týsdagur 23. apríl 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. apríl 2019 · Nr. 46
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Landskapping:
Skála og B36 taptu á heimavølli,
tá ið EB/Streymur lyfti sær úr
botninum, og KÍ setti seg á toppin
Jóannes Hansen
Páskaumfarið
í
landskapp
ingini tók seg ikki frítt øðrvísi
upp, enn tað varð roknað við.
Í Fuglafirði varð páskafrið
urin órógvaður av tíðindunum
um, at tað varð mett vera
neyðugt at skifta venjaran
út. Tíðindini vóru ógvuliga
avmáld, men tað varð sagt,
at eitt stig í fimm dystum
var orsøkin til, at nevndin
helt tað vera best, at ÍF og
Hegga Samuelsen, sum í fjør
hevði ábyrgdina, tá ið ÍF vann
uppflyting, og sum hevur verið
ábyrgdarmaður inntil mána
dagin í dimbildagavikuni, fóru
hvør til sítt.
Eingin permanent venjara
loysn er funnin. Tí var tað
Ólavur Larsen, sum er hjálp
arvenjari, ið hevði ábyrgdina,
tá ið fulgfirðingar skíriskvøld
vóru í Runavík.
Tað sá leingi út til at ganga
væl. Jóhan Petersen legði ÍF
framum, tá ið hann sneiddi seg
leysan eitt sindur til vinstru í
brotsteiginum og sendi bóltin
dygst inn við nærru stólparót
ini. ÍF varðveitti leiðsluna fram
til miðskeiðis í seinna hálvleiki,
og tað var ikki frítt, at tankin
spøkti, at nú vóru ÍF og Ólavur
Larsen við at endurtaka tað,
sum Ole Gunnar Solskjær og
Manchester United megnaðu,
tá ið norðmaðurin var fyribils
settur venjari.
ÍF og Ólavur Larsen vóru tó
væl styttri í barónasongini, enn
Ole Gunnar Solskjær og teir í
Manchester vóru. NSÍ var lítið
sannførandi, men heimaliðið
reisti seg eftir steðgin og vann
3-1.
Tað glapp av álvara
Skála – EB/Streymur 1-2
Hjá skálamonnum var tað
stórt vónbrot, at heimaliðið
undir Mýruhjalla stóð eftir við
ongum, tá ið dómarin bríkslaði
fyri síðstu ferð. Skála hevði í
fyrra hálvleiki tríggjar heilt
stórar møguleikar at skora,
men tað eydnaðist bara at
skjóta málið, sum Jákup Johan
sen skoraði ein minutt undan
steðginum.
Steffan Løkin javnaði til 1-1
beinanvegin eftir steðgin, og
so endaði tað við, at innskifti
Niklas Kruse skoraði sigurs
málið, so EB/Streymur vann 2-1.
-Tá ið vit hava vunnið fyrsta
sigurin, so fer tað at gleppa,
hevur
EB/Streymavenjarin
Jákup Martin Joensen fleiri
ferðir sagt fyrr í ár, tá ið EB/
Streymur hevur tapt við einum
máli. Nú vísti hetta seg at vera
so, tí undan sigrinum á Skála
vann EB/Streymur 5-1 á heima
vølli ímóti AB.
Skálamenn hildu seg ikki
hava undirmett grannarnar í
EB/Streymi:
-Vit spældu okkum til møgu
leikarnar, sum skulu til fyri at
skjóta fleiri mál, men vit vóru
ikki nóg neyvir í síðstu send
ingunum og royndunum ímóti
málinum, sigur Skálavenjarin
Eyðun Klakstein.
Úrslitini ímóti AB og Skála
hava við sær, at EB/Streymur
hoppaði av aftasta plássi og
fram á áttanda pláss, meðan
Skála framvegis er næstfremst.
KÍ er topplið
B36 – KÍ 0-3
Klaksvíkingar vístu skírisdag
taktiskt meistaraverk, og teir í
árstalsfelagnum vóru ógvuliga
vónbrotnir. Teir kendu
seg leingi hava tamarhald á
spælinum, men teir megnaðu
ikki at fáa hol á. Í seinna
hálvleiki vóru teir frustreraðir
og høvdu hug at illneitast inn
á dómaran, meðan alt gekk fyri
seg eftir treytunum hjá væl
nøgdu klaksvíkingunum bæði
á og kring vøllin í góðveðrinum
í Gundadali.
KÍ hevði øgiliga vakið eyga
við Árna Frederiksberg, sum
misnýtti
tvey
fríspørk
úr
góðum støðum. Tað var ikki
hansara dagur, og tað var ikki
dagurin hjá B36.
3-0 tapið hjá B36 var merkis
vert á tann hátt, at hetta var
fyrsta ferðin síðani 6. mai í
2017, at B36 er farið av vøllinum
uttan at skora. Fyri knøppum
tveimum árum síðani endaði
landskappingardysturin ímóti
EB/Streymi við Margáir mál
leysur.
B36 hevur ikki tapt við trim
um málum ella meiri enn tað
síðani á mikkjalsmessu í 2013.
Tann dagin, 29. september 2013,
vann NSÍ 4-0 á heimavølli ímóti
B36. Hetta var í 24. umfari í 2013.
Sigurin ber við sær, at KÍ
framvegis er ósigrað og topplið.
Tølini siga, at tað riggar í
báðum endum. Fimm mál eru
farin ígjøgnum í seks dystum,
og tólv ferðir hava tey í bláu
leguni fegnast um skotin mál.
Simen Sandmæl, sum setti
hol á eftir gott einmansavrik
og við fínum skoti, var eyð
sýndur á sentrala miðvølli
num, har hann saman við
liðformanninum
Jákupi
B.
Andreasen vann nógvar nær
dystir. Jóannes Bjartalíð, sum
eftir stórt mistak í B36 verjuni
fram ímóti dystarenda stað
festi sigurin, var aftur framúr
væl upplagdur.
Darius Lewis, sum løtu
frammanundan var skiftur inn,
skoraði 2-0 málið, tá ið hann
eftir sending framímillum rann
frá miðverjuni og sneiddi fram
við málverjanum, áðrenn hann
trillaði bóltin í málið.
Víkingur gjørdi skjótt av
TB – Víkingur 1-2
Máltalvan við Stórá í Trongis
vági vísti framvegis 0-0, tá
ið liðini komu á vøllin eftir
steðgin.
So gekk skjótt, og Víkingur
skoraði eftir lítlari løtu tíðliga
í seinna hálvleiki málini, sum
bóru sigurin við sær.
Teitur Olsen, sum ikki hevur
spælt higartil í ár, var vikarur
í TB miðverjuni í staðin fyri
leikbannaða
Poul
Ingason.
Tað riggaði væl, inntil seinni
hálvleikur var fimm minuttir
gamal. So skoraðu veteranarnir
Sølvi Vatnhamar og Adeshina
Lawal
innanfyri
tríggjar
minuttir.
Hetta vísti seg at vera av
gerandi, hóast TB hevði fleiri
møguleikar enn gestirnir og
skoraði eitt mál fram ímóti
dystarenda. Enn einaferð var
Stefan
Radosavjlevic
mál
skjútti. Hesa ferð var tað við
langskoti.
-Víkingur hevði lotið undan
í fyrra hálvleiki, og tí høvdu vit
møguleikan eftir steðgin, men
vit vóru ikki nóg neyvir og
gjørdu ov nógv mistøk, heldur
TINDARNIR
SMOKKAÐU
SAMAN