Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. apríl 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 8. apríl 2019 · Nr. 41 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Johan Troest NSÍ Benjamin Heinesen B36 Fróði Benjaminsen Skála Jann Martin Mortensen NSÍ Jóannes Bjatalíð KÍ Klæmint A . Olsen NSÍ Oddur Højgaard NSÍ Alex Mellemgaard B36 Eli Falkvard B36 Venjari: Jákup Á Borg B36 N`dende TB Tórur Thomsen NSÍ KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... At avlesa eina støðu Tað er eitt tað torførasta vit koma út fyri í ítróttinum. At avlesa eina støðu rætt. Tað finst ikki altíð eitt rætt svar. Onkuntíð er tað líka mikið hvat tú svarar, tí tað kemur altíð eitt mótsvar. Soleiðis er eisini at verða landsliðvenjari, leiðari og dómari. Enska orðafellið passar væl til - You're damned if you do, and you're damned if you don't. Eg havi hugsað um tríggjar støður, sum hava verið umtalaðar seinastu tíðina. Vit kunnu byrja við umfarinum um vikuskiftið, har Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ) og Dan í Soylu (HB) fáa hvør sítt býtt seinna gula kort. Í báðum førum er talan um ein topp-fimm dyst, har spælararnir samanlagt fáa tað, sum vit uttanfyri kalla fyri eitt bíligt reytt kort. Pól Jóhannus tveitur bóltin vekk, tó bara 2-3 metrar. Aðrir hava gjørt mangt slíkt og fáa ikki revsing. Hesa ferð kostaði tað útvísing. Dan í Soylu taklar Alex Mellemgaard og fær sítt seinna gula. Aðrir spælarar á vøllinum mundu gera minst tvífalt so nógv fríspørk. Eg havi sympati við spælarunum, tí teir venja og stríðast so nógv, men verða revsaði fyri tað minsta. Mær dámar væl hugtakið, at ein dómari skal brúka útvísingina sum absolut seinasta møguleika. Hinvegin, so haldi eg eisini tað er gott, at dómararnir halda eina linju, tá talan er um at seinka uppafturtøku av spæli. Hetta er nakað av tí ringasta við fótbólti, tá ein spælari prikar bóltin vekk, tá hitt liðið skal seta í gongd. You're damned if you do, and you're damned if you don't. Lars leyg ikki Ein onnur umstrídd støða er orrustan millum Lars Olsen, landsliðsvenjara, og Símun Joensen, viðmerkjari hjá Kringvarpinum. Eg haldi vit kunnu semjast um, at Lars ikki leyg, men helst hevði hann ikki tekkið at avlesa stemningin heima. Tað høvdu Atli Gregersen, liðskipari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari. Teir søgdu sum var, tað er ikki gott nokk at tapa móti Malta. Her haldi eg, at Lars Olsen skuldi dugað betri at tikið ábyrgd fyri tapinum og fortalt okkum tað, sum vit vildu hoyra. At hetta var ikki nóg gott, heldur enn at tosa um hvussu væl vit spældu í yvirtal móti einum av vánaligastu fótbóltstjóðunum í heiminum. Lars Olsen er landsliðsvenjari og skal sjálvandi verja sínar spælarar, sum tá skuldu aftur í eldin tríggjar dagar seinni. You're damned if you do, and you're damned if you don't. Forsetin ilskast Triði parturin er, tá forsetin í FSF fer í KVF- sendingina “Pressan”. Christian F. Andreasen gav ilt av sær og var atfinningarsamur mótvegis dekninginum hjá KVF um landsdystirnar. Hann kann sjálvandi hava eina meining, men at vænta sær positivan dekning, tá landsliðið tapur móti Malta er ov nógv av tí góða. Eg skilji tó forsetan væl, tá hann fer út at verja landsliðsvenjaran, um tú velur at skilja orðini hjá Símuni Joensen, sum at hann sigur at Lars lýgur. Tað skal ein forseti í Fótbóltssambandinum sjálvandi, men at leggja seg í miðladekningin sum heild er ikki í ordan. You're damned if you do, and you're damned if you don't. trondur@sosialurin.fo Vikuliðið: Kvinnulandsdystur: Føroyska kvinnu­lands­ liðið spældi í gjár fyrra av teimum venj­ingar­ lands­dystum móti Litava. Úrs­lit­ið bleiv 2-2, eftir at før­oyska liðið var á odda 1-0 og aftanfyri 2-1. - Hetta var eitt góðkent avrik frá okkara liði, og eg eri serliga væl nøgdur við seinna hálvleik, sigur John Petersen, A-lands­ liðs­venjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF. Føroyska kvinnu­lands­ liðið er í hesum døg­um í Kaunas í Litava, har tveir venjingardystir eru á skránni. Fyrri dyst­ur­ in varð spældur sunnu­ dagin, og úrslitið gjørdist javn­leikur 2-2, eftir at Litava var á odda 2-1 í hálv­leikinum. Tað var annars før­ oyska liðið, ið kom á odda, tá Heidi Sevdal í 9. minutti setti brotsspark í netið. Útjavnandi málið kom fýra minuttir eftir steðg­in, og aftur var tað Heidi Sevdal, ið skoraði fyri Føroyar. - Hetta er góð fyri­ reik­ing til EM-undan­ kapp­ing­ina, sum byrjar í heyst, og hetta gevur okkum eisini møguleikan at síggja fleiri spælarar á ymisk­um plássum, sigur John Petersen. Fyri føroyska liðið kom Julia Naomi Mort­en­sen á vøllin fyri fyrstu ferð. Hartil spældi Heidi Sevdal sín lands­dyst numm­ar 50. Sein­ni venj­ingar­dysturin mill­um Litava og Føroyar verður spæld­ur týsdagin. trondur@sosialurin.fo Tað endaði við javnleiki 2-2, tá føroyska kvinnulandsliðið sunnudagin spældi fyrra av tveimum venjingardystum móti Litava. Heidi Sevdal skoraði bæði tey føroysku málini Javnleikur 2-2 í Kaunas Fakta: Føroyska liðið frá byrjan sá soleiðis út: Jóna Nicolajsen, Birita B. Nielsen, Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen (liðskipari), Eyðvør Klakstein, Margunn Lindholm, Sara Samsom Lamhauge, Jacoba Langgaard og Rebekka E. Danielsen. Í seinna hálvleiki komu Katrina Akursmørk, Julia N. Mortensen, Rebekka F. Benbakoura, Sarita Maria Mittfoss og Olga Kristian Hansen á vøllin.