Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað tykist sum spæl fyri gall­ar­í­ num, tá politikarar siga seg vera ó­sam­d­a­r um at halda løgtingsval nú. Hevði andstøðan viljað havt val, so fekk hon val, tí andstøðan hevur fleiri ting­fólk enn samgongan. Tí gav tað at býta, tá tað vísti seg at vera Kári P. Høj­gaard, sum end­ aði við at vera tann, sum bjarg­aði samgonguni undan einum ný­vali, um vit so kunnu siga. Í øllum førum var tað vantandi at­kvøð­an hjá Kára P. Højgaard í ting­inum mánakvøldið, sum var av­ger­a­ndi fyri, at uppskot frá Mið­ flokk­i­num um at játta fleiri peng­ar til Lands­verk ikki varð sam­tykt. Við ikki at vera í tinginum, tryggj­aði hann, at and­støðan ikki fekk meiri­ luta, og tí endaði at­kvøðu­greiðsl­an 15-15, og mál­ið fall. Um valið annars hevði verið út­skriv­að er ilt at meta um. Men eyð­sæð er, at um Løgtingið vil játta Lands­verk hundraðtals milliónir til við­lík­a­hald, so mugu pengarnir eis­ ini finnast onkustaðni. Kári P. Højgaard gjørdi greitt mun­in mill­um seg sjálvan og for­ mann floks­ins, Jógvan Skorheim. Kári P. Høj­gaard vil bara samtykkja mál, sum eru av serligum týdningi. Hjá for­manni Sjálvstýrisins, hevði tað størri týdning at fáa sam­gong­ una frá sum skjótast. Mangt bendir á, at Aksel V. Jo­ hann­e­sen­, sum man vera Før­oy­a­ meist­ari í at sigla millum skerini, eisini fer at klára tað hesaferð. Verð­ur einki rok í tinginum hesa viku­na, so fer tingið heim fríggja­ dag­in, og so verð­ur einki val út­ skriv­að, fyrr enn løg­ting­ið kemur sam­an aftur á ólav­søku. Tveir kendir tingmenn hava boð­að frá, at teir ikki stilla uppaftur. Kári P. Højgaard hevur havt sæti á tingi, síðani hann kom inn sum vara­mað­ur fyri Sámal Pet­ ur í Grund 27. februar í 2001. Hann er vald­ur á øllum valunum síðani 2002. Edmund Joensen varð valdur á ting fyrstu ferð á løgtingsvalinum 8. november í 1988 og hevur havt sæti síðani – burtursæð valskeiðið 2011-2015, tí hann stillaði ikki upp á løg­tings­val­i­num í 2011. Hann var tá vald­ur fólkatingsmaður fyri Sam­ bands­flokk­in. Tríggir leysgangarnar eru í Løg­ ting­i­num, tveir teirra eru floks­leys­ ir. Magni Laksafoss, Kristin Mich­ el­sen og Sonja Jógvansdóttir, sum hevur teknað seg sum lim í Tjóð­ veldi, men sum tó ikki slapp upp í ting­bólkin hjá Tjóðveldi. Óvist er, hvar Kristin Michelsen ætlar sær. Magni Laksafoss hevur boðað frá, at hann ætlar sær í Fram­ sókn, men úr Framsókn frættist, at tey vilja ikki hava hann. Okkurt bendir á, at tað er lættari at rýma úr einum flokki enn at sleppa upp í ein nýggjan flokk. Men valið verður helst ikki fyrr enn leygardagin 30. august 2019. Tað er lítið sum bendir á, at tingfólk vilja hava val nú EINGIN TÍMIR AT HAVA VAL NÚ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Eyðun á Borg MILLUM FJARÐA: Økið mill­ um Fjarða er millum tveir firð­ir og millum tvær bygdir. Firð­ir­nir eita Skálafjørður og Funn­ings­fjørður. Bygdirnar eita eis­ini Skálafjørður og Funn­ings­fjørður! Sum før­oysklærari og mál­hug­að­ur havi eg helst al­tíð vitað, at hasar báð­ ar inn­astu bygd­ir­nar eita Skálafjørður og Funn­ings­ fjørð­ur. ORÐABÓKIN og ATLASIÐ: Sprota vit stað­ a­nøvn­ini, Skálafjørður og Funn­ings­fjørður, so sigur orða­bók­in í báðum førum, at tal­an er um bygdir í Eyst­ ur­oynni! Hyggja vit í heimsatlasið, so síggja vit, at bygdirnar eita Skálafjørður og Funn­ ings­fjørð­ur (ikki botnur)! SKELTINI. Á skeltunum hevur staðið SKÁLA­FJØRЭ UR, til nú fyri stuttum, tá ein stað­a­navnanevnd fekk bygd­ ar­navnið broytt til SKÁLA­ BOTN!? Hetta varð vist gjørt utt­an at spyrja bygdarfólkið (skál­firð­ingar). Sera løgin manna­gongd! BYGDARFÓLKIÐ/AT­ KVØÐ­AN: Á fólkaatkvøðu segði bygd­ar­fólkið í Skálafrði við greið­um meiriluta (um tveir triðingar), at teirra bygd eit­ur Skálafjørður. Eg giti, at upp­run­a­fólkið man siga Skála­fjørður, meðan til­ flyt­arar kanska siga Skála­ botn­ur! FUNNINGSFJØRÐUR: Skal skilvísi vera í, so mugu skelt­ini í Funningsfirði eisini broyt­ast til Funningsbotn! Annars siga elduvíkingar, at teir fara inn í Fjørð (Funn­ ings­fjørð). Tað sama munnu funn­ings­fólk gera. INNI Í FIRÐI: Í Kollafirði verð­ur eisini farið inn í Fjørð (Inni í Firði), ikki Botn! FJØLDIN: Løgið, at fjøld­ in, sum helst ikki er stað­ kend, sigur Skálabotnur og Funn­ings­botn­ur. Munnu líka nógv siga Funn­ings­botn­ur sum Skálabotnur? KALDBAKSBOTNUR: Í skúlunum lærdu vit, at botnur var har, sum jarð­ frøð­i­liga høgt var uppfyri inn frá sjónum. Blíðan byr, skálfirðingar og funn­ings­firð­ing­ar! Við fjarð­a­kvøðu á Borg, Argir 30/4-2019 Skálafjørður og Funnings­ fjørður Inni í Firði telefon 20 59 59 Súkklur til ein OG hvønn tørv Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Eyðfinn Thomsen f. 23.10.1951 - d. 07.04.2019 andaðist og varð jarðaður. Vit vilja takka starvsfólkunum á B6 fyri góða hjálp, røkt og troyst. Takk til Sverra Steinhólm fyri góð og troystarrík orð á landssjúkrahúsinum og kapellinum. Takk til prest Jens Mortan Mortensen fyri vakra talu, berarar, sangarar, gravarar og kirkjutænara. Eisini takk til kórið Orðið á borðið og Trondur Enni fyri sera vakrar sangir og tónleik. Stóra takk til tykkum sum skipaðu fyri ervinum í Roynhøllini, og fyri alla hjálp í hesum sambandi. Takk fyri allar blómur og kransar. Til seinast vilja vit takka tykkum øllum sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vinarliga Olga, Leila, Eyðvør, Benjamin, Flosi, Hjørleif, Asta, Eyðfinn, Lukas, Andrias, Sunnvá og Mattias