Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í dag fer Løgtingið at taka støðu til, um at eitt mál um at SEV skal lutast sund­ur, so handilslig áhug­ amál kunnu fáa fat­ur í pørtum av tí, sum fólkið í Før­oy­um nú eigur – skal fá­ast úr rætt­ar­nevndini og til við­gerðar í ting­i­num. Orsøkin til at Løgtingið skal taka hesa støðu er, at landsstýrinum skal tryggj­ast nakrar vikur longri livi­tíð. Magni Laksafoss hevur gjørt ein handil við samgonguna – sum tað helst ikki er meiriluti fyri í sam­ gong­u­ni. Og tað má sigast at vera púra ørt í óð­um verkum at tæga hendan komm­un­ala felagsskapin sundur, tí at nakr­ir privatpersónar síggja sær ein vinn­ing í fólksins ogn. Tað er gott, at fólk bróta upp úr nýggj­um á orkuøkinum. Og tað er gott, at onkur hevur vakt tað ofta sov­andi bjørnina SEV. Men tað skert ikki burtur, at júst SEV hevur ver­ið eitt hitt størsta frambrotið í Før­oy­um. Ein samhaldsfastur fel­ ags­skap­ur, sum hevur megnað at fing­ið streym út í øll herðashorn í Før­oy­um og megnað at fylgt við neyð­ugu útbyggingunum. Gamaní var felagsskapurin við­ hvørt í so konservativur og fór kanska ov langt í vatn­orku­út­bygg­ ing og var ov trekur at fara und­ir vind­orku. Men tað er so við pol­it­ ik­ar­um, vit fáa tey fólkini fram at maktini, sum vit hava valt. Men velja vit at lata fólk­ini við peng­unum ráða á streym­veit­ing­ ar­øki­num, so vendst ikki aftur. So verð­ur tað sum við oljusølu til føroysku húsarhaldini, at tað verða nakrir fáir reiðarar og út­lend­ing­ar, sum skulu hava tann vinn­ing, sum í dag verð­ur nýttur til fram­tíðar út­ bygg­ing­ar, landi og fólki at frama. Valla fara privat áhugamál at gera í­løgur í elveitingina í Føroyum, tí at tey eru góð við føroyingar. Ella vit kunnu spyrja sum so, fer nakar at bjóða SEV av fyri at hjálpa før­ oy­ing­um? Tí mugu vit verja hend­an fel­ags­ skapin, so hann ikki verð­ur lutaður sundur ímillum spe­ku­lantar­. Men hvar eru røddirnar, sum skulu verja fólkins ogn, SEV? Hvar er Annika Olsen, borg­ar­stjó­r­i í Havn, sum situr við flestu »parta­ brøv­u­num«, og hvar er Denn­is Holm, borgarstjóri í Vági, sum er for­maður í Kommunufelagnum? Hví trína hesi fólk ikki fram og verja okkara alra felagsskap? Hvat siga allir borgarstjórarnir í Løgtinginum? Tað kann væl vera, at SEV treing­ir til broytingar, og tað er gott við kapping. Men tit sum umboða fólkið, sum eigur hendan felagsskapin, tit eiga og skulu verja felagsskapin og ikki lata hann upp fyri skutil fyri at ein vilstur sambandsmaður skal finna sær leiðina í ein nýggja flokk. Framtíðin hjá SEV hevur størri týdning og virðiligari viðgerð fyri neyðini enn sum so. Fólkið eigur SEV, og komm­ unu­politikarar umbmoða fólkið HVÍ VERJIR EINGIN SEV? Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Jógvan Mørkøre Mótaorðið nú á døgum tyk­ ist at vera umhvørvið, og hvør roynir í sínum lagi at taka málið upp. Einki er galið í tí. Men at verja umhvørvið er ikki bara at tosa, men gerð­ir mugu standa aftan fyri orðini. Arbeiðið fyri at verja um­ hvørvið kunnu vit øll gera nakað við. Vit kunnu byrja í smáum heima hjá okk­um sjálvum, við t.d. at seta sær sum mál ikki at fylla skrell­i­ spann­ina fulla ta vikuna, ikki gera ov nógvan mat men held­ ur hita hann uppaftur, um ov nógv er gjørt til døgurða, taka rusk upp úr náttúruni, tá tú gong­ur framvið tí, heldur enn at lata tað liggja, fara við buss­ inum heldur enn við bilinum, har sum tað er lagamanni. Vit kunnu gera so nógv. Tí handl­ar tað at verja um­hvørv­ ið ikki um at tosa men at gera nak­að aktivt. Eitt er, hvat vit kunnu kunnu gera hvør ein­ særis. Størri týdning hevur tað, vit kunnu gera í felag. Eg havi drúgvar royndir at vísa á, tá talan er um at verja lok­ala umhvørvið í Sund­a­lag­ n­um mótið ó­neyð­ug­um spill­ andi árini av burt­ur­kasti og ruski frá vinnu og borg­ar­um. Sum tey nógvu árini eg var virk­in sum komm­un­al­pol­i­t­ ikari í fyrrverandi Hósvíkar komm­unu og seinni í Sunda komm­unu, har eg nú eri inni rætti­liga ofta, sum varalimur í bý­ráð­num. Mítt eyðkenni er, at eg ar­ beiði íðin, eg sigi mína hugsan, eis­ini tá hon ikki er væl lýdd, og eg standi við tað gamla, at eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður - eins og ein kvinna ein kvinna! Virðing hava vit tørv á í hes­ um politisku tíðum, og vit hava tørv á politikarum, sum tora at handla og ikki bara tosa. Eg eiti Jógvan Mørkøre og eg eri 63 ára gamal. Eg havi nógvar lívsroyndir, og eg brenni fyri tí politiska ar­ beið­i­num, og mær dámar best einar Føroyar, har øll hava javn­bjóðis møguleikar at liva í okk­ara samfelag. Tí havi eg játt­að at stilla upp fyri Javn­ a­ðar­flokkin, og eg ynski at ar­beiða fyri allar borgarar í Føroyum, um eg komi inn á ting. Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Sólrun veit nær valið verður TÍÐINDI SÍÐA 10 Paul Watson eltir Týr TÍÐINDI SÍÐA 9 Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin Falkavegur · 100 Tórshavn · tel. 35 46 80 Stórt úrval av skrivstovuinnbúgvi Siti/standiborð 80x160 laminat ella finér Nú 4.295,00 VANL. 7.000,00 Til dømis: Grafix 504251