Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. apríl 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Um enn nær ella fjart ert tú sál míni kært, sum tú fedrunum vart; tí tú glógvar so bjart Í gjár var flaggdagur okkara – at minn­ ast, at føroyska Merkið varð góðkent sum før­oyskt flagg á einum fundi á skriv­stov­uni hjá Valdemar Lützen úti í Rætt­ará í Havn mikudagin hin 24. apríl 1940 – at galda sum tjóðarmerkið før­oy­ inga frá 25. apríl í 1940. Øll eru vit góð við Merkið, sum sam­ ein­ir okkum sum fólk. Gamaní var ávíst pol­it­iskt stríð um flaggið, sum soleiðis eis­i­ni var nýtt í politiska stríðnum um støðu Føroya í danska ríkinum. At góðtaka føroyska flaggið og at verða góð­ur við flaggið hevur einki við loys­ing­ar- ella sambandspolitikk at gera, og tí dag er einki stríð um, hvat flagg skal vera merki okkara. Vit eru øll samd um, at merki føroyinga er Merkið. Um vit so verða sjálvstøðu tjóð, ella vit vera verandi tjóð í danska ríkinum, so svitast ikki, at flagg okkara framvegis er flagg okk­ara. Tað vísir okkara tjóðskap. Vit virða best flaggið og tjóð­ skap okk­ara við at virða tað sum flagg alra før­oy­ing­ar. Fløgg og tjóðskapur – ella nati­on­al­ isma hava ført til nógv stríð og nógvan tram­ans­skap. Vit hava upplivað fólk, sum vilja doyggja fyri flaggið, og fólk og fólka­sløg, sum doyggja av einum flaggi – ella í tjóðsakaparligum stríði ymsa staðni í heiminum. Eins og átrúnaður mang­an verður nýttur sum skálkaskjól at drepa, so hava fløgg og tjóðskapur eis­ini verið tað. Tíverri er tað so, tí vit eru bara menn­ iskju, skroypulig menniskju, sum ikki al­ tíð hugsa skilagott og rationelt. Tað er í fínasta ordan at virða flaggið og at hátíðarhalda flaggið. Men latið okk­um so hátíðarhalda tað soleiðis, at hetta er okkara felags skjaldaramerki, sum sam­einir okkum sum fólk og sum tjóð. Flagg­ið skal ikki á nakran hátt vera við til at syndra okkum sum fólk. 100 ár eru liðin, síðani flaggið varð tekn­að, seymað og hongt út at flagga í Keyp­mannahavn. 21 ár gingu tó, til flagg­ið varð viðurkent – av neyð og í krígs­støðu. Tá var tjóð­ska­p­ar­støð­an spent. Í dag eru øll góð við Merkið uttan mun til tjóð­ska­p­ar­politiska hugsan. Blánar sum loftið og rodnar sum blóð 26. APRÍL 2019 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri KUNNGERÐ Broyting í býarskipanini og byggisamtyktini fyri Eysturkommunu Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit. Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 23. apríl 2019 til og við 16. mai 2019 á kommunuskrivstovuni. Broyting í byggisamtyktini fyri Norðragøtu fyri matrikul: Partur av matr. 187a Lýsing, verandi støða: Nevndi matrikul liggur sum: Havnaøki D. Lýsing um broytingina: Partur av nevnda matrikul verður broyttur til: Neysta og vinnubygging við serstakari byggisamtykt G2 Broyting í tekstinum í byggisamtyktini fyri: Áseting fyri økið G2: Neysta- og vinnuøki við serstakari byggisamtykt. Broyting í byggisamtyktini undir Gøtueiði fyri matriklarnar: Partur av matr. 332, 333, 334, 279a, 277a, 287a, 286a, 290a og 327. Lýsing, verandi støða: Nevndu matriklar liggja sum: Landbúnarøki J og Frílendi H Lýsing um broytingina: Partur av nevndu matriklum verða broyttir til: Havnaøki D Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2019. Eysturkommuna 12. apríl 2019 Javni Hoydalsvegur 42 tlf. 208090 teldupost: javni@javni.fo www.javni.fo Grafix 504251 Aðalfundur Javna VERÐUR Í KAFFIHÚSINUM, UNDIR BRYGGJUBAKKA 14, TÓRSHAVN LEYGARDAGIN 25. MAI 2019 KL. 14 SKRÁ SAMBÆRT VIÐTØKUR FELAGSINS. STARVSNEVNDARVAL Í ár skulu veljast tvey umboð til starvsnevndina og ein tiltakslimur. Gr. 6, st. 4 í viðtøkunum: Uppskot til formansevni, starvsnevndarlimir og tiltakslimir eins og innkomin mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin. Val til Spyr Meg nevndina Til nevndina í Spyr Meg skulu veljast tveir nevndarlimir, sum sita fyri tvey ár. Nevndin