Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Býráðið í Havn tekur landsstýrið sum gísla fyri at sleppa at leggja park­er­ingsskatt og fólk, sum ar­ beiða í miðbýnum – Fáa vit ikki hjálp frá lands­mynd­ug­leik­ ­u­num til at loysa park­er­ings­trup­ul­leik­ an, verður Tórshavnar Kommuna ikki við til at byggja Tjóðpall. Tað var boðskapurin frá vara­borg­ar­ stjór­a­num og forkvinnuni í ment­anar­ nevn­d­ini hjá Tórshavnar kommunu á flokstingi hjá Tjóðveldi. Hon vil hava, at landsmyndugleikarnir skulu loyva Tórshavnar kommunu at seta skipan í verk við gjaldsparkering aft­ur­fyri, at parkeringsplássinin á Skála­ trøð rúka til Tjóðpall. Tað er ein undirlig virðing, sum skift­ andi býráð í Havn hava til fólk, sum virka og arbeiða í miðbýnum í Havn. Hundr­að­talsfólk eru til arbeiðis í mið­bý­ num allan dagin hvønn einasta dag. Túsund­tals­fólk hava ørindi í býnum. Tað sig­ur seg sjálvt, at tørvur er bæði á lang­tíð­ar­park­ering og stutttíðarpering. Stóri trup­ulleikin er lang­tíð­ar­park­er­ ing­in. Bara seinastu 10 árini er talið av per­són­bilum í landinum vaksið við 20 pro­sent­um. Sama tíðarskeið er fólka­tal­ ið í Tórs­havnar kommunu vaksið við 7,6 pros­ent­um. Um vit ganga út frá, at talið av bi­l­um veksur samsvarandi, so er talið av per­són­bilum í dag næstan 30 prosent hægri enn fyri 10 árum síðani. Tað sigur seg sjálvt, at so mugu møgu­ leik­ar­nir at parkera økjast samsvarandi. Ein skip­an er gjørd fyri tey, sum búgva í mið­bý­num. Tað er gott og hevur mangað leingi. Onnur sum hava serskipanir eru lands­stýr­is­fólk og borgarstjórin í Havn, sum hava serrættindi at parkera á park­ er­ings­pláss­um í Havn. Tú kanst siga, at hetta er korruptión í stór­um stíli. Tí í øllum førum kunnu havn­ar­borgarar ásanna, at politiski mynd­ug­leik­in ger einki fyri at bøta um trup­ul­l­eikan, tí tey merkja hann ikki sjálvi. Tí skulu fólk við valdi ikki hava ser­rætt­indi fram um onnur hampafólk. So um Tórshavnar kommuna vil leggja eyka skatt á havnarborgarar, sum ar­beiða í miðbýnum í Havn, so væl gagn­ist tykkum. So skulu havnarfólk gjalda fyr parkering 12. APRÍL 2019 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Einar's Distillery er kom­ ið á markn­aðin við ein­ari serligari og av­mark­að­ ari út­gávu av Einar's Akvavitt, navnið er Cask Akvavitt – Cask Akvavitt hevur ligið og lagr­að í serstøkum sherry og bour­bon­tunnum í nakr­ar mánaðir. Úrslitið av lagr­ingini er eitt gylt akv­a­vitt og ein serstakur rund­ur smakkur við sherry og van­ilj­u­notum, skrivar føroyska dis­till­ar­í­ið í Klaksvík. – Cask Akvavitt er væl­egn­ aður sum snapsur, ella at njóta aftur við einari góðari mál­tíð. Cask Akvavitt er 40% í hálv­ lit­urs fløsku og fæst til keyps í avmarkaðari nøgd í Rús­drek­ kasølu Landsins. Les eisini blaðið á telefonini 45 menn fórust á sjónum í 1924 Siðsøga síða 22-23 Dialektkvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði síða 29 Tilsamans var yvirskotið í P/F Vága­ tunli­num ­og P/F Norðoyatunlinum 7,5 milli­ón­ir krónur fyri rokn­skap­ar­ árið 2018 Aðalfundur hevur verið í teimum báðum tunnilsfeløgunum fyri ávikavist Vága- og Norðoyatunllin. Ársúrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2018 gjørdist eitt avlop á 4,1 milliónir krónur. Umsetningurin var 14,7 milliónir krónur. Í Vágatunlinum koyrdu 896.864 akfør gjøgnum tunnilin, 57.114 fleiri enn í 2017, ein vøkstur á 6,8 prosent. Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.457 akfør í miðal hvønn dag. Til sammetingar koyrdu 2.301 akfør í miðal hvønn dag í 2017. Úrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á 3,4 milliónir krónur. Umsetningurin var 19 milliónir krónur í 2018 og 21 milliónir krónur í 2017. Orsøkin til minni inntøkurnar er, at prísirnir fyri at koyra ígjøgnum tunnilin lækkaðu í 2018. Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.217.826 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 7 prosent í mun til 2017, tá 1.138.369 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan í 2018 hevur verið 3.337 akfør um samdøgrið í miðal í mun til 3.119 akfør/døgn í 2017. Báðar nevndirnar vórðu afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Hera M. Hammer sum næstformanni. Í nevndini fyri Vágatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni. Tunlarnir 7,5 milli­ónir í yvirskoti EINAR'S DISTILLERY Nýtt føroyskt akvavitt Í dag fríggjadagin klokkan 15- 18 verður fernisering í Galleri Focus, har Eli Smith, listarmaður, sýnir fram. Eli Smith hevur í fleiri ár nýtt grót, sum hann knúsar við mortara, eisini sand í øllum lit­brigd­um av gráum og nýtur litevnið til mál­ing. Eli hevur lagt oljumálningin á hillina; skits­ur og vatnlitir nýtir hann tó við síðuna av. Hann hevur roynt seg innan mangar mynd­list­a­ligar greinar, eitt nú eisini innan mos­a­ikk. Dreingjakórið undir Brúnni syngur undir ferniseringini. Eli Smith í Focus