mánadagur 15. apríl 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
E-SPORT
TT Gaming eru føroyameistarar
í
telduspælinum
Counter
Strike Global Offensive, betur
kent undir styttingini CS:GO.
TT Gaming vann FM-finalu
na
ímóti
'Músavíkingar'
í
finalutiltaki á Elektron í gjár.
Talan var um endabrestin á
Elektrondeildini, sum fremsta
deildin í Føroyum eitur. TT
Gaming vann 3-1 eftir hesar
støðurnar:16-14 til Músavík
ingar á de_mirage, 16-14 til TT
Gaming á de_nuke, 16-8 til TT
Gaming á de_cache og 16-12 til
TT Gaming á de_overpass. Teir
fimm menninir, ið manna TT
Gaming, eru Heðin "Hmonster"
Mortensen, Rókur D. "RdN"
Norðoy, Aron "Arizon" Hamm
er, Fríði Lómstein "FrusaZ"
Zachariasen
og
Jógvan
"Jimmy" Sólsker.
FÓTBÓLTUR
Adrian Cieslewicz, sum er upp
vaksin í Vági og hevur spælt
við eitt nú VB og B36, gjørdist
um
vikuskiftið
meistari
í
Wales saman við The New
Saints. Hetta er áttanda árið á
rað, at The New Saints vinnur
meistaraheitið í Wales, men
hesaferð fingu teir harða kapp
ing frá Connah's Quay Nomads.
Adrian Cieslewicz, sum er 28
ára gamal og hevur spælt við
The New Saints síðani 2014,
skeyt hetta kappingarárið tvey
mál í 13 dystum fyri liðið.
FLOGBÓLTUR
Við 3-1-sigri á KÍF tryggjaði
kvinnurnar úr Mjølnir sær í
gjár bronsuna í meistaradeild
inini. Dysturin varð spældur
í Kollafirði, og hetta var ein
beinleiðis dystur um bronsuna.
Mjølnir vann 22-25, 25-19, 20-25,
9-25. Hin dysturin hetta viku
skiftið var ímillum botnliðini,
TB og Drátt. Tann dystin vann
TB 3-0 við settúrslitunum 25-17,
25-21, 25-22. FM-finalur ímillum
Fleyr og SÍ verða spældar á
páskum.
Seinastu dystirnir í grund
spælinum hetta kappingarárið
vóru eisini í meistaradeildini
hjá monnum hetta vikuskiftið.
Heima í Klaksvík vann odda
liðið, Mjølnir, 3-1 á SÍ, og á
Kambsdali vann ÍF 3-0 á hinum
FM-finaluliðnum,
Fleyr.
ÍF
vann seg upp á eins nógv stig
sum Fleyr, men av tí at teir bara
kundu koma upp á eitt sett
verri settmun - sum teir eisini
gjørdu við 3-0-sigri - so kundu
teir júst ikki røkka 2. plássinum
og
FM-finaluni.
FM-finalur
ímillum Mjølnir og Fleyr verða
spældar á páskum.
Marienlyst stríðist í løtuni
um at vinna bronsu í bestu
donsku deildini. Bárður Ben
dix Mikkelsen er venjari hjá
liðnum, har ein annar før
oyingur spælir við - nevni
liga Kasper Lorenzen, sum
tó í løtuni er skaddur. Fyrsta
bronsudysturin út av møgulig
um trimum vann Marienlyst
3-1 á Middelfart. Annar bronsu
dysturin
verður
spældur
í kvøld kl.18.30, og vinnur
Marienlyst tann dystin, so eru
teir bronsuvinnarar. Tað eru
Hvidovre VK og Gentofte VK,
sum dystast um gullið.
FORMIL 1
Tað var formil 1-kappkoyring
nummar 1000 í søguni, tá ið
Shanghai í gjáramorgun var
vertur fyri triðju Grand Prix-
kappkoyringini í hesum kapp
ingarárinum. Verandi heims
meistarin,
Lewis
Hamilton
(Mercedes), var fyrstur um
málstrikuna frammanfyri lið
felagan, finska Valtteri Bottas.
Hetta var sigur nummar 75
hjá Hamilton. Týski Sebastian
Vettel (Mercedes) fekk síðsta
plássið
á
sigursskamlinum
og bleiv nummar trý. Danski
Kevin Magnussen, sum koyrir
fyri Haas, bleiv nummar 13 og
fekk einki stig til samlaðu HM-
støðuna, har Lewis Hamilton
(68 stig) er eitt vet frammanfyri
Valtteri Bottas (62 stig). Langt
er niður til nummar trý, Max
Verstappen (Red Bull / 39 stig).
SKJÓTING
Seinastu úttøkukappingarnar
hjá
skjótifeløgunum
(leir
dúgvuskjóting) til Oyggjaleikir
hava verið, og nú er greitt
hvørjir skulu umboða Føroyar
á oyggjaleikunum á Gibraltar
í summar. Í skeet: Marius F.
Joensen (SBF) og Tórur Fløtt
(SBF). Í trap: Finn Ludvig
(VBM) og Alex Johannesen
(EYS). - Úttøkan í trap gjørdist
rættuliga spennandi, og tað
var ikki fyrr enn seinastu leir
dúgvurnar blivu skotnar, at
tað gjørdist greitt, hvør bleiv
úttikin. Esmar Joensen úr VBM
hevði ein av sínum góðu døgum
og var einans tvær dúgvur frá
at taka plássið frá Alex, skrivar
Skjótisamband Føroya.
SÚKKLING
Torkil Veyhe og liðfelagarnir
úr Riwal Readynez vunnu í
gjár sín fyrsta samalaða sigur
á procontinental-støði, tá ið
kapteynur teirra, Alexander
Kamp,
vann
Circuit
des
Ardennes. Hetta var ein kapp
ing við trimum teinum. Torkil
Veyhe
varð
brúktur
sum
hjálpari, og hann var við til at
gera eitt stórt arbeiði í feltinum,
eitt nú á síðsta teininum, tá
tamarhald
mátti
havast
á
einum hóttandi útbroti. Av tí
at Torkil Veyhe gav alt, hann
átti, var gekk orkan hjá honum
púrasta undan, og hann endaði
aftastur í kappingini. Hetta
er tó mangan eitt gott tekin í
súkkling, so leingi tú ert ein
(góður) hjálpari.
MJØLNIR FÓR
VIÐ BRONSUNI
FM-finalur í flogbólti verða spældar á páskum, og um vikuskiftið
varð bronsuvinnarin funnin. Í Danmark spæla føroyingar eisini um
bronsu í flogbólti, og her heima hevur FM-finala verið í e-sporti
savnsmynd