týsdagur 30. apríl 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hevur
telvað væl
og siglt
millum
skerini
Samgongan heldur valskeiðið út
og tingið fer heim fríggjadagin
Árni Gregersen
arni@sosialurin.fo
GREINING: Løgtingið fer til
hús fríggjadagin og kemur so
ikki saman aftur fyrr enn ólav
søkudag.
Soleiðis sær støðan út í
skrivandi stund, men í politikki
kann alt henda, so stingur okk
urt mál seg upp, so kann støð
an broytast ógvuliga knapp
liga.
Eftir at hava brotið eina av
talu við uttanflokkatingmann
in Magna Laksáfoss, er greitt
talan um eina minniulutasam
gongu, sum kortini ikki hevur
ein meirluta í tinginum ímóti
sær.
Tað vil siga, at samgongan
hevur torført við at fáa egin
uppskot samtykt, men hin
vegin hevur andstøðan heldur
ikki nóg nógvar atkvøður at
koppa samgonguni – møguliga
við einum misálitisuppskoti á
løgmann.
Støðan er fastlæst, men fyri
at koma víðari og fáa væl í
august mugu avtalur gerast
um, hvussu víðari skal farast
fram.
Á einum fundi millum allar
floksformennirnar var av
gjørt, at víkjast kann frá tíðar
freistini í nøkrum málum.
Talan er um mál, sum ikki
kunnu bíða. Talan er um eyka
játtanina til Landssjúkrahúsið
og um eykajáttan til Glasir, so
skúlin kann gerast liðugur.
Bárður Nielsen, formaður í
Sambandsflokkinum, sigur, at
avtala er gjørd við samgong
una um at víkja frá tíðarfreist
unum í hesum málum, men
andstøðan hevur kortini ikki
avtalað at atkvøða saman við
samgongu ni í hesum málumn.
Tá ið avtornar, fer tað at
vísa seg, at meira enn hálvt
hundrað mál fara at liggja eftir
í nevndum, tá ið tingið fer
heim og tingsetan endar.
Politikkur
Andstøðan
hevur
sjálvandi
eisini fingið okkurt afturfyri
og tað eru onkur mál, sum and
støðan vil hava avgreidd í ting
inum áðrenn tingið fer heim.
Seinastu tingdagarnir und
an einum vali eru ofta eitt
sindur kaotiskir og serliga, tá
ið talan er um eina minniluta
samgongu.
Onnur mál koma eisini
fram. Uttanflokkatingmaðurin
Magni Laksáfoss segði her í
blaðnum mánadagin, at hann
ætlar sær at fara uppí Fram
sókn og stilla upp fyri flokkin.
Hetta er ein útmelding, sum
kanska alalrbest lýsir, hvussu
støðan kann broytast í polit
ikki.
Magni Laksáfoss fór úr
Sambandsflokkinum og vil nú
sleppa at stilla upp fyri tjóð
skaparflokkin Framsókn.
Sæð úti frá er talan um eina
ómøguliga
blanding,
sum
hevði skaðað trúvirðið hjá
Framsókn
og
hjá
Magna
Laksáfoss sjálvum.
Vænti tí ikki, at hetta fer at
gerast vedruleiki. Meira sann
líkt er, at Magni Laksáfoss
stendur einsamallur eftir á
vigvøllinum, tá ið val verður.
Ivist í um pláss er fyri honum í
nøkrum av flokkunum, sum
nú eru umboðaðir á tingi.
Væl er telvað
Hyggja vit eftir, hvussu gongd
in hevur verið í hesum val
skeiðnum, so hevur tað verið
rættuliga buldrasligt, serliga
orsaka av lógini um Fyrisiting
av Sjófeingi. Innanhýsis hjá
samgonguni hevur brotið í
bæði borð, men kortini er tað
eydnast samgonguleiðarunum
– og serliga Akseel V. Johanne
sen, løgmanni – at sigla millum
skerini og fáa tær 17 atkvøður
nar hjá samgonguni og Sonju
Jógvansdóttir, at trýsta á sama
knøttin hvørja ferð.
Nú hesar seinastu dagarnar
hevur hann eisini telvað so
mikið væl, at hann er sloppin
undan at verða trýstur upp í
eitt horn og verið noyddur at
útskriva væl.
Í Danmark verður gitt, at
fólkatingsvæl verður 26. Mai.
Tað er ein sunnudagur, so tá
ber ikki til at halda løgtingsval
í Føroyum. Tað er heldur ikki
nakað ynski millum føroysku
flokkarnar at hava fólkating
val og løgtingsval sama dag.
Í Føroyum fer tingið til hús
fríggjadagin og fyri at venda
aftur til tað, sum eg byrjaði
við: tá ið tingfólk so hittast í
tingsalinum eftir skrúðgong
una ólavsøkudag, fer løgmaður
helst at boða frá, at væl verður
ein dag í seinastu vikuni í aug
ust.
Magni Laksáfoos, utttanflokkatingmaður, fer helst at standa
einsamallur eftir á vígvøllinum, tá ið væl er útskrivað.
Løgmaður hevur dugað at telva og sigla millum sker.
Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og restin av andstøðuni
hava gjørt avtalu um nøkur mál, har víkjast kann frá tíðarfreistini.