hósdagur 11. apríl 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sosialurin spyr á Instagram:
Føroyskir krimi
kunnu geva milliónir.
Tórfinnur Jákupsson
er í ferð við at gera ein
krimisjónvarpsrøð úr
bókunum hjá Jógvani
Isaksen um journalistin
Hannis Martinsson.
Lærarar undirvísa
ov nógvar tímar. Tað
sigur nývaldi formaður
í Føroya Lærarafelag,
Jacob Eli S. Olsen.
Eitt av hansara
hjartamálum er, at
lærarar fáa tíð at gera
arbeiðið væl og ikki
verða trýstir til fleiri
undirvísingartímar.
Fyrrverandi stjórar
og starvsbólkar í
sjúkrahúsverkinum
mæla til grundleggjandi
broytingar í
sjúkrahúsverkinum.
– Trupulleikin stingur
djypri enn vantandi
fígging, siga tey.
Psykopatur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Ítróttasamband Føroya
fylti 80 ár hósdagin
80
»Páll á Reynatúgvu eru ein egoistiskur psykopatur«, segði
floksfelagi hansara, Annita á Fríðriksmørk, á flokstingi
Tjóðveldis í Hovi síðsta vikuskifti.
Tað óhepna hjá henni var, at orðini, sum vóru søgdu undir
fýra eygum við ein annan persón, sum helst hevði somu
meining um løgitngsformannin, sum forkvinna Tjóðveldis
á tingi, vóru varpað út um tað ganska land, tá stroymingin
av fundinum stóð tendrað allan dagin. Eisini í steðgunum.
Eftir fundin legði okkurt álitisfólk allan fundin út á
heimasíðuna hjá Tjóvðeldinum, so øll kundu lurta. Tá er
tað, at okkurt vakið oyra legði merki til orðini hjá Annitu á
Fríðriksmørk í øllum skrólinum, sum var í steðginum.
Viðkomandi, sum man hava lurtað væl, fekk so í øllum
førum eina stóra politiska gølu burtur úr tí – eina gølu um
egoistiskar psykopatar, sum skuggaði yvir loysingini, sum
Tjóðveldi annars aftur setti á skrá á flokstinginum
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
"1. apríl er einasti
dagur í árinum, at
fólk seta spurnartekin
við tey tíðindi, tey lesa
og hoyra"
Fert tú at fylgja
við í nýggjastu
sesongini av
Game of Thrones?
Lot til gul av landsynningi 3-8 m/s.
Turt og fyri tað mesta samdrigið,
men møguliga eisini sól. Hitin um
dagin millum 4 og 7 stig, men í nátt
og móti morgni niður í minus 2 stig.
Andøvsgul tils trúk í vindi av
landsynningi og suðri, 8 til 13
m/s. Fyri tað mesta samdrigið
og regn í støðum Hitin alt
samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Gul til andøvsguls av landsynningi
4-7 m/s, vaksandi uppí andøvsgul
til strúk í vindi av landsynningi og
suðri – tað er 8 til 13m/s – um
náttina eitt sindur meira vindur.
Turt og stundum sól. Hitin alt
samdøgrið millum 4 og 8 stig.
3-8 m/s
8-13 m/s
Sumt er ringt at skilja, tá ið ein fylgir
við samfelagsgongdini.
Vit oysa milljardir og milljónir í
tunlar og annað, samstundis sum vit
lata samferðslukervið forfalla, tí vit
ikki seta pening av til viðlíkahald.
Á
Landssjúkrahúsinum
og
heilsuverkinum annars brúka vit
pening til góðar hølisumstøðir. Alt
gott um tað, men samstundis hava
vit eitt heilsuverk og serliga eitt
Landssjúkrahús, har fíggjarjásttanin
ongantíð røkkur til.
Stuttligt er eisini at staðfesta, at
allar samgongur ujppdaga hetta í
endanum av einum valskeiði, tá ið ikki
ber til at gera nakað við hetta.
Seinasta greiða útmeldingin
var á samferðsluøkinum, har
landsstýrismaðurin greitt segði, at
hann fór ikki at koma við 20 milljónum
eyka í ár til at viðlíkahalda vegirnar
fyri..
Sannleikin er, at politiska skipanin
eigur at ábyrgdast fyri at hetta hendir
uppá hendan mátan. Almenn virðir
forfarast, tí politikararnir – annaðhvørt
við vilja ella í gáloysni – ikki syrgja fyri,
at tað verður viðlíkahildið – tað sum
skal viðlíkahaldast.
Og her er ikki bert talan um vegir
og tunlar, men so sanniliga eisini um
bygningar og stovnar, sum forfella.
Ája!
Í Fuglafirði hevur Signar á Brúnni
fingið tað frálíka hugskotið at varpa
ljós á dialektirnar í Føroyum.
Talan er eisini her um virðir, sum
vit øll eiga abyrgdina av at varðveita.
Okkara mál er so lítið, at vit eiga at fara
væl um tað og kela fyri tí, so vit øll eru
góð við tað.
Dialektirnar eru ein spennandi
vinkul, sum vit so at siga ongantíð
gera nakað serligt við, men nú er so
møguleikin at fara at lurta.
Ája!
Brexir er framvegis høvuðsevnið í
tíðindunum í Evropa. Eitt evsstamark
var sett til í dag, men nú er aftur
broyting í málinum. ES hevur givið
bretum eina freist til endan av
oktober at finna eina loysn, sum bretar
innanhýsis kunnu semjast um.
Skuldi onkur undrast yvir, vhussu
tað ber til, at vit føroyingar og politisku
flokkarnir ikki semjast um eina
stjórnarskipan, so er bert at hyggja til
Bretlands.
Øll hava ein meining, men meirluti
fæst ikki fyri nøkrum.
Ája!
Stóra hátíðin – páskirnar – eru fyri
framman. Í ár koma tær seint, men
sjálvur haldi eg altíð, at frídagarnir hjá
okkum á páskum koma væl við. Ikki
minst, tá ið vit eru komin út í hálvan
apríl.
Nakrir dagar har stundir er at hitta
ætt og vinir, sum vit ikki gera í
gerandisdegnum. Og nakrir
dagar, tá ið til ber at lata
friðin koma – og helst
várið eisini.
Vit gleða okkum
til hesar dagarnar,
tá ið aftur ber
til at lata orku á
motorin og koyra
so á til summarið
er komið.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Sprotin DK-FØ:
psykopat
-en, -er n
psykopatur (fólk, sum hevur ávís óvanlig lyndisfrábregði)
Visti tú?
At fólkatalið í
Havn er vaksið
13,5% síðani
2002?
4-7 m/s