Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-09, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Ein góður svøvnur gevur tær betri vælveru, og hetta er nakað, vit eiga at leggja okkum í geyma, tá havt verður í huga, at vit í umleið ein triðing av lívinum liggja í einari song. Sagt verður, at tað týdn­ingarmesta í sovi­ kamari­num er madras­ san. Tað er hon, tú kvøld eftir kvøld leggur til væl til rættis á – í vónini um ein langan og góðan svøvn, soleiðis at tú frísk/-ur og væl hvíld/- ur kanst vakna aftur til nýggja dag. Fantastisk song By KARMA er ein fantast­ isk song, og madrass­ urnar fáast í fleiri ymisk­um sløgum og prís­ flokk­um. By KARMA er ikki bara ein snøgg song. Hon er júst tað, tú hevur brúk fyri, soleiðis at tú fært neyðuga svøvnin og hvíld­ina. Nýggja seingin á føroyska marknaðinum er donsk, og hon hevur fingið sera góðar aftur­ meld­ingar, eisini í Før­ oyum. Tað eru fá ár, síðan Colorama-handilin í Saltangará fór at selja By KARMA, og mið­skeiðis í fjør fór eisini Colorama- handilin á Tvøroyri at selja somu song. Nýggj seingjardeild Rene Christensen, sum eig­ur og rekur Colorama- handilin á Tvør­oyri, hevur gjørt ovastu hædd í bygninginum beint yvir av Hotel Tvøroyri til eina snøgga seingjardeild burt­ur­av. Her standa fleiri sengur av merki­num By KARMA, sum eru verdar at síggja og royna. - Leveringstíðin er fýra vikur, og vit hava ókeypis útkoyr­ing í Suðuroy, sigur Rene Christen­sen um By KARMA sengur­ nar, sum hava sín upp­ runa í Kold­ing í Danmark. vilmund@sosialurin.fo COLORAMA Á TVØROYRI NÚ VIÐ BY KARMA-SENGRUM Ovasta hæddin í Colorama-handlinum á Tvøroyri er nú ein snøgg seingjardeild, sum avgjørt er eina vitjan verd SUÐUROY