týsdagur 16. apríl 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Pætur Hjalmar Evensson
Í nógv ár hava føroysk
ir tónleikarar luttikið í
Grand Prix sangkapping
um hjá grannalondum
okkara við tí fyri eyga
at brúka kappingarnar
sum lopfjøl til altjóða
gjøgnumbrotið. Vinnarin
av sangkappingunum í
hvørjum einstakum landi
sleppur nevniliga til risa
stóru Eurovision sang
kappingina, sum hvørt
ár savnar fleiri milliónir
hyggjarar framman fyri
sjónvarpsskermin.
Luttøka í Eurovision
krevur, at landið er lim
ur í EBU, sum er ein breið
evropeisk
samgonga
millum
public
service
sjónvarps- og útvarps
støðir. Tað er EBU, sum
skipar fyri Eurovision
kappingini, og av tí at
Føroyar - ella Kringvarp
ið, sum er føroyska public
service støðin - ikki er
limur í EBU, kunnu Før
oyar í núverandi løtu ikki
luttaka.
KVF fer at kanna
møguleikarnar
Men nú ætlar Kringvarp
Føroya at gera álvara av
at kanna møguleikarnar
hjá Føroyum at luttaka
í Eurovision sangkapp
ingini, sum flest øll onnur
lond í Evropa luttaka í;
enntá lond uttan fyri
Evropa.
- Vit fara at kanna,
um vit kunnu blíva lim
ir í EBU á ein slíkan hátt,
sum loyvir okkum at
luttaka í Eurovision sang
kappingini, sigur Ivan
Niclasen, stjóri í Kring
varpi Føroya.
- Vit uppfylla
treytirnar
Fyri at vera limur í EBU
skal
mann
uppfylla
public service skyldur
uppá allar mátar. Ivan
Niclasen hevur kannað í
hvønn mun Kringvarpið
uppfyllir tær treytirnar,
sum EBU ásetur.
- Vit uppfylla tær flestu
treytirnar, millum annað
tí vit eru ein public service
støð, sum røkkur øllum
borgarum í landinum, og
vit hava eina ávísa breidd í
okkara útboði, sigur hann.
Tær
sjónvarpsstøðir,
sum lúka hesar treytirnar,
kunnu gerast limir í EBU.
Men tað eru trý ymisk
sløg av limaskapi í EBU.
Mann kann vera heilur
limur ella limur við av
markaðari atgongd. Tað
eru
hesi
viðurskiftini,
sum Kringvarpið er í ferð
við at kanna fyri at vita,
hvat fyri slag av limaskapi
Kringvarpið skal og kann
fáa í EBU.
Fleiri fyrimunir við
EBU limaskapi
Kringvarp Føroya sær
fleiri fyrimunir í at vera
limur í EBU, tí limaskap
urin kann koma til góðar
á fleiri frontum. Tí um
framt at kunna vera við
í Eurovision, so hevði
føroyski public service
stovnurin eisini fingið
atgongd til eina rúgvu av
tíðindum og øðrum til
fari, sum EBU veitir.
- Vit hava í løtuni at
gongd til tilfar frá øðrum
veitarum, men um vit
høvdu blivið limur í EBU,
so hevði EBU kunnað
avloyst teir veitararnar,
sigur kringvarpsstjórin.
At vera við í EBU kost
ar umleið 1,5 millión í at
gongdsgjaldi, og síðani
kostar tað umleið eina
hálva millión um árið í
rættindum.
- Tað hevði verið
spennandi
Ivan Niclasen heldur tað
vera spennandi fyri bæði
føroyingar, Kringvarpið
og
føroyskan
tónleik,
um Føroyar í framtíðini
høvdu kunnað verið við
í Eurovision sangkapp
ingini.
- Tað hevði avgjørt
verið ein stuttligur tanki,
tí vit eiga nógvar góðar
tónleikarar og sangarar.
Tað hevði verið ein stór,
mennandi og spennandi
avbjóðing, og tað hevði
eisini verið stuttligt fyri
føroyskar hyggjarar at
uppliva, at føroyingar
eisini eru við í Eurovision,
sigur hann.
Krevur eina føroyska
undankapping
Um Føroyar skulu luttaka
í stórfingnu kappingini,
er tað eitt sjálvsagt krav,
at Kringvarpið skal skipa
fyri
einari
føroyskari
undankapping - einum
føroyskum grand-prixi.
Ivan Niclasen sigur, at
einki talar ímóti at fara
undir fyrireikingarnar til
Eurovision luttøku, um
Kringvarpið gerst limur
í EBU.
- Um so er, at vit fáa
tann
limaskapin
sum
krevst, so fara vit at ar
beiða fyri at skipa fyri
einari Eurovision undan
kapping her í Føroyum.
Tað hevði óivað borið til,
tí vit eru von við at skipa
fyri líknandi tónleika
kappingum í Føroyum.
KRINGVARPIÐ KANNAR MØGULEIKARNAR:
ARBEIÐA FYRI FØROYSKARI
LUTTØKU Í EUROVISION
- Um vit fáa tann limaskapin, sum krevst,
so fara vit at arbeiða fyri einari Eurovision
undankapping í Føroyum, sigur Ivan Niclasen,
stjóri í Kringvarpinum, sum er í ferð við at kanna
møguleikarnar fyri føroyskum limaskapi í EBU
Í fjør luttóku Carlsen systrarnar í danska grand prixnum
Mynd: Henning Bagger / Ritzau Scanpix