Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Landsfelag Pensjónista Aðalfundur verður leygardagin 27. apríl 2019 kl. 13.00 á Hotel Hafnia, Áarvegur 4, Tórshavn Skrá sambært viðtøkum felagsins Uppskot til nevndarvalevni og onnur uppskot skulu vera landsfelagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi 13. apríl 2019. NEVNDIN Landsfelag Pensjónista, Løkjatún 1, 160 Argir, tlf. 219394 Teldupost: lp@mail.fo , heimasíða www.eldri.fo Frá Náttúrulundini við Streymin Boðað verður til aðalfund hjá Náttúrulundini við Streymin, mikudagin 24. apríl 2019 kl. 20.00 í Eydnuni á Oyrarbakka. Skrá sambart viðtøkum felagsins. NÁTTÚRULUNDIN VIÐ STREYMIN Roknskaparfólk við ábyrgd fyri lønum Runavíkar kommuna søkir eftir álítandi og dugnaligum starvsfólki við høvuðsábyrgd fyri lønarviðurskiftum at starvast á Roknskapardeildini fulla tíð. Høvuðsverkevni: • Lønaravgreiðsla • Samskifti við løntakarar um lønarviðurskifti • Kreditorbókhald • Samskifti við veitarar o.o. um gjalds- og roknskaparviðurskifti • Samskifti við samstarvsfelagar um bókhaldsviðurskift • Handfaring av rokningum, sum í vaksandi mun gerast talgildar Førleikakrøv • Skrivstovu- ella aðra viðkomandi útbúgving • Góðan kunnleika til og royndir við lønaravgreiðslu • Góðan kunnleika til og royndir við bókhaldi • Munnligan og skrivligan málførleika í føroyskum, donskum • Góðan telduførleika Tað er ein stórur fyrimunur at kenna hesi forrit: • LøttLøn - ella aðra lønarskipan • TotalView (tíðarskráseting) • Navision - ella annað roknskaparforrit • Readsoft (skipan at handfara talgildar rokningar) • eVáttan (rokningar-váttanarskipan, atknýtt Navision) Vit sóknast eftir starvsfólki, sum • er opið, fyrikomandi, sjálvstøðugt og tekur ábyrgd • leggur alstóran dent á neyvleika og at halda tíðarfreistir • hevur evni til skjótt at seta seg inn í nýggj viðurskifti • hevur góða talfatan/-førleikar • evnar at virka við í roknskapartoyminum Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið ella avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til fíggjarleiðaran á telefon 23 70 30. Søk starvið umvegis leinkið: www.runavik.fo/Leys størv. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. apríl 2019. Hesi talgildu skjøl skulu verða viðfest umsóknini (pdf, mynd e.t.): CV, mynd, prógv og møgulig onnur viðkomandi skjøl sum viðmæli o.t. Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum, og her búgva uml. 4.060 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á lønarlistanum eru eini 240 fólk, sum svarar til uml. 180 ársverk. Kommunufyristingin er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss við 15 starvsfólkum, harav 3 arbeiða á Roknskapardeildini. Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaða mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma Hensia Jacobsen, Syðrugøtu andaðist. Vit takka starvsfólki á Gøtubrá, sum tóku sær so væl av henni og okkum, sum komu á gátt. Vit takka presti, kirkjutænarum, gravarum, sangarum og tí stóra eftirkomarakórinum. Takk til tykkum mongu, sum møttu upp til løtuna í kapellinum og til jarðarferðina. Takk tit øll, sum hjálptu so væl til við ervinum. Somuleiðis takka vit tykkum, sum lótu blómur, kransar og minnisgávu til nýggja missiónshúsið og Gøtu kirkju. Familjunnar vegna Bergtóra, Jórun, Jákup, Zakaris, Michael, Ingrid, Elin og Bjarta Tøkk John Bunyan Midjord *18.oktober 1932 +18. februar 2019 Takk fyri sýnda samkenslu tá kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur og kransar og takk til tykkum øll, sum vístu okkum samkenslu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri vøkru orðini í kapellinum og í kirkjuni og takk til Svein í Prestgarði fyri vakrar sangir í kirkjuni, Takk fyri minnisgávu til Sambýlið og takk til tykkum á Sambýlinum fyri tað tit vóru fyri hann. Familjurnar vegna Marlena, Símun, Gudný, Beinta og Niels Petur við familju. Ársaðalfundur Ársaðalfundur verður í Framtíðini ónsdagin 17. apríl kl 19. Skrá sambært lógum felagins. Arbeiðsmannafelagið Framtíðin