mánadagur 15. apríl 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44
TÍÐINDI
Nú kostar tað at fara
út í Trælanípuna
Festararnir av hagapartinum Nípuni
í Miðvági hava nú sett skúr, har vakt
er, sum tekur pening frá útlendingum
fyri at fara út til vøkru náttúruperluna
Trælanípuna í Vágum. Tey selja kaffi og
annað, eru í gongd við at seta vesi upp
og bjóða ferðaleiðara við á ferðina.
Frants Jensen
— Vit hava roynt á annan hátt,
men tað hevur ikki riggað. Nú
var tolið upp, og tí hava vit
valt at gera á hendan hátt,
sigur Gunnar R. Nattestad, ein
av eigarunum av hagapartin
um Nípuni.
Síðani 2. apríl hava teir havt
vakt frá morgni til myrkurs
við Miðportrið við Ovarugøtu,
har ferðafólk vanliga fara út í
Nípuna. Teir taka pening frá
útlendingum fyri at fara túrin.
Tað kostar 200 krónur fyri
hvønn at fara út, og um onkur
ynskir at hava ferðaleiðara við,
so kostar tað 450 krónur fyri
hvønn.
Útlendingar og
bólkar gjalda
— Higartil hava tað ikki verið
so nógvir útlendingar, onkran
dagin 4 ella 5 og onkran dagin
hava tað verið upp til 15 um
dagin. Tað eru eisini nakrir, ið
eru vendir aftur, tá ið teir hava
fingið at vita, at tað kostar at
fara í hagan, sigur Jóhannus
Nattestad, ein av festarunum.
— Vit taka bara gjald frá út
lendingum. Ikki frá einstøkum
føroyingum. Men um tað eru
arbeiðspláss og stórir bólkar,
ið fara avstað, so taka vit gjald,
sigur Jóhannus.
Júst hvussu nógv skulu vera
saman fyri at tað skal vera ein
bólkur, hevur hann tó ikki
nakað greitt svar uppá.
— Um ein føroysk familja
kemur, ella nøkur fá føroysk
vinfólk ganga saman, so taka
vit ikki gjald frá teimum. Vit
heita bara á tey um at ganga á
gøtuni, sigur hann.
Bjóða ferðaleiðara
Eigararnir hava gjørt eina
heimasíðu, sum eitur tralanip
an.fo, har greitt verður frá um
náttúruperluna, og har til ber
at bóka ferðir.
— Vit gera íløgur í hetta, við
at hava skúr, vesi, gera kaffi og
annað. Og so hava vit eisini
fólk, sum sita vakt allan dagin,
og onkran sum kann vera
ferðaleiðari og greiða frá. Enn
hevur tað ikki loyst seg hjá
okkum, men vit vænta, at fleiri
ferðafólk fara at koma í fram
tíðini, sigur Gunnar R. Natte
stad.
Onnur fáa pening,
men vit fáa einki
Eigararnir av hagapartinum Nípuni í Vágum taka nú pening
frá útlendingum og bólkum, ið fara út í Trælanípuna.
— Ferðaskrivstovur fáa nógvar pengar fyri at senda
fólk út í Nípuna, men vit fáa einki. Tað ber ikki til, sigur
Jóhannus Nattestad, ein av festarunum í Nípuni.
Frants Jensen
Trupulleikin hjá hagapart
inum Nípuni, hevur seinni
árini verið, at av tí at so
nógv ferðafólk hava verið í
haganum, er hagin so illa
slitin, at seyðurin hevur
mist nógv beiti.
— Vit eru nokk noyddir
at taka eitt fylgi við eini 40
seyðum av, tí at har er einki
gras eftir til teirra. Alt er
niðurtraðkað, og so nógv fólk
hava verið, at seyðurin verður
stygdur burtur. Eg gekk har í
gjár, og hagin er so harður
sum betong. Har er einki at
fáa. Vit eru noyddir at gera
nakað, sigur Gunnar.
Nípan er 6 merkur og hev
ur 168 áseyðir. Teir hava tikið
10 seyðir av í tí eina fylginum,
har mest fólk gongur, og so
hava teir roynt at flutt restina
av fylginum í bergið. Nú er
tað hent, at ein partur av fylg
inum er farið í grannahagan.
Fyri at forða fyri, at størri
skaði hendir, hava eigararnir
roynt við at sett bússu upp,
har fólk kunnu gjalda, men
har komu næstan ongir peng
ar í.
— Har kom so at siga einki
í. Onkran dagin 42 krónur ella
okkurt líknandi, og tá vistu
vit, at fleiri enn 100 fólk
høvdu verið í haganum, sigur
Jóhannus.
Teir samstarvaðu eisini við
hiking.fo um at gera bólkaðar
ferðir út í Nípuna, men tað
vísti seg, at næstan eingin
bókaði túr. Fólk fóru bara
sjálvi avstað.
Ferðaskrivstovurnar
fáa nógvan pening
— Vit hava eisini upplivað, at
ferðaskrivstovurnar í Havn
taka 850 og 950 krónur fyri
hvønn luttakarar í bólkum,
sum tey so senda út í Træla
nípuna. Men tey lata ikki eitt
oyra til okkara. Tað eru eisini
útlendskar ferðaskrivstovur,
týskar og italienskar, sum
senda bólkar út í Trælaníp
una, og tær taka 1500 krónur
og meira enn tað fyri hvønn
luttakarar. Vit fáa heldur ikki
eitt oyra burturúr hesum.
Tað eru ofta útlendingar, ið
hava ferðast nógv í Føroyum,
og sum eru staðkendir her,
sum eru ferðaleiðarar. Tey
fáa at vita frá Visit Faroe
Islands og aðrastaðni, at tað
er ókeypis at ganga allastaðni,
og at ikki er neyðugt at spyrja
um loyvi, sigur Jóhannus.
Útlendingar tjena
upp á Trælanípuna
— Eg veit eisini um italienskar
ferðaskrivstovur, ið skipa fyri
ferðum til Føroyar, sum kosta
30.000 krónur. Ein partur av
skránni er at fara út í Træla
nípuna, men vit fáa ikki eitt
oyra burturúr, og tey slíta
hagan. Tað ber ikki til, sigur
Jóhannus.
— Partar av haganum eru
null verdur fyri seyð. Vit
stúra fyri, um hagin kemur
fyri seg aftur.
Fuglurin er eisini minkaður
rættiliga nógv, sigur Jóhann
us.
— Tað eisini fleiri føroysk
arbeiðspláss, sum gera útferð
ir út í Nípuna. Tey kunnu
koma við fleiri bussum, kanska
eini 80 til 100 fólk ella fleiri,
sum fara avstað. Tey spyrja
okkum heldur ikki um loyvi
og lata ikki eitt oyra eftir seg.
— So er tað eisini ein
trupulleiki,
at
ferðafólkini
halda seg ikki til gøturnar,
men ganga allastaðni. Hagin
slítist illa, og tað styggir
seyðin.
— Tí vóru vit noyddir at
gera hetta, sigur Gunnar R.
Nattestad, ein av eigarunum.
Skúrur er nú settur upp, har
vakt situr, sum tekur pening frá
ferðafólki, ið fara út í Trælanípuna.