týsdagur 16. apríl 2019síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN APRÍL 2019
26
k
v
i
n
n
u
b
l
a
ð
i
ð
PÁSKALIGIR
EINHYRNINGAR
HEVUR TÚ HUG AT ROYNA OKKURT NÝTT OG ENDURNÝGGJA PÁSKAREGGINI Í ÁR? ÍBLÁSTURIN TIL
FLOTT PÁSKAREGG, ER ÓENDALIGUR, MEN HEIMA HJÁ OKKUM VAR ONGIN IVI HESUFERÐ. EG EIGI
EINA GENTU, SUM ER PÚRA VEKK Í EINHYRNINGUM FYRI TÍÐINA, SO VIT SKULDU SJÁLVANDI GERA
EINHYRNINGA PÁSKAREGG Í ÁR. VIÐ EITT SINDUR AV GULL PAPPÍRI, EINUM LÍMPISTÓLI OG NØKRUM
PASTELBLÓMUM, KANST TÚ LÆTTLIGA GERA HESI FITTU EINHYRNINGA PÁSKAREGGINI.
TÚ SKALT BRÚKA:
Egg
Kaffi (ikki neyðugt)
Gull glimmurpappír
Límpistól ella sekundlím
Saks
Svarta tússj
Silkipappírs rundingar í ymsum litum
frá Søstrene Grene (tú kanst eisini
brúka kunstigar blómur)
Vatt ella silkipappír
SOLEIÐIS GERT TÚ:
1
Kóka eggini í 10 minuttir ella tú kanst brúka kunstig egg. Eg
kókaði eggini og koyrdi eina skeið av kaffi í vatnið, so eggini
fingu ein flottan ljósabrúnan lit.
2
Tekna eygu á eggið við svartari tussj umleið ¼ frá toppinum.
3
Klipp gullpappírið í fýrakantar á umleið 5x5 cm. Rulla pappírið
til eitt kramarhús og líma endan á pappírinum fastan. Klipp
yvirskot av pappírinum, so at tann breiði endin er beinur.
Stappa silkipappír ella vatt inn í kramarhúsið, so at límið kann
heftast á har. Líma síðani kramarhúsið ovast á eggið.
4
Líma so blómurnar á, rundan um kramarhúsið. Eg brúkti
silkipappírs rundingar, sum eg gjørdi til blómuskap. Eg
helt í miðjuni á rundinginum og bukkaði tað saman til eina
blómu.
Og
voila!
So hevur tú
fitt páskaregg í
einhyrninga skapi.
Góðan arbeiðshug
og gleðiligar
páskir!
Lagt til rættis: Malan Justinussen