Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Málið um løgtingsformannin, sum varð skírd­ur at vera egoistur og psyk­o­pat­ur, tykist ikki steðga so. For­kvinnan í tingbólki Tjóð­veld­ is, sum átti orðini, var skjót at biðja for­mannin um umbering. Men so lætt skal hon ikki sleppa. Páll á Reynatúgvu vil nú hava floks­leiðsl­una at taka sær av máli­ num sam­an við for­kvinn­uni. Hann vil ikki við­gera mál­ið í ting­bólk­i­ num, tí hann metir seg vera ó­gegn­ ig­an. Hetta minnir ikki sørt um mál­ ið mill­um Tórbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal á sinni. Tað mundi end­að við, at Tórbjørn Jac­ob­sen varð koyrd­ur úr Tjóð­veld­is­flokk­i­ num. Um fólkatingsvalið ikki brád­ liga varð útskrivað ein januardag í 2005, so hevði verið verri skil í flokk­i­num. Tá bað Høgni Hoydal á floks­tingi á Hotel Hafnia um eitt time-out í stríðnum, og tað fekk hann. Tað stríðið hevði okkurt við 266b at gera – og gjørdist so hvast, at Tór­bjørn Jacobsen alment kallaði Høgna Hoydal fyri lítla Messias og legði hann undir at hava skrivað eina falska avsannan upp á nakkan á sær fyri at bjarga full­veld­is­sam­ gong­uni í 20. nov­em­ber í 2000, tá Tór­bjørn Jacobsen í Sosialinum kall­aði Anfinn Kallsberg, løgmann, ein danskan leigusvein. Tað tragiska fyri Tjóðveldi – og kom­iska fyri mótstøðufólkini – er, at boð­skap­ur­in hjá flokkinum um, at Føroyar skulu loysa úr rík­is­fel­ ags­skap­i­num í næsta valskeiði, full­komiliga druknar í ákærum og ego­ismu og psykopatar. Tað er týðuligt, at ósemja inn­ an­floks eisini er um uppskotið hjá løg­tings­for­mann­inum um at av­taka fólka­tings­sess­ir­nar. Um so ann­að stríð eisini verður drigið upp­í, og um floksleiðslan hjá Tjóð­veldi nú eisini skal taka støðu til psyko­pat- skuldsetingar, so kann alt end­a við at gerast tann beri glantr­ilei­k­ur – tað sum skuldi hvessa hug­sjón­ar­l­iga grund­støði hjá flokkinum, sum hev­ ur so stórar trupulleikar við at fáa sjálvstýrisveingin í Løg­ting­i­num at taka undir við at taka full­veldi í Føroyum. Tá løgtingsformaðurin dregur alla fam­ilju sína, eisini fólk sum far­in eru, upp í málið, so eru tað tek­in um, at hann ikki ætlar at fara still­is­liga við hurðunum eftir grovu skuld­set­ing­arnar. Páll á Reynatúgvu hevur ofta í so høg­ar um seg sjálvan sum løg­tings­ for­mann. Í hesum føri snýr tað seg ikki um tign formansins. Tað snýr seg um persónin Páll á Reyna­túgvu, sum forkvinnan í ting­bólk­i­num ikki hevur so høgar tank­ar um. Men vil hann stríðið heldur enn semj­una, so gongur tað helst sum við full­veld­is­sam­gong­u­ni, sum datt á gólvið í 2003 av ber­um per­sóns­ stríði – og so kódna end­ur­nýggj­ aðu loys­ing­a­r­hug­sjón­i­r­nar í Hovi í klandri um ego­ismu og psykopatar. Enn einaferð fyllir per­ sóns­stríð meira enn loysingin PERSÓNSSTRÍÐ KØVIR LOYSING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Falkavegur · 100 Tórshavn · tel. 35 46 80 Stórt úrval av skrivstovuinnbúgvi Siti/standiborð 80x160 laminat ella finér Nú 4.295,00 VANL. 7.000,00 Til dømis: Grafix 504251 telefon 20 59 59 Súkklur til ein OG hvønn tørv Ráðharri, sum noktar at al­ heims upp­hitign er mann­a­skapt, er nú far­in úr lands­stýrinum Grønland: Tveir lands­stýr­ is­menn í Grønlandi hava lagt frá sær efitr at­finn­ ingar. Tað skrivar grønlendska bla­ð­ið Sermitsiaq. Tað snýr seg um Nik­k­ ulaat Jeremiassen úr Siu­ mut, sum er fiskimála- og land­bún­aðarráðharri, og Aqqalu Jerimiassen úr Atta­s­sut, sum er vinnu og orkumálaráðharri. Sam­ stund­is fer flokkurin Atas­ sut úr landsstýrinum, sum tó enn hevur meiriluta, skriv­ar KNR. Harður ágangur hev­ur verið á teir báðar lands­ stýr­ismenninar sein­astu tíðina. Nikkulaat Jer­e­mi­ as­sen er átalaður fyri at hava givið mótstríðandi frá­greið­ing­ar um ov­fisk­ ing av svartkalva til fjøl­ miðl­ar­nar og politikarar. Tað førdi til, at flokk­ arnir IA, Demokratarnir og Partii Naleraq hava víst sítt misálit á teir. Aqqalu Jeramiassen kom eisini í satt ódn­ar­ veð­ur, tá hann segði við Ser­mitisiaq, at hann trýr ikki uppá, at al­heims upphitingin er mann­a­ skapt. Tá førdi eisini til misálit frá Dem­o­kratunum, IA og Partii Naleraq. Í mai í fjør skipaði Kim Kiel­sen samgongu millum Siu­mut, Partii Naleraq og Nunatta Qitornai og Atas­ sut. Longu í september vóru trupulleikar við sam­an­ haldinum, tá Partii Naleraq fór úr samgonguni. Tað var stutt fyri, at Lars Løkke Rasmussen, for­sæt­is­ráðharri, kom tl Nuuk fyri at samráðst um eina avtalu um danska leik­lut­in í verkætlanini við nýggj­um flogvøllum í Qaqortoq, Nuk og Ilulissat. /ritzau/ Tveir landsstýrismenn leggja frá sær eftir atfinningar