Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN APRÍL 2019 2 k v i n n u b l a ð i ð - HARUMFRAMT BJÓÐA VIT EINA DØGN­ TÆNASTU, SO UM OKKURT ER Á VÁSI, ERU VIT ALTÍÐ AT FÁA FATUR Á OG TIL REIÐAR AT HJÁLPA. SLÍKA TÆNASTU FÆRT TÚ IKKI VIÐ AT KEYPA Á NETINUM, SIGUR LINDA KARBECH Í HJØLLUM, DEILDARLEIÐARI Á 62N TRAVEL Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Síðan 1963 hevur ferðaskrivstova 62N verið ein av fremstu veitarum hjá føroyingum, tá ferðin út í heim skal bíleggjast. Upprunaliga varð tað gjørt undir navninum Flogfelag Før­ oyar, og bleiv navnið fyrst broytt í 2007, men øll árini hevur endamálið verið tað sama. At bjóða føroyingum góðar upplivingar úti í heimi. Nógv er tó broytt síðan 1963, tá felagið á fyrsta sinni kundi bjóða eina farleið út í heim í samstarv við IcelandAir. Í dag selur ferða­ skrivstovan ferðir út í stóra heim við øll­um teimum møguleikum, ið rutunetini hjá At­ lantic Airways og SAS bjóða. Tað inniber, at felagið í dag kann bjóða sín­um viðskiftafólkum eina langa røð av pakkaferðum, harímillum sólferðir, stór­bý­ar­ ferðir, familjuferðir, tematúrar, cruiseferðir og skíðferðir. FERÐAST Á NÝGGJAN HÁTT Menningin av rutunetinum hevur eisini ført við sær eina natúrliga broyting í hvussu føroyingar ferðast. Serliga aftaná, at At­ lantic Airways fyri nøkrum ár­um síðan byrjaði at flúgva til ymisk væl dámd ferða­ mál kring Evropa, eru møgu­ leikarnir, ið 62N bjóða sín­um viðskiftafólkum, marg­faldaðar, so hvørt sum eft­irspurningurin eftir ym­ isk­um sløgum av ferðum er voks­in. Eitt slag av ferðum, ið er vorðin ein al­samt størri part­ ur av virkseminum hjá ferða­ deildini hjá 62N seinnu árini, eru cruiseferðir. Tað hevur altíð verið ein ávísur áhugi fyri at fara á cruiseferðir, men aftaná at 62N byrjaði at bjóða cruisepakkar fyri tveimum árum síðan er áhugin munandi øktur, upplýsir Linda Karbech í Hjøllum, deildarleiðari á 62N Travel. - Tað er eitt máti at ferðast upp á, ið før­oy­ ingar veruliga hava tikið til sín. Tað er eisini heilt øðrvísi frá tí, ið føroyingar vanliga hava valt, sigur hon. Í ár bjóðar 62N cruiseferðir til millum annað Miðjarðarhavið, Adriat­ ar­havið og Kar­ibiska havið. Serliga er tað tann fyrsta ferðin, ið hevur stóran áhuga millum før­ oyingar. - Cruiseferðin út frá Barcelona er serliga væl dámd. Talan er um eina samansetta ferð, har man flýgur beinleiðis úr Vágum til Barce­ lona, er eina viku á landi í Barcelona og so eina viku á cruiseferð í Miðjarðarhavinum. Á tann hátt fær man 14 vikur feriu, eitt sindur av hvørjum og nokk so nógv burturúr peng­ un­um, tí kostnaðurin fyri tí eyka vikuna er rímiliga lágur í mun til samlaða prísin, greiðir hon frá. ÁHUGIN DREGUR Eitt annað rák, ið tey hava lagt merki til í 62N, og sum endurspeglast á útboðnum av ferð­ um, er at føroyingar gjarna leggja leiðina út í heim fyri a t uppliva ymiskt, ið hevur teirra áhuga. - Fólk dáma nokk so væl, at ferðast sam­ an við øðrum, ið hava sama áhuga sum ein sjálvur. So í ár selja vit millum annað yoga­ túrar til Barcelona við føroyskum yoga­veg­ leiðara, gongutúrar í Andorra, ymiskar fót­ bólts­ferðir og Formel 1 ferðir og eina Beatles viku í Liverpool. Kortini er tað enn sólferðirnar, har fólk lætt og ómakaleyst kunnu flúgva beinleiðis til eitt ferðamál við Atlantic Airways, ið mest verð­ur selt av hjá 62N. Og har er tað enn Barce­lona, ið føroyingar flokkast til. - Atlantic Airways flýgur næstan helvtina av árinum til Barcelona og er áhugin enn stór­ur millum føroyingar fyri katalanska stór­býnum. Flúgvingin í ár byrja longu nú á pásk­um og selja vit eisini rættiliga fitt av ferð­um áðrenn summarferiuna. Prísurin er rættiliga lágur tá, og er kostnaðurin tann sami at fara eina viku til Barcelona og búgva á einum fýra stjørna hotelli við morgun­mati, sum tað er at fara eitt vikuskifti til Dan­mark­ar. So tað vit síggja er, at nógv vaksin fara ein túr við vinfólkunum, áðrenn tey seinni fara á feriu við børnunum, sigur Linda Karbech í Hjøllum. Tað er eingin loyna at kapp­ ingin um at selja sól- og temaferðir til føroyingar er rætti­liga høg. Seinnu árini er tað eisini vorðið meira vanligt at keypa slíkar ferðir á net­in­ um, men tað gevur ikki somu tænastu og trygd, ið ein ferðaskrivstova bjóðar. - Sum kundi hjá okkum, eru vit klár hjálp at hjálpa frá tí, at tí ferðin byrjar í Vágum til tú ert heima aftur. Tað er ein samlaður pakki vit bjóða. Á øllum okkara beinleiðis rutum hava vit bussar, ið heinta okkara kundar á flog­vøllinum og koyra tey á hotellið. Har­um­ framt bjóða vit eina døgn­tænastu, so um okk­urt er á vási, eru vit altíð at fáa fatur á og til reiðar at hjálpa. Slíka tænastu fært tú ikki við at keypa á netinum, sigur deildarleiðarin. HJÁLPT FØROYINGUM ÚT Í HEIM SÍÐAN 1963