Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Eftir ein harðvunnan oddasess í Betrideildini við trimum tepr­ um sigrum á lægri styrkis­mett­ um liðum, so skuldi B36 í gjár av álvara upp til styrkisroynd, tá ið grannarnir, verandi meist­ ar­arnir úr HB, vóru á mót­støðu­ hálvuni. HB, ið samanumtikið er kom­ið heldur trekt frá byrjan við tveimum javnleikum og lítið sannførandi spæli, hevði hinvegin møguleikan at veru­ liga at sparka lív í kapp­ingar­ árið við einum søtum sigri á arva­fíggindanum. Tað var kalt, tíðliga á árinum og ikki stúvað við áskoðarum, og á tann hátt vóru lunnar ikki júst lagdir undir nakra framúr grannauppgerð ímillum B36 og HB. Tað bleiv tað heldur ikki reiðiliga - serliga ikki í fyrra hálvleiki. Íðan nógv mistøk vóru í upp­spølunum hjá báðum lið­ um fyrstu góðu løtuna, og tað hevði hug at bremsa fyri tí væl­ spælda og lívliga dystinum, ið nógvir áskoðarar helst høvdu væntað sær. Tað tóktist sum B36 hevði lagt seg eftir at forkoma HB-spæli­num heilt inni í maskin­rúminum, nevniliga hjá Brynjari Hlöðverssyni og hinum HB-miðvallarunum. So skjótt bólturin fann sær veg hagar, var trýst á - ofta vann B36 bóltin og varðveitti bóltin ímillum sínar menn og fekk eina yvirvág, tó uttan at skapa teir heilt stóru møguleikarnar. Verjupartarnir stóðu stinnir. Eisini tann hjá HB, sum longu eftir fimm minuttum misti Lassa Andersen, ið mátti av vølli­num við skaða. Andreas Breimyr kom inn á miðvøllin, meðan Hørður Ask­ham varð fluttur aftur í miðverjuna. Hvørgin av teim­ um spældu ein góðan dyst. Rullistartur Tað var eins og dysturin leit­ aði eftir onkrum, ið kundi lata dystin upp - kanska eftir onkrum einstaklingi ella einum til­vildarligum máli. Og so var. Nærri nágreiniliga var tað eitt brotsspark, ið lat dystin upp. Jógvan Rói Davidsen var óhepp­in og fekk skotið bóltin upp í hondina, ið neyvan var 'upp á pláss', sum mong kalla tað. Alex Troleis stóð væl fyri og bríkslaði fyri brotssparki til B36, sum ein annar Alex, nevni­ liga Mellemgaard, setti í málið til 1-0 til B36. Hetta var eisini hálv­leiks­ støðan. Fyrsta korterið av seinna hálv­leiki var dýrt fyri HB. Fyrst økti Brian Jakobsen til 2-0 til B36, tá ið hann stríddi seg í góða støðu og prikaði bóltin inn um HB-málverjan, og so varð Dan í Soylu rikin av vølli. Talan var um tvey óneyðug gul kort - bæði frammanfyri miðjuna, bæði fyri at vera ov seinur, og so tað seinna í einari kritiskari løtu, nevniliga tveir minuttir eftir at HB var komið afturúr við tveimum málum. Tó so, so raknaði HB við eftir útvísingina. HB trýsti B36 hevur áður prógvað, at teir eru bestir í undirtali ímóti HB, og í hesum dystinum fekk HB prógvað, at teir eru júst tað sama. Tað er við at verða ein vani ímillum hesi bæði liðini, at lið­ið, ið hevur ryggin ímóti múri­num, spælir og avrikar best. Tað skuldi tó eisini eitt til­ vildarligt brotsspark til at geva HB ein rullistart. Erling Jacob­sen kom í fløkju við Pætur Petersen, og so var aftur brotsspark - hesaferð til HB. Snillingurin, Adrian Justinus­ sen, sparkaði hetta púra eir­ ind­ar­leyst og trygt í netið og mink­aði til 2-1. Brian Jakobsen hjá B36 hevði løtu frammanundan risa møgu­leika at avgera dystin og skora til 3-0, men nú var alt púra vent á høvdið: støðan var 2-1, og tað var HB, sum - í undir­ tali - hótti við at javna. B36-leikararnir gjørdist meira passivir, og samstundis sum HB-leikararnir vóru meira ágrýtnir og eyðsæð høvdu ný­ funna trúgv upp á tingini, so úrs­litaði tað seg í einum HB- trýsti tað síðsta góða korterið. HB spældi illa og skapti ov lítið fyrsta tíman, men nú hevði B36 bjóðað teimum innaftur í dystin. HB kundi tað sama havt javnað og spilt B36-dagin, men innlegg og skot manglaðu av­ gerandi dygdina til at tað kundi spyrjast meira burturúr. - Tá ið man ikki eingang vinn­ur nærdystirnar, so verð­ ur tað ringt at finna fót­bólts­ spælið fram, og vit komu faktiskt ongantíð upp undan fyrr enn vit blíva ein maður minni, segði Rasmus Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB, og segði seg vera harman um, at tað ikki eydnaðist at spæla væl frá byrjan av. Rasmus segði eisini, at B36-sigurin var uppiborin. Tað var væl skilligt, at tað lætnaði í B36-leguni, tá ið dóm­ arin bríkslaði dystin av. Teir høvdu gjørt ríkiligt til at kunna stað­festa ein tryggan sigur, men heldur gjørdist talan um ein harðvunnan 2-1-sigur. - Eg eri nøgdur við mátan vit avvístu teir uppá, men eg eri ikki ordiliga nøgdur við at vit ikki vóru meira kul og vóru rask­ari til at halda upp á bóltin, segði B36-venjarin, Jákup á Borg, eftir dystin. B36 hevur fult stigatal eftir fyrstu fýra umførini og er odda­ lið í Betrideildini, meðan HB má finna sær taktikk-talvuna fram og tekna røttu mynstrini, ið ger teir meira skapandi og í síðsta enda ber teir til sigurs, sum teir bara einaferð eru komnir í ársins fyrstu fýra royndum. Tað er, hóast trupla mót­ støðu fyrstu umførini, ikki nøkt­andi hjá einum so stinn­ um liði, og tað er greitt, at næstu vikur­nar koma at hava stór­an týdn­ing fyri hvønn veg kapp­ingar­árið hjá HB skal fara. albinus@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... B36 vinnur og vinnur: HESAFERÐ MÁTTU MEISTARARNIR BOYGGJA SEG ÁRSINS LEIKARI VIÐ MASKU Hann var ikki so lættur at kenna aftur, ársins leikari í føroyskum fótbólti 2018, Adrian Justinussen, tá ið hann í gjár spældi ímóti B36 við einari masku á andlitinum. Orsøkin er, at hann breyt nøsina í dysti ímóti Víkingi fyri góðari viku síðani, og at maskan skuldi hjálpa til at verja nøsina og halda hana upp á pláss. Meistararnir úr HB skaptu ikki nóg mikið til at hava uppiborið stig ímóti B36, sum eina løtu loyvdi HB inn aftur í dystin, men hóast alt vardi 2-1-sigur í hús og vann fjórða sigurin út av eins nógvum møguligum. HB endaði við 10 monnum, og tað, saman við tveimum brotsspørkum, var við til at seta ferð á dystin FÓTBÓLTUR