mánadagur 29. apríl 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. apríl 2019 · Nr. 48
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Støðutalvan haltar í løtuni. Tað
verður ikki fyrr enn týskvøldið,
at alt verður komið í rættlag
aftur. Tá ið síðsta bríksl hevur
verið við Løkin í Runavík
millum NSÍ og B36 verður
støðutalvan gjørd upp eftir
sjey umfør.
Fríggjakvøldið hittust Vík
ingur og B36, og í gjár spældu
KÍ og TB og HB og Skála.
Tey bæði stóru í Gundadali
hava vunnið FM fýra ferðir
síðani 2013. Víkingur vann í
2016 og 2017. Annars eru tað HB
og B36, sum hava verið meistar
ar (HB í 2013, B36 í 2014 og 2015
og HB í 2018).
Tí kemur tað ikki so ofta fyri,
at stóru høvuðsstaðarfeløgini
einki stig vinna í einum viku
skifti. Soleiðis var tað hesa
ferð. B36 tapti fríggjakvøldið
1-0 í Gøtu, og HB tapti í gjár 2-0
á heimavølli ímóti Skála, sum
eftir kiksaran á heimavølli
ímóti EB/Streymi av álvara
hevur reist seg.
5-1 steypasigur á heima
vølli ímóti TB og nú 2-0 í
Gundadali ímóti HB er frá
boðan um, at skálamenn skulu
takast í størsta álvara – bæði
í landskappingini og steypa
kappingini. Tað ber aftur við
sær, at tað sær út til at fara at
verða trongligt í kappingini um
europeisku
atgongumerkini,
sum HB, B36, Víkingur, KÍ og
NSÍ seinastu árini næstan hava
havt einarætt at kappast um.
KÍ er topplið, og merkisvert
er tað, at fjarstøðan frá FM
vinnarunum í HB og fram til
KÍ er átta stig.
Tað var tann tíð, tá ið tað
varð sagt, at hjá B36 var tað
sum hjá smálombunum. Tey
vaksa nógv tíðliga á árinum og
út á heystið verða tey slaktað.
Soleiðis hevur tað ikki verið
hjá B36 nógvu tey seinastu
árini. Henda leiklutin hevur
KÍ átt tey seinnu árini. Trý tey
undanfarnu árini hevur KÍ tíð
liga í kappingini átt oddasessin,
men
eftir
summarsteðgin
hevur tað ikki gingið væl.
Nú eigur KÍ aftur odda
sessin. So fæst at síggja, um
tað aftur í ár verður sum hjá
smálombunum. Sammett við
undanfarnu árini hevur tað
kring KÍ í ár ikki verið so nógv
tosað um FM, sum tað undan
farnu árini hevur verið gjørt
millum viðhaldsfólkini. Tað
kann fara at vísa seg at vera
fyrimunur.
Skála sendi
meistararnar í gólvið
HB – Skála 0-2
Tað riggar ikki væl hjá HB, og
tað riggar væl hjá Skála.
Í fjør varð alt, sum HB nært
við, til mál og sigrar og gull. Í ár
er mótbrekkan væl tyngri, og
marginalirnir eru ikki við.
Hjá Skála gongur tað sum
smurt. Tað sást aftur í Gunda
dali ígjár. Eftir vónbrotið, sum
2-1 tapið á heimavølli ímóti EB/
Streymi var, hava skálamenn
reist seg. Teir møttu upp við
sjálvsáliti og í arbeiðsklæðum
og við fínum hugburði.
-Vit mugu ásanna, at vit eiga
trupulleikar í grundleggjandi
spælinum. Vit verja ikki so væl,
sum vit gjørdu í fjør. Vit renna
ikki so nógv og skilagott fyri
hvørjum øðrum í framrættaða
partinum, sum vit gjørdu í fjør,
og vit vísa ikki hugburðin, sum
skal til, um vit skulu vinna
nærdystirnar og stríðið um
returbóltarnar, staðfestir HB
venjarin Heimir Guðjónsson.
Tað eru longu átta stig fram
til toppin?
-Vit kunnu ikki hugsa um
annað enn okkara egnu av
bjóðingar. Vit hava bara
fokus á, at tað skal verða
betri, enn tað hevur verið
higartil í ár, og vit rokna
við, at við rætta hug
burðinum og arbeiðslag
num fer tað at eydnast,
sigur Heimir Guðjónsson.
Dygst undan steðginum
legði Ronni Møller-Iversen,
sum var framrættaður í høgru,
Skála framum við brotssparkið,
sum liðformaðurin Pætur Dam
Jacobsen vann. Dómarin metti,
at Lasse Andersen feldi Jákup
Johansen óreguliga í brots
teiginum.
-Fyrri hálvleikur var tættur
og javnur, og tað var ógvuliga
kærkomið at fara av vøllinum
við 1-0 leiðslu. Fyrsta korterið
eftir steðgin hekk spælið væl
saman, og tað var fínt álop,
tá ið Jákup Johansen eftir
gjøgnumbrot í høgru og inn
legg frá vongverjanum Ari Ol
sen, økti um leiðsluna. Fram
rættaðu spælararnir arbeiddu
nógv, og tað var við at strongja
HB verjuna. Seinna partin av
seinna hálvleiki vóru vit undir
trýsti, men verjan var væl
skipað, og vit hóraðu undan,
hóast tað onkra løtu var tætt
við, at HB skoraði, og støðugt
lúrdi møguleikin, at vit kundu
fara í mótálop, sigur Skála
venjarin Eyðun Klakstein.
Størsti KÍ sigur í 16 ár
KÍ – TB 7-0
Zoran Pavlovic var venjari, tá ið
TB í 1998 tapti 10-0 í Klaksvík.
Í gjár vóru Zoran og TB aftur í
Klaksvík, og aftur var talan um
stórt tap.
7-0 sigurin er tann størsti hjá
KÍ í sekstan ár. Klaksvíkingar
hava ikki vunnið við sjey
málum síðani fjúrtanda sep
tember í 2003. Tá var tað á
heimavølli ímóti Skála.
Trý av málunum í gjár vóru
skorað
við
brotsspørkum.
Jóannes Bjartalíð, sum var
liðformaður,
tá
ið
Jákup
B. Andreasen longu í fyrra
hálvleiki
fór
av
vøllinum,
skoraði tvær ferðir og er topp
skjútti.
Patrik
Johannesen
umsetti eitt brotsspark til mál
ímóti
barndómsfelagnum.
Hetta var fyrsta málið hjá
Patrik Johannesen í lands
kappingini fyri KÍ.
Deni Pavlovic, sum eftir
skaðasteðg var aftur í KÍ mið
verjuni, stútaði eftir horna
til 2-0. Hann er sonur TB
venjaran, og hvørki hann ella
Patrik Johannesen høvdu hug
at fegnast so nógv, tá ið teir
høvdu skorað. Boris Dosljak
skoraði eitt mál úr stuttari
fjarstøðu við handara stólpa,
eftir at Ólavur Niclasen úr
vinstru og við langari og
neyvari sending hevði spælt
hann púra leysan.
-Tað var týdningar
mikið, at vit varðveittu
leikferðina
og
harvið
megnaðu at spæla okkum til
møguleikar og at skora mál.
Spælararnir eiga rós fyri, at
teir varðveittu góða hugburðin,
hóast vit í fyrra hálvleiki vóru
frammanfyri 4-0, sigur KÍ
venjarin Mikkjal Thomassen.
-Vit mugu bara staðfesta,
at hesir báðir síðstu túrarnir
norðanfyri hava ikki verið
góðir. Fyrst taptu vit í steypa
kappingini 5-1 á Skála, og nú
taptu vit 7-0 í Klaksvík. Vit hava
staðið okkum væl á heimavølli,
og tað vóna vit aftur fer at
eydnast, tá ið NSÍ kemur suður,
sigur TB álopsspælarin Stefan
Radosavljevic.
Lagið er gott í Sarpugerði
Víkingur – B36 1-0
Tað var eitt lot, og í løtum var
tað eitt sindur tilvildarligt
fríggjakvøldið, tá ið útsetti dyst
urin millum Víking og B36 var á
FÓTBÓLTUR
Skálasigurin ímóti meistarunum bendir á, at tað er góður møguleiki
fyri, at tað vera fleiri um boðið at vinna europeisku atgongumerkini
GUNDADALUR
VOLAÐUR FYRI
FYRSTU FERÐ Í ÁR