Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 Vilmund Jacobsen Seinasta fríggjadag vitj­ aði Sosialurin í Suður­oy, og her vóru vit kring um í oynni. Málið hjá okkum er at røkka oynna breiðari, og ætlanin er eisini at vitja í Suðuroy við jøvnum millum­bili. Túrurin hesaferð var lutfals­liga stuttur, og júst henda dagin sótu kom­ munurnar í Suðuroy á fundi á Hamragarði í Vági við landsins myndug­leik­ ar um fígging av eldra­ økinum í oynni. Á vitjanini hesaferð vóru vit inni á gólvinum hjá nøkrum fyritøkum, sum virka í Suðuroy, og aðrar hava vit skift orð við um telefonina. Tað er hugaligt at síggja, at tað grør um gang­andi fót í Suðuroy – heilt frá tí yngsta til hin elsta. Arbeiði er til flestu hendur, og tað gleðir mangan, at Suður­ oyggin í dag bæði eig­ur lut í uppsjóvar-og alitil­ feinginum, sum skapar arbeiði og skattainntøkur í oynni. vilmund@sosialurin.fo Tað er hugaligt at síggja, at tað grør um gangandi fót í Suðuroy – heilt frá tí yngsta til hin elsta SUÐUROY Á FERÐ Í SUÐUROY