Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Skilji væl at fólkafloksfólk eru ørg ...tá tað er trupult er at fáa aðrar flokkar at samstarva við Fólkaflokkin. Lasse Klein Hann megnaði ikki uppgávuna um eina fiskivinnunýskipan, tá tey sjálvi sótu í samgongu og umsótu málsøkið, eina skip­ an, sum tey sjálvi høvdu sam­ tykt í 2007 skuldi fara úr gildi 1. januar 2018. Tað kann kortini tykjast løgið, tá hugsað verður um, at flokk­urin í eini 20 ár hevur sitið í samgongu, og megin­ part­in av tíðini umsitið fiski­ vinnu­mál. Fólk undrast og standa spyrj­andi, hví flokkurin við frí­ um vilja lat upp í hendurnar á Høgna, Aksel og Poul, at fremja nýskipanina á fiskivinnu­økin­ um, sum tey sjálvi høvdu sam­ tykt skuldi fara úr gildi, og nú úrslitið fyriliggur, ikki vilja kenn­ast við sítt egna barn. Hugsi eisini at øll vinnufeløgini eru ørkymlaði og standa spyrj­ andi! Eins lætt tað var hjá Fólka­flokkinum at samtykkja í 2007 at skipanini var sett úr gildi, eins lætt átti tað verði hjá teim­um at samtykt nýggja skip­an! Tað hevði komið væl við hjá øllum landsins pensjónistum, at skatturin av samhaldsfasta gjald­inum bleiv avtikin, men fólk hava torført at skilja, at Fólka­flokkurin við at avtaka skatting av samhaldsfasta ikki eisini kann vísa á, hvar tær 10 tals milliónirnar, sum upp­ skotið kostar lands- og komm­ unu­kassanum annars skulu koma frá. Ætlar hann at hækka persónsskattin, ting­lýs­ ing­argjaldið, parta­felags­skatt­ in, siga upp fólk í al­menn­um størvum, spara á pen­sjóns­øk­ in­um, spara á skúla- ella heilsu­ økinum? Tað er væl rímulig at fólka­ floksfólk fáa svar upp á slíkar spurningar. Púra beint hevur flokkurin ætlanir um at avtaka øll gjøld í sambandi við fiskivinnu­ný­ skip­anina, sum í dag gevur lands­kassanum hundraðtals milli­ónir. Men hugsi at fólka­ floks­fólk sakna hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri mistar inn­tøkur. Gott í tykkum greiðið fólkafloksfólk frá: 1. Hví tit ikki megnaðu upp­gávuna at fremja eina fiskivinnunýskipan 1. januar 2018, tá tit sjálvi høvdu samtykt at hon skuldi fara úr gildið í 2007? 2. Eisini er tað rímiligt at koma við eini frágreiðing hvar mistu inntøkurnar fyri samhaldsfasta skulu koma frá tá tit hava sam­tykt avtøkuna av skatt­ingina av samhalds­ føstu upphæddini sum pen­sjónistar fáa? 3. .... og í triðja lagi, hvar ætla tit at spara í almennu um­sitingini aftan á av­tøku av øllum gjøldum til fiskivinnuna. Ætla tit at siga fólk úr starvi, spara á almenna- og heilsu- skúla- og mentunar­øk­in­ um, ella hækka skattin á øðrum økjum, ella hava tit ætlanir um at biðja um hækk­ing av danska blokkinum? Haldi ikki at tað er meira enn rímiligt at tit koma við einari rímiligari frágreiðing, og tá hesar frágreiðingar eru komn­ ar, so hava vit onnur møgu­leika at taka støðu til støðu tykk­ara á hesum økjum, og aðr­ir flokk­ ar lættari at taka støðu til eitt møguligt samstarv við Fólka­ flokkin. KJAK Nomi Jacobsen fyrsti­ lærari í Skála skúla Hanna Jensen, lands­stýris­ kvinna, hevur sett Nomi Jacobsen í starvið sum fyrstalærara í Skála skúla frá 1. august 2019 at rokna. Nomi Jacobsen er 56 ára gomul og hevur hetta síðsta árið verið fyrstilærari í tíð­ aravmarkaðum starvi í Skála skúla. Hon tók lærara­ prógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið Dipl­ om­útbúgving í ser­náms­ frøði, skeið í leiðslu og er ávegis við Diplomútbúgving í leiðslu. Nomi Jacobsen hevur eft­ir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólka­skúl­ anum, fyrstu árini sum eina­lærari, eitt skifti sum lær­ari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Eis­ ini hevur hon verið skúla­ stjóri í Vestmanna skúla í tvey ár. Bergtórur nýggjur prestur í Hoyvík og Kaldbak Á felags kirkjuráðsfundi tann 8. apríl hava kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara presta­gjaldi innstillað Bergtór Hjelm Bjarkhamar sum kom­ andi sóknarprest teirra.  Bergtórur hevur í átta ár røkt kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoy við sæti í Hval­vík. Hetta verður so hans­ ara næsta embæti. Ætlandi verður tikið við nýggja embæt­ inum 1. august í ár, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sókn­arprestin. Suðurstreymoyar norðara prestagjald fekk í januar mán­ aði játtan til eitt embæti aftur­ at. Frammanundan er ein sókn­arprestur í presta­gjald­in­ um. Kirkjuligu myndug­leik­ar­ n­ir mettu, at neyðugt var við ein­um embæti afturat til eitt skjótt vaksandi øki, ið til­sam­ ans telur umleið 4.500 fólk. Fýra umsøkjarar vóru til kallið. Beinta nýggjur fyrstilærari í Porkeri Frá 23. apríl fáa porkeringar ein nýggjan fyrstilærara í bygd­ina, tá Beintu Gudfinns­ dótt­ir Jacobsen tekur við starv­inum. Tað boðar Menta­ mála­ráðið frá í tíðindaskrivi í dag. Upplýst verður, at Beinta er 39 ára gomul og tók lærara­ prógv í 2005. Hon hevur drúgv­ ar undirvísingarligar royndir sum lærari. Fyrsta árið ar­ beiddi hon í Argja skúla, og skúla­árini 2006/07 til 2016/17 hev­ur hon starvast sum lærari og seinasta árið sum stødd­ frøði­vegleiðari í Eiðis skúla. Beinta tók í 2017 útbúgving sum støddfrøðivegleiðari og starv­ast í dag í Tvøroyar skúla, har hon er knýtt at ser­til­boðn­ um í skúlanum, umframt at hon røkir aðrar undir­vísing­ar­ lig­ar uppgávur.