Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 17. apríl 2019 · Nr. 45 Musikkskúlin í Suðuroy søkir eftir leiðara. Ynskir tú at vera við til at menna tónleikaevni og fimi næmingsins, loysa og aga skapandi megi hansara og geva hvørjum næmingi sær størri møguleika til at uppliva og meta um tónleik og at leggja støði undir einum ríkum tónleikavirksemi í oynni, so er hetta arbeiðið júst nakað fyri teg. Tú kemur at samstarva við heimini, skúlan, tónleikafeløg og onnur, ið eru áhugað innan hetta økið. Musikkskúlin væntar at umsøkja- rar: • hava útbúgving frá musikkkon- servatorii ella líknandi • eru kveikjandi • duga at skipa fyri og hava góð samstarvsevni Setanartíðarskeiðið er 1. august 2019 til 31. juli 2022. Kommunurnar í Suðuroy eru setanarmyndugleiki. Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna, svarandi til 1/2 tíð sambært sáttmála- num hjá Føroya Musikklærarafelag. Umsóknarfreist: 12. maj 2019. Um Musikkskúlan í Suðuroy: Musikkskúlin er ein interkommunalur stovnur, settur á stovn av bý- og bygdaráðum í Suðuroy. Skúlin verður stýrdur av eini nevnd, sum verður vald av kom- mununum. Musikkskúlin í Suðuroy er partur av føroysku musikkskúlaski- panini. Nevndin hevur rætt til at velja umsóknir frá, um tær ikki lúka settu krøvini. Umsókn skal sendast til: Musikkskúlin í Suðuroy v/Rúna Lisberg Ovarivegur 43 970 Sumba rl@sumba.fo Meiri kunning um arbeiði fæst við at venda sær til formannin í nevndini Rúna Lisberg, tlf. 277 377. Leiðari til Musikkskúlan í Suðuroy Grafix 504251 PÁSKAMØTIR 18.-21. APRÍL 2019 Temasangur: Mínum Frelsara eg takka vil av hjarta (555) SKÍRISDAG Í NERIJA Á SKÁLA Kl. 20.00 Møti – Páll Poulsen talar LANGAFRÍGGJADAG Í BYLGJUNI Í RUNAVÍK Kl. 19.00 Møti – Pól í Skorini og Sámal Mikkelsen tala Nebokórið og kvinnukórið í Nebo syngja Barnamøti verður samstundis – Evni: Uppreisnin Kl. 22.00 Ungdómsmøti – Jógvan Martin Davidsen talar PÁSKAAFTAN Í BYLGJUNI Í RUNAVÍK Kl. 20.00 Møti – Tom Roberts talar og Siloakórið syngur Kl. 22.30 Ungdómsmøti – Áron á Roykheyggi talar PÁSKADAG Í BYLGJUNI Í RUNAVÍK Kl. 11.00 Minnismáltíð Harrans – Símun Pætur á Torkilsheyggi talar Kl. 16.00 Møti – Ingvard Petersen talar og Betesdakórið syngur Barnamøti verður samstundis – Evni: Uppreisnin Borðreitt verður við nátturða millum møtini kl. 16.00 og 19.00 Kl. 19.00 Møti – Klæmint Eliassen talar og Betesdakórið syngur Barnamøti verður samstundis – Evni: Uppreisnin PÁSKADAG Í NEBO Á TOFTUM Kl. 22.00 Ungdómsløta BRANN IKKI HJARTAÐ Í OKKUM... Luk. 24,32 HJARTALIGA VÆLKOMIN Samkomurnar í NEBO, BERØA, ELIM og NERIJA TANN FØROYSKI BIÐIMAÐURIN Vit hjálpa døgnið runt +298 51 30 70 Vit hjálpa eisini við flutningi frá og til føroyar Kistur Líkverja Kistuprýði og kransar Prenta sangheftir Líkvogns koyring Skipa fyri ervi Gravsteinar Røkt av gravstað Samskifti frá byrjan til enda Les meira www.sh.fo Vit røkka allar føroyar - Norðoyggjar, Eystur og Streymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy P/F Luna, sum framleiðir HiddenFjord laks, hevur verið í stórari menning í gjøgnum nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling og góðskingarvirki. Tað arbeiða uml. 150 fólk hjá okkum. Vegna støðugan vøkstur og eftirspurning eftir okkara góðskugóða og vælumtókta laksi, kunna vit bjóða eitt Spennandi og avbjóðandi starv sum sølufólk Um starvið Starvið sum sølufólk er avbjóðandi. Tú kemur at hava stóra ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt, men Viðkomandi kemur at vísa til Óla Hansen, søluleiðara. Tú verður partur av søludeildini, men kemur eisini at arbeiða í tøttum samstarvi við framleiðsludeildina, fyri at optimera sølu og framleiðslu av okkara vørum. Starvið er mennandi og spennandi, um tú trívist við at samskifta við og selja til kundar úr øllum heiminum. Talan er um fulltíðarstarv. Starvsstaðið verður í Sørvági og roknast má við nakað av ferðing. Arbeiðsuppgávurnar • søla av okkara laksavørum á altjóða marknaðinum • uppfylging av sølum • uppsøkjandi søluarbeiði • kundavitjanir og kundarøkt • fyrireiking og luttøka á sølumessum • aðrar uppgávur Førleikakrøv • sølustarvsroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt • tað er ein fyrimunur við viðkomandi útbúgving innan sølu og marknaðarføring • hevur áræði og ert ágrýtin at selja • hevur lætt við at gera uppsøkjandi søluarbeiði • ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir • ert væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum • ert málsliga stinn/ur í skrivligum og munnligum enskum, føroyskum og skandinaviskum • hevur góðar telduførleikar Afturat hesum mást tú vera fleksibul og tá tørvur er fyri tí vera til reiðar til at avgreiða uppgávurnar uttanfyri vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftum. Løn og setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara Umsókn Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Hansen, Søluleiðara, tel. +298 221771 oli.hansen@hiddenfjord.com, ella til Atla Gregersen, stjóra, á tel. +298 210257 ella atli.gregersen@hiddenfjord.com. Umsóknarfreistin er mánadagin 6. mai 2019 Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@hiddenfjord.com DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á