í seinna hálvleiki vóru vit
greitt omaná. Tað ørkymlaði
okkum
nógv,
at
tað
ikki
eydnaðist at vinna úrtøku úr
fleiri stórum møguleikum. Tí
var tað ein øgiligur lætti, tá ið
tað loksins eydnaðist. Vit hava
níggju stig eftir fýra dystir.
Hvussu langt vit fara at røkka
valdast, hvat spælararnir vilja
vísa, sigur Eyðun Klakstein.
Hetta var sum dagur og nátt
ÍF – KÍ 2-3
Eingin mundi rokna við møgu
leikanum, at tað fór at verða
spennandi í seinna hálvleiki, tá
ið teir bláu úr Klaksvík, sum fyri
fyrstu ferð í ár høvdu Kristian
Joensen í málinum, og teir reyðu
úr Fuglafirði komu á vøllin aftur
eftir hálvleikssteðgin.
KÍ var frammanfyri 3-0, og
heimaliðið hevði ikki spælt
seg til málmøguleikar. Spurn
ingurin kendist vera, hvussu
stórur KÍ sigurin fór at verða.
-Vit avráddu í steðginum,
at nú skuldu vit halda fram at
spæla skjótt og varðveita bólt
in soleiðis, sum vit høvdu gjørt
í fyrra hálvleiki, men tað eydn
aðist avgjørt ikki. Hóast teir
minkaðu tvær ferðir um mun
in, so kendu vit okkum ikki so
hóttar, men tá ið tað bara er eitt
mál á muni, so kann tað vera
so skjótt, at okkurt óvæntað
hendir, sigur Jóannes Bjartalíð,
sum skoraði síðsta KÍ málið.
Simen Sandmæl
skoraði tað fyrsta, sum
var fyrsta málið hjá honum í
landskappingini í KÍ búnanum,
og tað næsta var sjálvmál.
KÍ miðverjin Deni Pavlovic
er framvegis skaddur. Fyri viku
síðani var liðformaðurin Jákup
B. Andreasen í miðverjuni.
Hesa ferð var hann á miðvølli
num, meðan Steinbjørn Olsen
fyri fyrstu ferð røkti miðverju
plássið undir liðini á Jesper
Brinck.
Dánjal á Lakjuni minkaði
um munin eftir horna, og tað
varð heilt spennandi, tá ið
innskifti Dánial Pauli Højgaard
fimm minuttir fyri leiklok
minkaði um munin til 3-2.
-Vit vóru misnøgdir við
avrikið í fyrra hálvleiki. So
avráddu vit at fara longri fram
at stressa teir, og tað riggaði
væl. Tað hevði einki forgjørt
verið í tí, um vit vunnu eitt
stig, heldur ÍF hjálparvenjarin
Ólavur Larsen.
TB hóraði undan
TB – EB/Streymur 1-0
Fagnaðurin og lættin vóru
stórir í heimaleguni, tá ið
dómarin bríkslaði fyri síðstu
ferð í Trongisvági.
Eftir horna frá Stefan Rado
savljevic stútaði miðverjin og
liðformaðurin Poul Ingason
bóltin í kassan, tá ið eitt lítið
korter var farið. Hetta vísti seg
at vera sigursmálið.
Serliga í seinna hálvleiki,
spældi vindurin stóran leiklut.
Tá hevði EB/Streymur hann
undan, og mest sum alt gekk
fyri seg á heimahálvuni. Tað
bar nógv hornaspørk við sær.
Bólturin varð aftur og aftur
sendur dygst inn fyri málið, og
talan var um nógvar spentar
støður, men TB helt tørn.
-Tað vóru bara 22 sekund
farin, tá ið vit eftir verjukiks
høvdu heilt stóran møguleika
at skora, men bólturin varð
sendur við síðuna av málinum.
Umstøðurnar vóru ikki so
góðar í seinna hálvleiki, og vit
fegnast um sigurin. Vit eru
nøgdir við sjey stig eftir fýra
umfør, og vit vóna, at tað fer
at eydnast at fáa onkran styrk,
eitt nú at Teitur Olsen, sum
FÓTBÓLTUR
Trý reyð og 26 gul kort vórðu givin, tí spælararnir vístu
dómarunum, at teir ikki vóru nøgdir við teirra avgerðir
PRÍSURIN ER
HØGUR FYRI
AT BRÚKA SEG