Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Steinbjørn B. Jacob- sen hevur latið úr hondum Grund 1, sum eru endurminn- ingar hjá kenda sand- víkinginum BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Í fyrstu bókini við endur- minningum greiðir Stein- bjørn ógvuliga livandi frá uppvøkstrinum í føroyskari bygd í 30, 40 og 50 árun- um. Í endurminningunum fer Steinbjørn víða, hann ferð- ast aftur og fram í lívi sín- um. Mangt, sum er hent í vaksnamannlívi hansara, verður sett í samband við uppvøksturin, og tað, hann hevur fingið sum barlast í barnaárunum, er mangan nakað, hann sær aftur og skilir, tá ið hann gerst til- komin. Flestu kenna Steinbjørn sum rithøvund, men mong kenna hann eisini sum lær- ara, fyrst og fremst í Húsa- víkar skúla, í Kommunu- skúlanum og sum stjóra og lærara á Føroya Fólkahá- skúla. Sum rithøvundur gjørdist hann kendur í trýssunum. Hann var so at siga ein av teimum, sum birti í modernismuna í føroyskum skaldskapi, sum í fyrstu syftu ørkymlaði, tí hesar stuttu rímleysu yrkingarnar brutu so nógv frá tí vanliga og kenda. Børnini kendu hann frá teimum inniligu søgunum um Hønuna og hanan, Mæið og Hin snjóhvíta kettlingin, sum Bárður Jákupsson so vakurt mynd- prýddi. Sum rithøvundur hevur hann lagt nógv eftir seg, sum hevur verið til gleði og gagn hjá yngra ættarliðinum, bæði barna- bøkur og skúlabøkur til smá og stór børn. Steinbjørn hevur sum rithøvundur lagt dent á gerandisdagin. Tað sást m.a. í sjónleikinum Skipið sum varð leiktur í Havn 1975, eisini sum sjónleika- høvundur breyt hann upp úr nýggjum. Vit vóru von við gamlar leikir, har fólk sótu framman fyri grúgvuna og bundu og karðaðu, men nú hendi ein broyting, og sig- ast má, at Steinbjørn var við til at seta hetta í verk við nýggjum sjónleika- handritum, sum bygdu á gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum bæði á sjógvi og landi. Í endurminningunum verður sagt, at barndómurin í áramáli ikki er langur, men minnini kunnu kortini gera nógv um seg, hvussu lítil og einkisigandi tey tykjast at vera. 2 Nr. 232 - 3. desember 2004 KOMMUNUSKIPAN Jákup Mørk Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu næstu 4 árini er nú skipað. Borgarstjóri verður Malena Thomsen og varaborgarstjóri Sonni Johansen Í fíggjarnevndini sita Malena Thomsen, for- maður, Sonni Johansen og Kaj Otto Frederiks- berg. Eykalimir verða Pole Hansen og Hans Petur Jacobsen Í trivnaðarnevndini eru Hans Petur Jacobsen, Meinhard Jacobsen og Pole Hansen. Eykalimir verða Tummas Eli Joen- sen og Kaj Otto Frede- riksberg Í vinnunevndini eru Kaj Otto Frederiksberg, Sonni Johansen og Tummas Eli Joensen. Eykalimir verða Mein- hard Jacobsen og Pole Hansen Í teknisku nevnd eru Tummas Eli Joensen, Pole Hansen og Hans Petur Jacobsen. Eyka- limir verða Sonni Johan- sen og Kaj Otto Frede- riksberg Somuleiðis skal kom- munan velja limir í kommunalar felagsskapir av ymsum slag. Í Kongs- havnar havnarstýri eru valdir Kaj Otto Frede- riksberg og Sonni Johan- sen, sum er tiltakslimir. Til IRF er Tummas Eli Joensen valdur. Har er Meinhard Jacobsen til- takslimur. Til SEV eru Meinhard Jacobsen og Sonni Johansen valdir. Har eru eykalimiirnir Pole Hansen og Hans Petur Jacobsen. Í Føroya Kommunufelag er Hans Petur Jacobsen valdur. Pole Hansen er eykalim- ur. Til Eysturoyar Røkt- ar- og Ellisheim eru tað Meinhard Jacobsen og Tummas Eli Joensen. Til Skálafjarðar Sløkkilið Sonni Johansen og Mein- hard Jacobsen. Til skúla- stýrið eru Pole Hansen og Meinhard Jacobsen valdir, meðan Sonni Johansen og Kaj Otto Frederiksberg eru eyka- limir. Og endaliga eru Malena Thomsen og Pole Hansen vald í Komm- unalu Skattakærunevnd- ina. Sjóvar Kommuna skipað Steinbjørn við endurminningum Grund 1 er heitið á nýggju útgávuni, sum er fyrsta bókin við endurminningum hjá Steinbjørn B. Jacobsen