Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-16, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 2019síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN APRÍL 2019 24 k v i n n u b l a ð i ð FÝRA RÁÐ TIL HAVAN Várið er tann tíðin á árinum, tá kuldin so líðandi byrjar at missa fastatøkur á havar kring landið. Páskavikan er eisini eitt gott høvi hjá mongum, at leita sær út úr hús­inum og byrja at arbeiða við hav­anum, so at hann er klárur til summarið. Vit hava fingið Harald Símun­arson Hammer, ið er gartnari, at geva okkara lesarum nøkur ráð um hvat kann gerast í havanum nú um páskirnar. Lagt til rættis: Hallur av Rana 1 Tað sum er aktuelt beint nú, eru serliga teir flestu leyk vøkstirnir, sum eru frammi. Tað eru millum annað krokus, scilla og tulipanir. Tað vanliga er sum oftast at lúka moldina væl framman undan, áðrenn leykirnir byrja at koma upp, tí tað er ikki so lætt at lúka ímillum leykirnar. So skjótt sum leykirnir byrja at avblóma, er vanligt at taka allar stelkarnar burtur fyri útsjóndina og síðani lúka moldina, áðrenn allar aðrar staudir koma fram ella summarblómur verða plantaðar.  2 Hekkurin kann gott byrjast at klippast, nú gróðurin byrjar. Tað er meira, tá ið man skal skera stóra nøgd av trænum, ella runninum, at man má vera umhugsin at gera hetta í rættari tíð. Serliga í august hevur træið ella runnurin samla sær so mikið av orku, til at millum annað at lekja sárini aftur, ið verða skorin av.  3 Grasplenan vaknar eftir sín svøvn, og byrjanin er altíð merkt við stríð við mosanum. Royn og lufta plenuna eitt sindur, rudda hana fyri bløðum og øðrum, soleiðis at einki liggur á plenuni. At taða plenuna fer eisini at vera tíð til nú. Og man skal byrja at sláa grasplenuna so skjótt sum gróðurin orduliga kemur í gongd. 4 Og so fer at vera síðsta freist at stikklingsformera greinar av runnum, serliga teimum leyvfellandi. Tað ger man við at klippa eina 1-2 árs gamla grein, ið er umleið 15 cm, og stinga umleið helvtina niður í jørðina. Møguleikin fyri at tað riggar nú eru sera høgur, men blívur minni og minni longri vit koma inn í várið, og bløð byrja at koma á greinarnar.  Lagt til rættis: Hallur av Rana