Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Fragreiðingin frá Lands­ grann­skoðaranum og Løgtings­grann­skoðar­ un­um avúkar stórar av­ bjóð­ingar í sambandi við bygg­ingina av Glasi. Fíggjarstýuringin hjá Landsverki hevur ikki veirð nóg góð og eftir­litið hjá Sam­ferðslu­mála­ráð­ num hevur heldur ikki verið nóg gott. Í minni mun finnast grannskoðararnir eisini at tí eftirliti, sum Menta­ málaráðið eisini átti at hava. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum hevur eftirlit við lands­stýris­ monn­unum, hevur listið frá­greiðingina og gjørt við­merkingar til hana. Hann sigur, at sjálvandi skal ein slík frágreiðing takast í djúpasta álvara, men vísir samstundis á, at tað sum er hent, hevur fingið avleiðingar. Stjórin á Landsverki er sendur til hús eins og landsstýriskvinnan við mentamálum hevur lagt frá sær. Hann sigur eisini, at løgmansskrivstovan ikk i er at gera eina nýggja frágreiðing, men fer at gjøgnumganga frá­greið­ ing­ina og hyggja eftir um hon skal fáa aðraar av­ leið­ingar. Samferðslumálaráðið hevur boðað frá, at Lands­verk ikki skal átaka sær nakað byggimál aftur­at fyrr enn málið hevur fingið fulla viðgerð í sma­ferðslumálaráðnum. Landsverk og sam­ ferðslumálaráðið Hvassastu atfinningarnar eru vendar móti Lands­ verki, men eisini sam­ ferðslu­málaráðið fær av at vita. Landsgrannskoðanin ivast í, um Samferðslu­ mála­ráðið hevur útint sína eftirlitsskyldu, tá ið ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hev­ ur spurt ella kann­að, um tað kundu ver­ið brek innanhýsis hjá Lands­ verki, ið er ein stovnur undir máls­øki­num hjá Sam­ferðslu­mála­ráð­num. Hóast lands­stýris­ maðurin við sam­ferðslu­ málum í apríl 2018 boðaði løgmanni frá, at eftirlitsskipanin SEYF, sum varð brúkt í sam­ bandi við byggi­verk­ætlan­ irnar, ið Landsverk um­sat, hevði roynst væl, síðani hon varð tikin í nýtslu. Hon er brúkt til allar íløgur, sum Landsverk hevur umsisitið fyri aðal­ráð og Løgtingið, vísir kanningin hjá Lands­grann­skoðanini, at hvørki SEYF ella Fíggjar­ stýrings­skjalið hevur ikki verið brúkt nøktandi til Skúla­depilin. Tað átti at verið ein sjálvs­agdur partur av góð­kenningini av rokn­ skapar­reglugerðini og rokn­skaparviðurskiftum annars, at ráðið tryggjaði sær, at Landsverk hevði skrivligar mannagongdir fyri roknskaparhaldinum og fíggjarstýringini við verkætlanum, ið stovn­ urin umsitur fyri aðal­ ráðini. Mentamálaráðið Sjálvt um menta­mála­ráðið er tann, sum hevur fingið játtanina til at byggja skúlan, so hevur ráðið latið ræðisrættin yvir pengunum til Lands­verk. Landsverk skuldi syrgja fyri, at skúla­bygn­ ingurin bleiv bygdur fyri játtaðu pengarnar. Í apríl 2014 minti Menta­málaráðið Lands­ verk á, at tá ið ráðið fekk játtanina upp á pláss til Markna­gilsdepilin, álegði Fíggjar­nevndin teimum at fylgja væl við játtanini, so­leiðis at ráðið tryggjaði sær, at játtanin fór at halda. Tvær vikur seinni mælti lands­stýris­mað­ ur­in í mentamálum deild­ar­stjóra til at biðja um skrivligar og neyv­ar upp­lýsingar um játtan­ ar­nýtslu og byggi­gongd í mun til tær æt­lan­ir, ið vóru lagdar fram, um­ framt eina neyva met­ing um tað, sum eftir var at byggja. Tann fíggjarligi part­ urin av byggingini hevur verið sera nógv um­tal­ aður, bæði í Løgtinginum og í almenna rúminum, og tí kann tað tykjast undran­ar­vert, at Menta­ mála­ráðið ikki skal hava sóknast eftir øðrum skjal­ prógvi fyri, at peningurin fór at røkka til alla bygg­ ingina, enn at spyrja eina ferð um mánaðin, um stjórin á Landsverki helt, at játtanin fór at halda. Løgtings­grann­skoðar­ arnir hava saman við landsgrannskoðanini ver­ ið inni í málinum fyrr og víst á ymiskt. Løg­tings­ rannskoðararnir hildu tað, sum lands­grann­ skoð­an­in vísti á vera so álvars­ligt, at teir løgdu eitt uppskot til sam­tyktar fyri tingi, sum ein­mælt var sam­tykt. Tá ið løgtings­ grann­skoðararnir í sedptember 2017 spurdu løg­mann nær møguligar lógarbroytingar fóru at verða gjørdar, svaraði hann, att hann helt seg tilt að, sum lands­stýris­ maðurin við sam­ferðslu­ málum segði. Í skrivinum til løg­ mann segði lands­stýris­ maðurin, at eftir­lits­ skipanin SEYF, sum varð brúkt í sambandi við byggi­verkætlanirnar, ið Lands­verk umsat, hevði roynst væl, síðani hon varð tikin í nýtslu, og at hon varð brúkt til allar íløgur, sum Landsverk umsat fyri aðalráð og Løgtingið. Eftir kanningunum, ið Landsgrannskoðanin hevur gjørt, er tað ikki rætt, at SEYF hevur verðið brúkt og “roynst væl” síðani 2013/2014, í øllum førum tá ið um Skúla­depilin við Markna­ gil ræður. Løgtings­grann­skoðar­ arnir lótu í mei 2017 Løgtinginum eitt notat um játtanar og útreiðslu­ gongdina á Glasi. Landsgrannskoðanini kunnugt, er notatið ikki tikið upp ella viðgjørt skip­að í nøkrum høpi í lands­fyrisitingini. Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI AVDÚKANDI FRÁGREIÐINGIN ÁVÍSTI NÓGV ALMENN BREK Løgmaður sigur, at skipanirnar verða eftirhugdar – Løgmansskrivstovan fer nú at vita hvat kann gerast, so slíkt ikki hendir aftur Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur gjørt viðmerkingar til frágreiðingina um Glasir Rigmor Dam, lands­stýris­ kvinna, legði frá sær Evald Kjølbro, stjóri á Lands­ verki, var sendur til hús Glasir - hetta er tað, alt snýr seg um