Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019 SOSIALURIN 43 18 - Demotiverandi fyri ein og hvønn sjúkrarøktarfrøðing - Mann kann ikki bara halda fram við at økja um játtanina við bindi fyri eyga. Vit eru noydd til at hava fakfólk at meta um, hvat fyri viðgerð vit skulu bjóða og ikki bjóða, sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum heldur tað hava stóra ávirkan, at arbeiðsbyrðan hjá sjúkrarøktarfrøðingum er so stór í mun til tali av starvsfólkum PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO F orkvinnan í felagn­um Før­oyskir Sjúkra­røkt­ar­ frøð­ingar, Óluva í Gong, er ikki í iva um, hvussu títta leiðsluskiftið á Lands­ sjúkra­húsinum ávirkar henn­ara starvs­bólk. Tað merkist væl í ger­ andis­degn­um millum sjúkra­røkt­ arfrøð­ingarnar og hevur stóra ávirk­an á allan bygnaðin yvir­ høv­ur. - Hetta er nakað, sum fólk eftirhondini uppfata sum ta árligu parodiina. Tað er hvørt einasta ár ein trupulleiki, og tað er øgiliga demotiverandi fyri ein og hvønn, sum skal vera til arbeiðis, sigur Óluva í Gong. Hon kann í øllum førum stað­ festa, at aktiviteturin á Lands­ sjúkra­húsinum økist alsamt, utt­ an at tað koma fleiri starvsfólk til at loysa uppgávurnar. Tað ger ar­beiðsbyrðuna hjá sjúkra­røkt­ar­ frøðingum sera stóra. - Tað rakar eftir hondini starvs­ fólk djúpt inn í sálina, tí tey gera veruliga, hvat tey kunnu. Mann loysir øgiliga nógv fleiri uppgávur við sama tali av fólki, sigur Óluva í Gong. Forkvinnan í Sjúkra­røktar­fel­ agn­um gongur út frá, at demo­tiva­ tiónin ikki bara fevnir um sjúkra­ røktarfrøðingar, men gong­ur út yvir allar fakbólkar í sjúkhús­ verkinum. - Vit hava ein so mikið stóran fak­bólk, at tá mann sær hetta so øgi­liga væl í okkara fakbólki, so giti eg mær til, at onnur eisini sita í somu støðu. Til vanda fyri sjúklingin Starvsfólkini eru eitt, men sjúk­ ling­arnir eru nakað annað. Eitt trýst á starvsfólkini kann hava nega­tiva ávirkan á teir sjúkling­ arn­ar, sum nú einaferð eru á Lands­sjúkrahúsinum. - Tað er altíð ein vandi fyri sjúk­ling­arnar, tá starvsfólk hava ov nógv at gera, tí tað kann hava við sær, at sjúklingurin ikki fær ta røkt­ina, sum honum tørvar, sigur Óluva í Gong. Hin vandin er, tá starvsfólkini byrja at renna eftir sínum egna hala. - Tað er ikki økonomiskt for­ nuftigt at mangla starvsfólk á ein­um sjúkhúsi. Tí mann fær sjúk­l­ingin skjótari útskrivaðan við at geva honum ta røttu røkt­ ina frá byrjan til enda. Tað er ein sjálvforsterkandi effekt, mann fær burturúr við at mangla starvs­ fólk, og tað verður bara til vón­ loysi, tá mann ikki fær loyst sína upp­gávu, sigur Óluva í Gong og legg­ur aftrat: - Vit vilja altíð veita tí einkulta persóninum tað besta, sum vit kunnu. Men spurningurin er, hvussu leingi vit kunnu blíva við at gera tað. Soleiðis fáa vit einki topp-heilsuverk Felagið Føroyskir Sjúkrarøkt­ ar­frøðingar hevur leingi eft­ir­ lýst, at mann hevur eitt ítøki­ligt mál um, hvussu mann skal stýra heilsu­verkinum. Men polit­iski myndug­leikin, sum tek­ur av­gerð­ irnar um heilsu­verkið, tekur sam­ bært sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­in­um ikki hædd fyri heildini. - Vit hava eina politiska skip­an, sum setur nøkur krøv til heilsu­ verkið, men at vera sinnaður til at gjalda fyri tað, er nakað, sum halt­ar eftir. Politiskt má mann onkursvegna viðurkenna, at um mann ikki vil gjalda fyri okkara tæn­astur, so fær mann ikki eitt topp-heilsuverk, sum mann ann­ ars billar sær inn, at mann hevur ella vil hava - men tað ber rætt og slætt ikki til við núverandi leisti, sigur Óluva í Gong. Hon vísir á, at tað má fylgja játtan við, tá lønirnar hækka, og tað skal fylgja játtan við, tá medi­sinútreiðslurnar hækka. Pengarnir mugu samsvara við menningina í yvirskipaða heilsu­ verkinum. - Viðgerðarmøguleikarnir økj­ ast í stórum. Tað, sum mann doyði av fyri tveimum mánaðum síðani, yvirlivir mann nú. Tað gongur sera skjótt. Tá mann so stendur í løgtinginum og krevur, at vit skulu veita allar hesar tænasturnar, sum eru, so verður tað ikki tikið hædd fyri, at tað er ein øgilig útreiðsla, sum fylgir við, sigur hon. Størri játtan bert ein løtuvinningur Men bara at spýta fleiri pengar í og halda fram við at geva hækka játtanir er ikki nøkur haldbar loysn, metir forkvinnan. - Eg eri bangin fyri, at ein størri játtan bara er eitt botnleyst hol og ein løtuvinningur, tí tað krevur aftur eina størri játtan komandi árini. Mann kann ikki bara halda fram við at økja um játtanina við bindi fyri eyga, sigur Óluva í Gong. Felagið Føroyskir Sjúkra­røkta­ frøðingar meina heldur, at loysnin liggur í at umhugsa føroyska heilsu­verkið á nýggjum. Hetta kann kjak fyrst og fremst vera við til at leggja lunnar undir. - Vit mugu byrja at kjakast um, hvat tað er fyri eitt heilsuverk, vit vilja hava í Føroyum. Síðani mugu vit hava eina greiða ætlan fyri, hvussu mann gjøgnumførir tey málini, mann setir sær. Tað má vera onkur, sum hevur ta yvir­ ordn­aðu ábyrgdina fyri, hvussu vit røkka teimum málunum. Men veru­leikin er, at tað er eingin ætl­ an fyri framman, sigur Óluva í Gong. TEMA: Sjúkrahúsverkið Tann árliga parodiin: