Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Gølan í Hovi tyngir enn stóra samgonguflokkin Avdúkingin um innanhýsis viðurskiftini í Tjóðveldi kemur dátt við hjá flokkinum Árni Gregersen GREINING: Tjóðveldi ætlaði, at boðskapurin eftir flokstingi í Hovi skuldi verða, at nú eru vit komin so langt at skipa før­ oyska samfelagið, at nú er bert eftir at taka seinastu fetini og fremja loysingina. Men so bleiv ikki. Í staðin fyri kom alment fram, at áralagið í flokkinum langt frá er so gott, sum floks­ leiðsl­an ynskir. Ein mikrofon, sum stóð op­ in, avdúkaði, at Annita á Fríðr­ iks­mørk, forkvinna í ting­bólk­ in­um, heldur, at Páll á Reyna­túgvu, tingformaður er “ein egoistiskur psykopatur.” Aftaná hava bæði tvey gjørt nakað av viðmerkingum til málið. Forkvinnan í ting­bólk­ in­um hevur biðið partamannin um umbering, meðan Páll á Reyna­túgvu heldur at hetta er eitt mál, sum floksleiðslan eig­ ur at taka sær av. Óheppin ? Fleiri hava víst til, at for­ kvinn­an í tingbólkinum hjá Tjóð­veldi var óheppin, tá ið henn­ara privata samrøða kom al­ment út. Sjálvandi er tað so, men hin­ vegin er hetta eisini ein greið avdúking av politikki, sum heild. Tað er kent í politikki, at folk úr øðrum flokkum eru pol­itisk mótstøðufólk, men at teir veruligu fíggindarnar finn­ur tú í egnum flokki. Hetta er ikki bert galdandi fyri tann eina flokkin, men fyri allar flokkar. Hetta er held­ur ikki eitt serligt føroyskt fyri­brigdi, men er akkutát líka nógv galdandi í øðrum lond­ um. Fyri Tjóðveldi kom hend­ ing­in í Hovi illa við. Flokkurin sit­ur í samgongu og skal gera seg til reiðar til tvey val – fólka­tingsval og løgtingsval. Høvuðsboðskapurin er, at nú skal loysingin fremjast, men hvør skal hava álit á flokk­ ­inum, tá ið viðurskiftini inn­an­ hýsis eru so fløkjaslig og lítið sameinandi. Flokkurin avger sjálvandi sjálv­ur í fyrstu atløgu, hvørjar av­leiðingarnar skulu verða, men tað kann ávirka, hvørjum veljararnir seta krossin við. Formaður floksins hevur ikki sagt eitt orð higartil og er ikki at fáa fatur á. Hann plagdi annars ofta at taka til: - Ímyndi tykkum um hetta var hent í Danmark, hvat halda tit so avleiðingarnar høvdu verið? Ein mynd, sum hóskandi kann verða brúkt nú. Hendingin í Hovi vísir eisini munin á teimum báðum størru samgonguflokkunum í løtuni.. Javnaðarflokkurin hevur reinsað út og landsfundurin í Havn við nógvum lógva­brest­ um var mest at javnmeta við eitt Halleluja-møti, meðani óhepni boðskapurin úr Hovi av­dúkar ráu viðurskiftini í hin­um flokkinum. Fleiri siga, at útsøgnin um “egoistiska psykopatin” er ikki nógv øðrvísi, enn tað, sum verður brúkt millum manna. Tað kann eisini gott vera, men tað sømir seg ikki fyri okkara fólka­valdu at brúka slíkar orð­ ing­ar – serliga eisini tá ið tað er um persónar heldur enn við per­són­ar. Øll við áhuga fyri føroysk­ um politikki bíða í spenningi eftir, hvørjar avleiðingar hend­ ingin í Hovi fær.Ger floks­ leiðsl­an nakað við málið ella royn­ir hon bert at tiga tað burt­ur, sum onkur framstandi lim­ur í flokkinum hevur mælt til. Sum nevnt, so er hetta í fyrsta umfari eitt inanhýsis problem, men tað kann eisini fáa avleiðingar til eitt val, har alt bendir á at kappingin um at­kvøðurnar bæði verður tøtt og hørð. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Páll á Reynatúgvu, tingformaður. Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í tinbólki Tjóðveldsins.