týsdagur 30. apríl 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Skúlaflokkur fekk Magn
at savna inn pappírskoppar
- Tá navnið stendur
á koppinum, eigur
tú ábyrgdina!
Soleiðis segði ein
skúlaflokkur á
Toftum við Magn,
eftir at tey høvdu
verið og ruddað og
funnið nógvar Magn-
koppar í náttúruni
Vilmund Jacobsen
- Frá børnum skalt tú hoyra
sannleikan, og ikki allir sann
leikar eru eins væl lýddir. Men,
tað loysir seg at lurta, tá tú
fært eitt gott hugskot.
Nakað soleiðis skrivar Magn
á sínari Facebook-síðu.
Her verður víst á hugskotið,
tey fingu frá 6. flokki í Tofta
skúla, og at hetta hugskot var
ógvuliga gott.
Undir herrópinum at gera
heimin til eitt betri stað, hevði
skúlaflokkurin
verið
og
ruddað í náttúruni.
Her høvdu tey funnið eitt
stórt tal av Magn-koppum, og
tað hildu tey vera ov galið.
Kopparnir eiga ikki at liggja
og sløðast í náttúruni.
Tóku ábyrgd
Skúlaflokkurin vendi sær til
Magn við hugskotinum um at
savna kopparnar innaftur, og
skjótt var eitt serligt innsavn
ingarílat til brúktar Magn-
koppar skapt.
- At renna undan ábyrgd
nyttar lítið, og tí vil Magn eis
ini geva sítt íkast.
Á Facebook-síðuni hjá Magn
liggur stuttfilmur, sum lýsir
fittu søguna aftan fyri inn
savningarílatið.
Filmurin vísir skúlanæm
ingar sum rudda, og her sæst
eitt nú ein kona, sum situr í bili
við opnum vindeyga. Tá hon
hevur tømt kaffi-koppin, tveit
ir hon koppin út gjøgnum
vindeygað á bilinum.
Skúlanæmingur fer nú eftir
koppinum og ber konuni hann
aftur:
- Tú misti henda koppin,
sigur næmingurin blídliga.
Í filmsbrotinum sæst eisini,
at maður kemur trillandi inn á
Magn-støð við innsavningar
ílati til kopparnar.
Síðan kemur á lýsing skíggj
an, og her verður heitt á fólk
um at lata kaffikopparnar inn
aftur.
Fólk kunnu skriva navn og
nummar á koppin og soleiðis
verða við í drátti um eitt Magn-
kort á 1000 krónur, sum verður
drigið annan hvønn mánaða.
Nógv dáma
Tað er ein hópur av fylgjarum,
ið hava dámað stuttfilmin,
sum eisini er deildur rættiliga
nógvar ferðir á Facebook.
Ein viðmerkjari á síðuni,
Svend Højgaard, skrivar so
leiðis:
”Frálíkt átak frá læraranum,
Aage Dyssegaard og hansara
næmingum. Eisini flott, at
Magn tók undir við hugskotin
um. Ein kreativur og innovat
ivur lærari…”
Sjálvur hevur lærarin, Aage
Dyssegaard, hesa viðmerking á
síðuni:
”Ja, vit eru so imponeraði
yvir, at Magn var so nógv við
upp á hugskotið. Nú verður
heimurin eitt vet betri…” sigur
lærarin.
- Vit eru imponeraði yvir, at Magn var so nógv við upp á hugskotið. Nú verður heimurin
eitt vet betri, sigur lærarin, Aage Dyssegaard, sum her stendur fremstur á myndini