hósdagur 11. apríl 2019síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2019
SOSIALURIN 43
40
Vit, sum regluliga koma í samkomu og kirkju, kunnu læra nógv av sendingunum
– bæði at staðfesta tað, sum er gott, neyðugt og lívgevandi, men eisini at broyta
tað, sum er minni gott, óneyðugt og til tíðir skaðiligt. Nú eitt ár er liðið síðani
sendingarnar, liggja tríggar hugleiðingar eftir, sum eg tók til mín:
Tað var gleðiligt at síggja, hvussu ymisk kristin eru í Føroyum. Eg gleddist um,
at vit ikki eru skapt at vera eins, men til at elska og góðtaka hvør annan yvir um
mørk okkara. Einleikin stendur roynd sína í ymiskleikanum. Tað hugtók meg at
síggja mótsetningin millum tey ungu, sum hugnaðu sær á sandinum í Fuglafirði
og tey syrgjandi við jarðarferðina í Leirvík. Báðir bólkar speglaðu veruleikar í
tilveruni, nøkur á lívsins vári og onnur við lívsins enda, men tað sum eyðkendi
øll, var vónin um nakað betur fyri framan. Tað var vakurt at vitna dópin í Betesda
og síggja vøkru komfimantarnar í Vesturkirkjuni, har, hóast ymiskar tulkanir av
dópi og ferming, so var halganin til Guds vilja tað, sum eyðkendi øll. Ymiskleikin
í lovsonginum í Filadelfia, legusanginum á Zarepta, sálmasanginum í kirkjuni
og ungdómsprísanini í Kelduni minti meg á rúmliga hjarta Guds, sum hevur rúm
fyri øllum stílunum. Ymisku tulkingarnar av bíbliuni millum prestar og leikmenn
staðfestu fyri mær Guds yvirberandi hjarta fyri børnum sínum. Aftur og aftur
fekk eg staðfest, hvussu ymisk vit eru og at so skal vera. Men hóast ymiskleika,
so eru vit eitt – tí felagsnevnari okkara er Jesus Kristus.
Tað var avbjóðandi at skoða inn í tað, sum kann broytast. Hóast tað ikki er
nemt at vera speglaður, og hóast spurningar kunnu setast við, um spegilin er
sannur, so liggur vísdómur kortini í, at vera opin fyri neyðugum broytingum. Og
sjálvkritikkur eigur at eyðkenna ein og hvønn sunnan felagsskap.
Eg varð mintur á, at eg ikki má geva lyfti, sum ikki eru míni at geva og ikki
at fella dóm, sum ikki er mín at døma. Gestsins eyga hjálpti mær at síggja,
hvussu manipulerandi tað kann vera við bíbilskum pástandum at geva fólki
vón um nakað, sum eg als ikki kann lova; har fólk í vónini um at fáa grøðing
ella framgongd í lívinum aftur kenna vónloysi, tí vónin enn einaferð brast.
Eg varð mintur á, at ræðslan um at enda í einum brennandi helviti er ikki fyri
børn at bera. Eg fekk staðfest, hvussu umráðandi tað er at vera enn meiri
tilvitaður um háttin, eg brúki, tá eg samskifti gamlar bíbilskar sannleikar í einum
nýtíðarsamfelag, og at vera tilvitaður um týdningin av, at eg ikki eri naivur,
niðrandi ella skilaleysur, hóast hetta ikki er ætlan mín. Hóast gleðiboðskapurin
mangan kann sýnast vera fólki “dárskapur”, stóð týdningurin av, at eg ongantíð
má bera gleðiboðskapin fram á ein náðileysan, dokmatiskan ella býttisligan
hátt sera greiður fyri mær. Eg varð eisini mintur á, hvussu neyðugt tað er at
vera ektaður og erligur um lívið her og nú. Sjálvt um eg gleði meg til “lívið
hinumegin,” tá alt verður gott, so er tann vónin tó ikki ein avnoktan av, at lívið
her og nú mangan er sera pínufult og trupult. Men Gud er góður og stórur, og
mangan missi eg sjónina av góðsku og stórleika hansara burtur við at avnokta
avbjóðandi veruleikan av tilveruni, tá eg taki eina masku á og láti sum um alt
bara er gott. Eg varð mintur á, at ístaðin eigi eg at lata sár míni og avbjóðingar
lívsins vera kelduna, har kærleiki og stórleiki Guds flýtur út á medmenniskju
míni.
Tað var frígerandi at síggja seg sjálvan gjøgnum gestsins eyga uttan at skula
verja seg sjálvan. Tað var gott at síggja, hvat onnur síggja, og at hoyra, hvat
onnur hoyra. Líka mikið hvussu objektivt ella subjektivt eg helt gestsins eyga
vera, so eru vit øll tulkarar av upplivingum okkara. Soleiðis eru vit sett saman.
Vit umseta alt, sum vit síggja, hoyra, lukta, smakka og føla, og allar upplivingar
fara gjøgnum filtrið av tí, sum vit áður hava upplivað og hugsað. Vit síggja ikki
menniskju fyri hvørji tey eru, men gjøgnum filtrið, sum vit sjálvi hava. Vit síggja
ikki umstøður, sum tær eru, men gjøgnum filtrið av øllum tí, sum vit áður hava
upplivað. Eingin uppliving er upplivað í isolatión. Allar upplivingar eru tulkaðar
í heildarsøguni av lívi og upplivingum okkara. Mín frígerandi uppliving var at
sleppa frá at verja meg sjálvan og bara uppliva.
Onkur sigur at vit mugu verja sannleikan fyri tað, sum hann veruliga er. Eg trúgvi,
at absoluttur sannleiki er, men allur sannleiki, allar menniskjaligar royndir,
hvør søga og hvør hending, broyta okkum bert, tá vit hava fyrihildið okkum til
sannleikan og tulkað hann gjøgnum egnar royndir og søgu. Vit kunnu leika í
sum vit vilja, um at sannleikin kom fram ella ikki í sendingunum, tí linsan hjá
myndatólsmanninum og røddin hjá vertinum, lýstu fatanina av tí, sum gestsins
eyga sá og upplivdi. Og tá ið vit byrja at fyrihalda okkum til tað, so byrja vit at
síggja eygu teirra sum eina gávu og avbjóðing til okkum at hyggja at okkum
sjálvum við. Og á ein undarligan hátt kann tann sannleikin gera okkum frí.
Kjakini vóru nógv, tá sendingarnar blivu vístar. Eftir mínum tykki ein vitnisburður
um, at nomið varð við viðkvom evni, sum hópurin av menniskjum kenna sum
grundvøll í tilveru teirra. Nú nakað er frálíðið kann sýnast, sum sendingarnar
eru farnar í gloymskuna, at samfelagsmyndin er tann sama sum áðrenn. Men eg
trúgvi ikki, at so er. Tá eitthvørt ger, at sjógvarnir fara at bróta og aldurnar ganga
høgt, kann myndin eisini sýnast óbroytt, tá aftur er logn. Men í kjalavørrinum
er sjógvurin broyttur. Hetta eri eg takksamur um.
Gud signi
Føroyar
Jógvan Zachariassen BLOGGAR
JÓGVAN ZACHARIASSEN ER DOKTARI Í GUDFRØÐI, TÓNLEIKARI OG RITHØVUNDUR.
HANN STARVAST DAGLIGA SUM SAMKOMULEIÐARI Í LÍVDINI Í HOYVÍK
Gud signi Føroyar røðin hjá KVF fylti nógv í føroysku fjølmiðlunum og nógvar ymiskar
meiningar vóru um sendingarnar. Eitt tað fyrsta, sum kom mær til hugs, tá ið sendingin
byrjaði, var orðatakið “Gløgt er gestsins eyga.” Eg hugsaði um, hvussu lætt tað er at sita inni
í egnari boblu og halda, at øll síggja og uppliva tilveruna í samkomu- og kirkjulívi í Føroyum
á sama hátt sum ein sjálvur. Hóast eg ikki var samdur við øllum, sum gestsins eygað segði,
so valdi eg kortini at hyggja at sendingunum, ikki bert við einum opnum sinni, men eisini,
so væl og opið sum eg kundi, við eygunum hjá gestunum, sum gjørdu sendingarnar.
– ein hugleiðing