týsdagur 9. apríl 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. apríl 2019 · Nr. 42
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað er Finn Olsen, sum
eigur Hotel Bakkan í
Vági. Aftrat sær hevur
hann Ingun Poulsen, og
tá nógv er at gera, hevur
hon tvær kvinnur at
hjálpa sær.
Seinasta fríggjadag, tá
Sosialurin vitjaði í Vági,
vóru tær allar tríggjar
til arbeiðis. Døgurðin var
júst liðugur, og tær fing
ust við at rudda tað sein
asta av.
Vit fingu eitt hugnaligt
prát aftur við góðum
kaffimunni, og meðan
vit steðgaðu, var eisini
høvi at síggja hugnaligu
kømrini í ovaru hæddini
á hotellinum.
- Her hava vit níggju
kømur, sum vit leiga út,
harav fýra hava brúsu
inni á kamarinum. Men,
beint uttan fyri kamars
hurðina á gongini eru
eisini brúsur. So, tað er
bara eitt hanagleiv úr
kømrunum við ongari
brúsu og út í brúsuna
á gongini, sigur Ingun
Poulsen.
Eingin svangur
Fólk, sum leiga seg inn
á Hotel Bakkan, fáa
morgunmat, og tey fáa
eisini nátturða, um tey
ynskja tað.
- Tey, sum búgva her,
kunnu altíð fáa at eta, og
tey fáa gott at eta. Her
nýtist ongum at ganga
svangur ella tystur, sigur
hon brosandi.
Ingun Poulsen vísir
á, at Hotel Bakkin eisini
leigar eini stór sethús
í Vági. Her búgva ofta
ítróttarfólk, sum koma
suður, og onkuntíð hava
verið upp í eini 20-24 fólk
í húsinum.
Tað er ikki grundar
lag fyri at hava mat
stovuna
opna
vanlig
gerandiskvøld, men bæði
fríggjakvøld, leygarkvøld
og sunnukvøld kunnu
fólk keypa fleiri sløg av
pizza,
høsnarunga
og
kips, fisk og kips, durum,
og eisini hava tey eina
burgara-menu
í
viku
skiftinum.
- Vanliga lata vit upp
klokkan 17 í vikuskifti
num, og tá er vanliga opið
til klokkan 22, um fólk
eru so leingi, sigur hon.
Umtóktur búffur
Á Hotel Bakkanum hava
tey døgurða hvønn dag,
eisini í vikuskiftinum,
tá vanligt er, at serliga
ítróttarfólk koma inn á
gólvið at fáa sær ein bita.
- Vit bjóða ymiskan
døgurðamat. Í dag høvdu
vit frikadellur, rákost og
epli, og í gjár høvdu vit
svínasteik.
Ingun Poulsen vísir
á, at um vikuskiftið, tá
roknast kann við ítróttar
fólki, plaga tey eitt nú at
hava
høsnarunga
ella
grýturætt, sum teimum
ungu plagar at dáma.
- Men tað, sum vit ser
liga eru kend fyri her á
hotellinum, er okkara
frálíki enski búffur, sum
vit fáa nógvar og góðar
afturmeldingar um – ja,
eg trúgvi neyvan, at betri
búffur fæst í øllum Før
oyum enn búffurin, sum
vit hava í Vági, sigur hon
brosandi.
Hon vísir á, at fólk, sum
koma á Hotel Bakkan at
eta, altíð kunnu bíleggja
sær enskan búff við
fløtaeplum, bátaeplum og
lekrari piparsós – eisini,
um onnur matarskrá er
júst henda dagin.
-
Fólk
eru
eisini
vælkomin
at
ringja
frammanundan, so tey
sleppa undan at bíða ein
hálvan tíma eftir frálíka
enska búffinum, sigur
Ingun Poulsen.
vilmund@sosialurin.fo
TÚ KANST GISTA OG ETA Á
HOTEL BAKKANUM Í VÁGI
- Tey, sum búgva her, kunnu altíð fáa at eta, og tey fáa gott at
eta. Her nýtist ongum at ganga svangur ella tystur. Vit hava
døgurða á hotellinum hvønn dag, sigur Ingun Poulsen
SUÐUROY
Í ovaru hæddini eru níggju hugnalig kømur, harav fýra
hava brúsu. Annars er brúsa beint úti á gongini
Hugnaliga hotellið í Vági bjóðar bæði gisting og mat, og ikki minst er hotellið kent fyri góða enska búffin
Vilmund Jacobsen
Tað eru dagar, har nógv
fólk sita við døgurða
borðið á Hotel Bakka
num í Vági. Her er pláss
fyri umleið 80 fólkum í
senn, og onkran dagin í
undanfarnu viku sótu
60 fólk til borðs.
- Vit plaga at siga,
at døgurðin er millum
klokkan 12 og 13.30,
men ringir onkur, tí júst
henda løtan ikki passar
so væl, plaga vit altíð at
finna út av einari loysn,
sigur Ingun Poulsen.
Hon sigur, at um
framt vanliga virksemi
við
mati
og
gisting
innanveggja, ger Hotel
Bakkin
eisini
nógv
smyrjibreyð,
ymiskar
grýturættir og suppur.
- Fólk eru eisini væl
komin at leiga okkara
hugnaligu
høli
til
merkisdagar av ymisk
um slag, og vit gera
gjarna
smyrjibreyð,
grýturættir ella suppur,
um fólk ynskja tað.
Ingun Poulsen sigur,
at tað er púrasta upp
til tey, sum leiga hølini,
hvat tey vilja hava, at
gestirnir fáa at eta.
- Her eru allir møgu
leikar opnir, sigur hon.
Hotel
Bakkin
ger
eisini flott fruktføt út
av húsinum til serlig
høvi, og sama er við
bæði smyrjibreyði og
pizza, um viðskiftafólk
í
nærumhvørvinum
ynskja tað.
- So, er tað gisting,
matur ella hølisleiga,
eru fólk hjartaliga væl
komin at seta seg í
samband við okkum á
tlf. 373961, sigur Ingun
Poulsen.
vilmund@sosialurin.fo
- Er tað gisting, matur ella
hølisleiga, eru fólk hjartaliga
vælkomin at seta seg í samband
við okkum, sigur Ingun Poulsen
80 fólk
kunnu sita
til borðs
í senn
Tað er Finn Olsen, sum eigur Hotel Bakkan.
Hansara høgra hond er Ingun Poulsen