Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Misálit er tað einasta sum kann fella samgonguna Samgongar tekur ikki undir við uppskotinum hjá Magna Laksáfoss um broytingar í elveitingarlógini Árni Gregersen GREINING: Samgongan er kom­in í eina kreppu, har tað kníp­ur at finna 17 atkvøður, sum vilja atkvøða fyri teimum upp­skotum, sum samgongan hev­ur liggjandi í Løgtinginum. Trý uttanflokka tingfólk eru í løtuni. Av teimum kann sam­gongan best rokna við, at Sonja Jógvansdóttir fer at at­ kvøða fyri teimum upp­skot­un­ um, sum samgongan hevur lagt fram. Nógv meira ivasamt er um teir báðir, Kristin Michelsen og Magni Laksáfoss, fara at at­ kvøða fyri samgongu­upp­skot­ un­um. Kristin Michelsen er koyrd­ ur úr Javnaðarflokkinum og har­við eisini úr samgonguni. Tað vil siga, at hann ikki følir, at hann skyldar sitandi sam­ gong­uni nakað og tí er ikki vist at hann fer at atkvøða fyri sam­gonguuppskotum. Magni Laksáfoss var valdur á ting fyri Sambandsflokkin, men vendi flokkinum seinni rygg­in og hevur arbeitt sum utt­anflokkatingmanður eina tíð. Hann hevur atkvøtt saman við samgonguni, men støðan er heldur øðrvísi nú. Magni Laksáfoss hevur sjálv­ur lagt eitt uppskot fyri tingið um broytingar í elveit­ ing­arlógini. Uppskotið broytir mát­an at selja streym til brúk­ ar­arnar í Føroyum við einum markn­aði. Uppskotið sigur eis­ ini, at elnetið skal leggjast í eitt felag fyri seg, uttanfyri SEV. Uppskotið kolveltir mátan at framleiða og selja el í Før­oy­ um. Tað er ikki viðgjørt í lands­ stýrinum og tí tekur sam­gong­ an ikki undir við tí. Ein onnur forðing eru borgarstjórarnir í tinginum. Teir umboða eigar­ ar­nar í SEV, sum eru føroysku kommunurnar. Teir vilja ikki skilja elnetið frá SEV. Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum, so um tað var so, at Magni Laksáfoss, skuldi stuðla samgonguni aft­ ur­fyri, at hansara uppskot kom ígjgøgnum í tinginum, so er tað fallið til jarðar. Um tað vil siga, at Magni Laksá­foss so ikki fer at at­ kvøða fyri uppskotum hjá sam­gonguni, er óvist. Stríð til seinastu løtu Sum støðan er í skirivandi løtu, so veit samgongan ikki, um tað fer at eydnast at fáa nøk­ur av málunum sum liggja í ting­inum samtykt. Men fyrsta atkvøðu­greiðsl­ an í dag verður um uppskotið hjá Magna Laksáfoss skal at­ kvøð­ast úr rættarnevndini. Tað kann lættliga henda, at upp­skotið verður atkvøtt aft­ ur í tingið, men tað vil ikki siga tað sama sum, at tað verður sam­tykt í tinginum. Samgongan hevur fleiri stór mál, sum hon fegin vil hava sam­tykt undan valinum. Tvær stór­ar lógir eru margfeldislógin og nýggja vælferðarlógin. Uttan at siga, at hetta eru “kabinett-spurningar” so eru hetta uppskot, sum sam­gong­ an ikki heldur koma ígjøgnum við einari borgarligari stjórn. Men eisini onnur átroðk­andi mál eru í tinginum. At áseta veiðugjøld er eitt mál, sum semja ikki hevur verið um enn, um­framt uppskotið um at flyta menningarkvotur um árs­skiftið. Heldur ikki verður mett, at tað fer at bera til at byggja nýtt tjóðleikhús, um hin síðan í salinum ger sam­ gongu eftir eitt val. Samgognan hevur sjálvandi viðgjørt hesar spurningarnar neyvt, men sum skilst, so verð­ ur arbeitt fyri at fáa meirluta fyri nøkrum av málunum. Hinvegin siga partar av sam­gonguni, at velir andstøð­ an at fella uppskotini, so ger tað ikki, at samgongan noyðist at leggja frá sær. Skal tað henda, so verður tað við einum misáliti á løg­ mann í samband við Glasir. Ikki fyrst og fremst tí at hann ikki hevur havt eftirlit við sín­ um landsstýrisfólkum, men held­ur tí at løgmaður sjálvur í eitt tíðarskeið umsat sam­ ferðslu­mál og harvið eisini Glas­ir-verkætlanina. Andstøðan kannar sjálvandi um møguleiki er fyri at fella sam­gonguna. Neyvan verður nakað misálitisuppskot lagt fram uttan so, at vissa framm­ an­undan er fyri, at tað fær meir­luta. Skuldi tað hent, so má løg­ mað­ur leggja frá sær beinan­ veg­in. Hann virkar sum løg­ mað­ur til nýggjur løgmaður er vald­ur, men kann kortini ikki gera annað, enn tað sum skal til fyri at halda samfelagið koyr­andi. Løgmaður missir tó ikki heimild­ina at útskriva val. Hon stendur við til eina viku eftir at eitt misálit er samtykt. Magni Laksáfoss Kristin Michelsen Sonja Jógvansdóttir Løgmaður kann fáa eitt uppskot móti sær um misálit