Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA - At tapa seg eigur ongantíð at vera einasta málið, sigur sálarfrøðingur Vilmund Jacobsen Sum løggildur sálar frøð­ ing ur við serkunnleika í heilsu sálarfrøði, heldur Jeanne Fløe, at fólk, sum stríðast við yvirvekt og ætla sær í viðgerð móti fiti, ongantíð eiga at hava tað sum einasta mál í við­ gerðini, at tey nú bara skulu tapa seg. ­ Um so er, er dysturin í fleiri førum taptur frammanundan, tí ofta vil kroppurin í byrjanini arbeiða so hart ímóti hes um, at tað tekur tíð, áðrenn tey fyrstu pundini byrja at fara, sigur hon. Ikki sjálvgjørt Jeanne Fløe vísir á, at tá ræður um yvirvekt, er ógvuliga umráðandi, at vit eisini hugsa um at broyta lívstíl. ­ Setir tú teg í eina harða viðgerð, kann væl vera, at tú tapir nøkur kilo rættiliga skjótt, men í tí løtu, tú byrjar at eta van ligt aftur, byrjar vekt­ in eisini at veksa aftur. S á l a r f r ø ð i n g u r i n heldur tað vera skeivt at ein fald gera trupulleikan við fiti og tað seinasta, vit eiga at gera, er at siga, at yvirvekt er ein sjálv­ gjørdur trupulleiki. Kelda: www.helse.dk Vilmund Jacobsen 82 prosent av dønum halda, at yvirvekt og fiti er sjálvgjørt. Men, fiti­ trupulleikar eru meira tor greiddir enn tað, siga ser frøðingar. Yvirlækni og fitiser­ frøð ingur, sum www. helse.dk hevur skift orð við, halda, at yvirvekt eigur at metast sum kronisk sjúka, og tí er hug burðurin hjá teimum, sum siga, at hetta er sjálv­ gjørt, óbegávaður og for­ dømandi. Tú kanst ímynda tær, at tú situr í einum bussi, sum steðgar við eitt steðgipláss. Ein ung genta kemur inn. Hon blæs ir og pístrar. Sveittin drívur av enninum, meðan hon baksast við at fáa stóru taskuna upp á setrið. Unga gentan, sum vigar alt ov nógv, smílist, tá hon endiliga kann seta seg niður. Hon setir ein snyrðil í oyrað við tón­ leiki, leggur seg aftur yvir og byrjar at eta kips úr einum posa, hon hevur lagt á borðið. Um tú nú hugsar, at vektin hjá ungu gentu ni er sjálvgjørd, og at hon heldur átti at latið vera við at etið úr kips pakka­ num, so er tú als ikki hin einasti, ið hugsar soleiðis. Ein donsk kanning vísir nevniliga, at heili 82 prosent av dønum halda, at gentan sjálv hevur skyld ina í, at hon vigar ov nógv. Men, ein slíkur hug burður er sambært ser frøðingum óheppin og er við til at brennimerkja fólk, sum stríðast við vekt. Miskunarleysur dómur Løggildi sálarfrøðingur við serkunnleika í heilsu sálar frøði, Jeanne Fløe, heldur, at ein av orsøkun um til, at so mong síggja yvirvekt sum sjálvgjørdan trupul­ leika, er, at alt ov fá hava kunnleika til mennis­ kjans lívfrøði og sálar­ frøði. ­ Haraftrat hava tey sam felags virði, sum eru ráð andi í dag, eisini sín leik lut. Hetta eru so kallaði virði, ið snúgva seg um, at vit øll skulu hava yvirskot, tamarhald á okkum sjálvum og liva heilsugott. Megna vit ikki at liva upp til hesa fyrimynd, verður dóm ur in harður og miskun ar leysur, heldur Jeanne Fløe. Hon vísir á, at ímyndin hjá mongum er at liva heilsu gott, og at bæði vaksin og børn eru kløn, tí hetta er líka sum sosiali vísar in fyri viðgongd. Tá hetta so ikki eydnast, halda mong tað vera í lagi at rætta peikifingurin og niður gera tey, ið stríðast við vekt. Atgongdin til mat Sálarfrøðingur heldur, at ein av trupulleikunum við yvirvekt í dag er, at vit sum menniskju slett ikki eru skapt til at hava fría atgongd til so nógvan mat, sum vit í veru leika­ num hava. Hon vísir á, at okkara lív frøðiliga skipan bjóðar okkum at eta – eisini, tá lika mið slett ikki hevur tørv á mati. Úrslitið er, at 47 prosent av dønum viga ov nógv, og 13 prosent eru bein leiðis feit. ­ Men, vit kunnu ikki taka upp kjakið um yvir­ vekt, um vit ikki eisini snakka um lívfrøði. Vit eta, tí kroppurin sigur okkum, vit kunnu ”risikera”, at eingin matur knapp liga er eftir, og vit eru øll í vanda fyri at verða leidd út í fiti. Jeanne Fløe vísir á, at frá náttúrunar hond eru vit menniskju soleiðis skrúvað saman, at okk­ um dámar best sukur og feitt, og tað krevur nógv av okkum at vera ”klókari” enn kroppurin og soleiðis taka neyðugu av gerðirnar. ­ Í tí løtu, vit gera av, at nú vilja vit tapa okkum, roynir allur kroppurin at stríðast ímóti vekttapi, sigur sálarfrøðingurin. Eingin eydnuríkur Um tað var so lætt at tapa seg, høvdu heldur ikki so mong havt trupulleikar við vektini. ­ Eg trúgvi ikki upp á mýtuna um tey feitu og eydnuríku, men eg veit eisini, at tað krevur eitt velduga stórt yvirskot at hava ein heilsugóðan lívsstíl. Nógv halda, at tey líka skulu hava nøkur ting upp á pláss, áðrenn tey kunnu byrja at liva heilsu gott. Men, ofta koma fólk, sum dragast við vekttrupulleikar, ongan tíð hartil. Jeanne Fløe vísir á, at tað kann vera hin fíggjarligi parturin, sum liggur í buktini, og hetta er sambært sálar­ frøðinginum eisini ein av orsøkunum til, at fiti­ trupul leikin hevur eina sosiala slagsíðu. www.helse.dk ATGONGDIN TIL MAT ER OV LØTT Vekt og lívsstílur hanga saman - Ein av trupulleikunum við yvirvekt í dag er, at vit sum menniskju slett ikki eru skapt til at hava fría atgongd til so nógvan mat, sum vit í veruleikanum hava, sigur sálarfrøðingur - Nógv halda, at tey líka skulu hava nøkur ting upp á pláss, áðrenn tey kunnu byrja at liva heilsugott, sigur sálarfrøðingurin Mynd: Visualhut.com