týsdagur 16. apríl 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN APRÍL 2019
14
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
Ger fótbóltsdreymin
til veruleika
- EG HOYRI MANGAN, AT TAÐ BARA ERU
UNGIR MENN, IÐ FARA Á SLÍKAR FERÐIR, MEN
ENN ER TAÐ ALDRIN HENT, AT EINGIN KVINNA
ER VIÐ Á EINARI FERÐ HJÁ OKKUM. OG TAÐ ER
ALT FRÁ TANNÁRINGUM TIL ELDRI FÓLK, IÐ KEYPA
SÆR EINA FÓTBÓLTSFERÐ, SIGUR EBBE KRISTINN
THOMSEN, STJÓRI Í FÓTBÓLSFERÐIR
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Seinastu sjey árini hevur felagið Fótbólts
ferðir spesialiserað seg í at veita føroyingum
minningarríkar upplivingar á nøkrum av
størstu leikvøllunum í Evropa.
Nou Camp, Old Trafford og Anfield eru
millum nakrar av fótbóltsvøllunum, ið felagið
hevur sent eina ørgrynnu av føroyingum til
hesi árini. Og tað er øll hugsandi fólk, ið fara
til slíkar dystir.
- Eg hoyri mangan, at tað bara eru ungir
menn, ið fara á slíkar ferðir, men enn er tað
aldrin hent, at eingin kvinna er við á einari
ferð hjá okkum. Og tað er alt frá tannáringum
til eldri fólk, ið keypa sær eina fótbóltsferð,
sigur Ebbe Kristinn Thomsen.
ONGIN ATGONGUMERKIR
Alt byrjaði fyri sjey árum síðan, tá maðurin
handan felagið, Ebbe Kristinn Thomsen,
ætlaði at síggja sítt lið Manchester United.
Tað vísti seg tó, at tað var ikki so lætt, ið hann
fyrst helt.
- Eg og ein vinmaður vildu síggja ein dyst,
men vit fingu bara ikki hendur á nøkrum
atgongumerkjum. Tá hugsaði eg, at hetta
mátti eg gera nakað við, minnist Ebbe Krist
inn aftur á.
Næstu mánaðirnir blivu brúktur upp á
viðurskiftini í samband við dystir og keyp av
atgongumerkjum. Aftaná tógvið stríð fekk
hann nakrar avtalur upp á pláss og byrjaði
sjálvur at selja ferðir til fótbóltsáhugaðar
føroyingar.
- Okkara fyrsta bólkaferð
var eitt leiguflogfar við 95 føroy
ingum til dyst á Old Trafford. So vit byrjaðu
stórt, sigur Ebbe Kristinn.
GAGN AV RUTUNETINUM
Fyrstu árini var virksemið avmarkað til dyst
ir á Old Trafford, men síðstu trý árini hevur
felagið selt atgongumerkir til dystir kring alt
Evropa.
- Nýggja rutunetið hjá Atlantic Airways
hevur lætt um hjá okkum. Nú er eingin
trupulleiki at senda smærri bólkar avstað,
sigur Ebbe Kristinn, ið upplýsir at man fram
haldandi ger einar seks bólkaferðir árliga.
Fótbóltsferðir bjóðar at skipa fyri ferðing,
uppihald og atgongumerkjum til dystir, men
um so er, at onkur einans ynskir at keypa eitt
atgongumerki, so er tað ongin trupulleiki.
Fótbóltsárið í stóru londunum í Evropa er
farið at halla, men tað merkir stamstundis, at
leikskráirnar til næsta ár skjótt verða klárar.
Og tá eru teir í Fótbólsferðum eisini klárir.
- Dystarskráin hjá Premier League kemur
út í juni, og innan fáar dagar, lýsa vit við
fyrstu túrunum. Vit lýsa altíð í góðari tíð og
gjaldstreytirnar eru sera rímiligar, sigur Ebbe
Kristinn.
facebook.com/fotboltsferdir
Fótbólsferðir, bjóðar ferðir úr Føroyum
til Onglands, Spania og Týskland
Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum
Vit vilja fegin
finna eina
loysn, ið hóskar
seg til tín!
Vit hava
nógvar og
góðar royndir
innan økið
Okkara
ferðir eru
pakkaloysnir
– Alt er íroknað!
Vit gera
smærri
og størri
bólkaferðir
Grafix 504251