Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tá ið matstovan KOKS fyri tveim­ um mánaðum síðani fekk eina Mic­ h­el­in­stjørnu afturat, undr­að­ust vit á hesum stað, at frið­ing­ar­nevnd­in ikki tók seg saman at taka av­gerð um at loyva Koks at halda fram í gomlu húsini frammi við Gjónna við Leyna­vatn, til mat­stov­an seinni flyt­ur í egin høli bygd til endamálið. Síðani er tað hent, at frið­ing­ar­ nevnd­in hevur givið matstovuni loyvi at halda fram til 1. september í ár. Ein slík avgerð gevur onga mein­ ing. Ein matstova sum Koks kann ikki bara hava opið til 1. september. Og at flyta eina Michelinmatstovu í onn­ur fyr­i­bils­høli ber als ikki til. Tí so er hon ikki longur ein Mich­el­ in­mat­stova. Tí sigur tað seg sjálvt, at eisini ein frið­ingarnevnd eigur at við­gera slíkt mál við varsemi og virðing. Sjálvandi skulu friðingarreglur hald­ast. Men alt valdast. Summi við­ur­skifti hava størri týdning enn on­n­ur, og tí mugu viðurskiftini síggj­ast í øðrum og størri høpi. Eitt stríð um ein skúr kann ikki hava størri týdn­ing, enn at ein av heims­ ins bestu mat­stov­um – ja ein av teim­um bestu í allari verðini, sum fólk og stjørnukokkar valfarta til – skal gev­ast á hondum og lata tvær Mich­el­instjørnur gleppa sær av hond­um. Í Føroyum hava vit eina løgna ment­an. Bæði hjá myndugleikum og mill­um manna. Vit eru so bangin fyri, at tað gongur onkrum væl. Er tað onk­ur, sum klárar seg væl, so skal hann pilk­ast niður. Tað virkar ofta sum heimføðislig smáligheit. Eitt er tað, sum fólk siga og skriva. Men hendan mentanin er eis­ini útbreidd millum almennar mynd­ug­leik­ar. Fólk við ábyrgd fyri slík­um hava ofta betur hug at síggja trup­ul­leikar enn møguleikar, og tí renna undangongufólk, sum til døm­is tey á Koks, seg støðugt í ein al­mennan tungan múr av em­ bæt­is­fólkum, sum siga nei. Tey siga ofta nei bara fyri at siga nei. Tað skal bara ikki bera til. Tey siga ikki, at tað er tí, at tað gongst tær ov væl. Men tey tykjast hugsa so. Ella sum fólkalívsfrøðingurin Jó­an Pauli Joensen sigur aðrastaðni í blaðnum í dag: »Latið tað ikki standa eftir, at vit einaferð høvdu eina heimskenda mat­stovu, sum hvarv sum døgg fyri sól, tí mynd­ug­leikarnir mettu, at ein gam­al skúr­ur til kraftfóður hevði størri sam­fel­ags­ligan og søguligan týdning«. Hetta er ein margháttlig støða. Men ein kend støða, at onkur við valdi bara situr og sigur nei. Tað hevði verið stuttligari hjá før­oyskum íverksetarum og vinnu­ lig­um und­an­gong­u­fólkum, um vit høvdu ein smíl­andi almennan mynd­ug­leika, sum al­tíð spurdi vinn­una, hvussu hann kundi hjálpa, held­ur enn bara at muta ímóti og leggja fót­ongl­ar, tí onk­ur heldur, at tað gong­ur onkr­um ov væl. Hugaligari er at vera íverk­ seti, um myndugleikar hjálpa ROYNIÐ HELDUR AT HJÁLPA! Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Skrift­ mál okkara HERI MOHR KJAK SÍÐA 15 Johan Restorff til minnis NØVN SÍÐA 15 Falkavegur · 100 Tórshavn · tel. 35 46 80 Stórt úrval av skrivstovuinnbúgvi Siti/standiborð 80x160 laminat ella finér Nú 4.295,00 VANL. 7.000,00 Til dømis: Grafix 504251 Vælkomið Bestu ynskir lítla barn Sosialurin ynskir hjartaliga til lukku við barninum, og vit vilja fegin siga frá hesum í teiginum “Føðingar”. Send teldupost til: barn@sos.fo Upplýs: Burðardag, kyn, longd (cm), vekt (gr.), navn foreldranna/systkin og bústað. Send mynd við Øll børn, sum koma í blaðið, fáa ein bamsuklút sendandi frá Sosialinum VINDEYGA TIL SØLU Topphongt vindeyga við termorúti til sølu fyri 500 kr. Breidd 150 cm hædd 120 cm Telefon 282528