týsdagur 30. apríl 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. apríl 2019 · Nr. 49
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Í hólmanum, Eiði
Gleðin er ikki til at taka feil
av. Knýttir nevar og armar
nar upp um høvd. Eiler Ras
mussen hevur bríkslað fyri
seinastu ferð í dystinum, og ÍF
hevur vunnið fyrsta dystin í
ár. Ólavur Larsen er nú fyribils
høvðusvenjari,
men
mána
kvøldið verður hann stuðlaður
av nýggja venjaratoyminum
hjá fuglfirðingum, Hans Jørgen
Djurhuus og Kára Reynheim.
Eitt stríðssinnað ÍF-lið hevur
vunnið 2-0 á EB/Streymi á Eiði.
Undangongumenninir
eru
ungu Jóhan Petersen og Sámal
Joensen, meðan royndir menn
sum Høgni Madsen, Karl Løkin
og Ólavssynirnir Ari og Jan
eiga sín stóra lut.
Rokaligt venjaraskiftið
Tað hevur verið nakað av rokið
í Fuglafirði seinastu dagarnar.
Tað kom óvárt á, tá nevndin hjá
ÍF mikudagin 17. apríl brádliga
boðaði frá, at felagið hevur
koyrt venjaran Jógvan Hendrik
”Hegga” Samuelsen.
Sum skilst, hevur verið
ósemja í nevndini avgerðina
at koyra venjaran. Sosialurin
hevur fingið upplýst, at tað
fór til atkvøðu og trý vóru fyri,
meðan tvey vóru í móti. For
maðurin í felagnum, Dan Peter
sen, hevur ikki ynskt at gera
viðmerkingar, tá útvarpsstøðin
FM1 hevur verið í samband
við hann. Nevndin boðaði í
stuttum frá á heimasíðuni, at
felagið ikki ynskir at gera fleiri
viðmerkingar til málið.
Fríggjakvøldið
var
Hans
Jørgen
Djurhuus
gestur
í
Fótbóltspanelinum, sum er
sending á FM1, har hann heldur
óvæntað tippaði ÍF at vinna á
Eiði. Hann var tá longu í sam
ráðinum við ÍF, um at blíva
nýggur venjari í felagnum, men
vildi hava ein royndan mann
afturat sær.
-Eg ynskti at hava ein venjara
við, sum eg kann stóla upp á.
Eg ringdi til Kára Reynheim og
hann segði ja beinanvegin. Eg
vóni eisini, at Ólavur Larsen
heldur fram, so vit eru tríggir
í venjaratoyminum. Tað ger at
vit kunnu hava servenjingar, og
tú fær fleiri eygu og meiningar,
sigur Hans Jørgen Djurhuus.
Sjálvur hevur Hans Jørgen
Djurhuus ikki A-venjaraprógv
ið
hjá
Fótbóltssambandin
um, men er í holt við venj
araútbúgvingina.
Hóast
ÍF
lá aftast undan hesum dysti
num, so ivaðist fyrrverandi
stríðsmaðurin hjá Víkingi ikki
í, at taka av.
- Eg ætli mær at verða venjari
og fekk bjóðað eitt starv í Betri-
deildini, so eg ivaðist ikki eina
løtu. Eg bleiv stoltur, tá teir
ringdu. Eg eri ikki bangin fyri
at taka uppgávur á meg, og tað
havi eg ongantíð verið, sigur
Hans Jørgen Djurhuus.
Ongin sjampagna og
einki Tiki-Taka
Tað sást á øllum brøgdum,
at fuglfirðingar spældu við
nýggjari orku mánakvøldið.
Eitt nú ósigarnir móti AB í
landskappingini og 1. deildar
felagnum B71 í steypakapp
ingini, góvu tekin um eitt lið
við lítlum villskapi og vilja.
- Eg venji líka sum eg spæli
og tað skulu vit eisini. Tað skal
vilji og orka til at vinna dystir.
Soleiðis skulu vit eisini venja.
Síðani fara vit at byrja við
verjuni. Vit
lata
ovn
ógv
mál
inn,
sigur
Hans Jørgen
Djurhuus og
leggur afturat:
- Vit kunnu
ikki
byrja
við
sjampagnu-fótbólti
og Tiki-Taka, men vit
mugu byrja frá verjuni
av og byggja upp, sigur nýggi
venjarin hjá ÍF.
Sjampagnu-fótbóltur verður
mangan sagt um álopskendan
fótbólt við lítlum fyriliti fyri
verjupartinum, meðan Tiki-
Taka er ein spælistílur, har
liðið hevur nógv við nógvum
stuttum avleveringum.
Hugsar ikki um niðurflyting
Undan dystinum móti EB/
Streymi lá ÍF aftast við einum
stigi fyri seks dystir. Tey flestu
hava teir sum favorittar at flyta
niður aftur, men eisini eru flest
øll samd um, at tað er góðir og
royndir spælarar í hópinum.
Sjálvur undrast Hans Jørgen
á, at nakar
hugsar
um
niðurflyting
so
tíðliga.
-Spælararnir skulu
ikki hugsa um niðurflyting
ella nakað nú. Tað eru 21 dystir
eftir, og teir skulu bara hugsa
um komandi dyst. Tað er nógv
stig eftir at spæla um, sigur
Hans Jørgen Djurhuus.
Tað er ikki uttan orsøk, at
spælararnir hjá ÍF hava verið
nakað tungir í seinastuni. Lið
ið hevur spælt 17 dystir í ár, um
vit telja landskapping, venjing
ardysir og steypadystir, men
ongin er vunnin – fyrr enn í 18.
royndini mánakvøldið.
- Eg haldi at vit spældu
væl. Teir hava ikki vunnið í 17
dystir við venjingardystum,
og tað kann seta seg í høvdið.
Tí eri eg eyka stoltur vegna
spælararnar
av
sigrinum.
Ólavur Larsen hevði gjørt
eitt gott forarbeiði. Vit vildu
ikki ordiliga broyta nakað
beint áðrenn dystin, men tá
vit eru nýggir og koma inn í
skiftirúmið, so lyfta spælar
arnir seg. Tað hendir ofta, tá
nýggir venjarar koma til, sigur
Hans Jørgen Djurhuus.
Sáttmálan hjá Hans Jørgen
Djurhuus og Kára Reynheim
er fram til kappingarenda.
Teir hava ikki sett nakrar
treytir við, men arbeitt verður
við at fáa spælarar sum Boga
Reinert-Petersen,
Høgna
Zachariassen og Frank Poulsen
aftur á vøllin.
-Bara har eru einir túsund
dystir í bestu deildini, sigur
Hans Jørgen Djurhuus at enda.
ÍF hevur við sigrinum vunn
ið seg upp á fýra stig, sum
er nokk til at yvirhála AB, ið
hevur trý stig á aftastaplássi.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Hans Jørgen:
ARI AFTUR Á MÁLTALVUNI
Ari Ó. Ellingsgaard, sum í fyrru hálvu í fjør
var útleigaður til júst EB/Streym, skoraði
mánakvøldið sítt fyrsta mál í hesum
kappingarárinum. Málverjin hjá EB/
Streymi kom at standa nakað langt úti,
tá Ari kundi lyfta bóltin í málið til 2-0.
Hans Jørgen Djurhuus er saman við Kára Reynheim í nýggja
venjaratoyminum hjá ÍF, sum mánakvøldið fekk ársins
fyrsta sigur. Nú er málið at fáa orku og villskap á liðið
-VIT VENJA
SUM VIT SPÆLA
Vit kunnu
ikki byrja við
sjampagnu-
fótbólti og
Tiki-Taka, men
vit mugu byrja
frá verjuni av
og byggja upp