týsdagur 30. apríl 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
NØVN
Minningarorð
Nú tynnist millum tey elstu í
míni verfamilju, og innan fyri
tíggju mánaðir eru trý teirra
farin.
Tann 13. apríl í fjør andaðist
Elisabeth Egholm, fødd Debes,
81 ára gomul. Hon var gift við
Johan Hendrik, yngsta beiggja
konu mína Hjørdis. Tann 15.
november andaðist Herbjørg
Egholm, fødd Viderø, 95 ára
gomul, hon var gift við Eiler,
elsta beiggjanum, og longu 13.
februar í ár, bert 3 mánaðir
aftaná, andaðist Eiler, svágur,
somuleiðis 95 ára gamal.
-0-
Elisabeth og Johan Hendrik
vuksu upp í sama grannalagi
við Hoyvíksvegin og Jónas
Broncks gøtu. Sum ung róðu
tey bæði við bátum hjá Havnar
Róðrarfelag og tóku eisini lut í
felagsarbeiðnum har. Mitt í
60unum rann saman teirra
millum, og tey giftust 19. aug
ust í 1967. Brúdleypið var væl
komið, og brúdleypsgestirnir
vóru nógvir í tali, og ikki kann
sigast annað, enn at tey vóru
sera væl lýdd, og minnast vit
við gleði aftur á henda stóra
dagin.
Sum ung arbeiddi Elisabeth
fleiri ár hjá Jacob Veyhe, sum
hevði virki í Bringsnagøtu.
Nøkur ár arbeiddi hon í Radio-
El, Sápuhúsinum og eisini í
tógvhandlinum Pingvin, og
var hon ein dugnalig og væl
lýdd krambakvinna. Tá tey
giftust, gavst hon at arbeiða
úti.
Seinni fóru hon og Johan
Hendrik at gera reint á Tele
fonstøðini, sum tá helt til í
miðbýnum, har Løgtingið hús
ast nú, og síðani uppi á Hálsi,
tá Telefonstøðin flutti í nýggj
an bygning har.
Síðst í 1970unum bygdu
Elisabeth og Johan Hendrik
sær hús á Konmansmýru, sum
var tann nýggja útstykkingin
tá, og har hava tey búð síðan.
Fitt og blíð at vitja, og hava vit
altíð sitið hugnaligt og væl hjá
teimum á Mýrisnípuvegnum.
Elisabeth og Johan Hendrik
vóru barnleys, men tey vóru
sera góð við øll børnini í familj
uni. Elisabeth var røsk og
handalig í allar mátar. Eisini
dugdi hon sera væl at binda
bæði til smá og stór, og mangt
plaggið bant hon upp á børn
ini. Hon hevði altíð okkurt á
stokkunum, líka til tað síðsta.
Elisabeth var eisini hjálpsom
og góð hjá okkum at heita á, tá
tørvur var á barnagentu. Hon
segði altíð ja beinanvegin, og
børnini vóru sera góð við hana
og Johan Hendrik. Tey hava
verið sera trúgv og hava fylgt
væl við børnum okkara upp
gjøgnum árini.
Tey keyptu sær skjótt bil og
dámdi teimum væl at koyra
langar túrar og fóru ofta at
vitja familju á Strondum, í
Leirvík og í Klaksvík.
Sum
pensionistar
dámdi
teimum sera væl at fara á
bingo, og koyrdu tey eisini
mangan út um Havnina at
royna eydnuna.
Men tað seinasta árið var
heilsan hjá Elisabeth farin at
bila, og andaðist hon aftan á
stutta sjúkralegu. Tá høvdu
tey verið gift í 50 ár og náddu
gullbrúdleypsdagin.
Góði Johan Hendrik, tit
vóru altíð saman, sá man ann
an, so var hin ikki langt burtur.
Tú og Elisabeth fingu nógv
góð ár saman, so saknurin hjá
tær er stórur.
Men gott er at hava nógvu
góðu minnini um Elisabeth, og
má Harrin styrkja teg fram
eftir.
-0-
Herbjørg og Eiler giftust tann
12. desember 1949, og fingu tey
2 døtur, Eyðnu og Emi. Eyðna
er gift við Sigurð Bech, tey
búgva í Sorø, og Emi er gift við
Eli Ellendersen, tey búgva á
Argjum. Nú Herbjørg og Eiler
andaðust áttu tey 5 ommu- og
abbabørn, 10 langommu- og
langabbabørn
og
2
oldur
ommu- og oldurabbabørn.
Herbjørg, sum var ættað av
Sandi, kom ung til Havnar at
arbeiða sum krambakvinna,
eitt nú hjá Heinesen. Hon hitti
skjótt Eiler, og tey gjørdust
par. Tá tey giftust, høvdu tey
verið trúlovað í 8 ár.
Ungur fór Eiler í læru til bil
mekanikara hjá Vilhelm Niel
sen, og haðani fór hann víðari
at læra til maskinmeistara.
Evnini at læra vóru góð, og fall
skúlagongdin
honum
løtt.
Hann fór nakrar túrar til skips
og silgdi eisini við gomlu Tern
uni eitt skifti, men hann var
ikki so glaður fyri sjógvin og
fann sær tí skjótt starv á landi.
Sum
maskinmeistari
ar
beiddi Eiler í fleiri ár á Bacalao,
har hann m.a. umsat køliskip
anina og flakamaskinurnar.
Har var hann til 1970, arbeiddi
so eina tíð á amboðsdeildini
hjá Thomas Dam í miðbýnum,
til hann í 1973 fór at arbeiða á
goymsluni hjá Føroya Tele.
Har arbeiddi hann í nógv ár,
líka til hann gavst fyri aldur í
1990. Eiler var nærlagdur í sín
um arbeiði og vællýddur alla
staðni, har hann starvaðist.
Tey bygdu sær hús á Eg
holmstrøð, við Gripsvegin, og
hevur blíðskapurin verið stór
ur í teirra hugnaliga heimi.
Herbjørg dámdi so sera væl
plantur og trø, og brúkti hon
og Eiler nógvar tímar uttanfyri
i garðinum, og við tíðini gjørd
ist urtagarðurin hjá teimum
ein av teimum vakrastu í býn
um.
Tá Hjørdis og eg giftust í
1966, fluttu vit inn í íbúðina
niðriundir hjá teimum, og
búðu vit har, til vit fluttu í egin
hús í 1969. Fyri okkum ungu
nýgiftu vóru tey fyrimyndarlig
í allar mátar, og vóru tey okk
um góð í ráðum og altíð við
eini hjálpandi hond.
Eisini Herbjørg var nærløgd
í øllum, hon fekst við. Hon
bant og seymaði nógv upp á
døturnar og so øll ommu- og
langommubørnini, og lat hon
eisini mangan heimagjørda
lutin til árligu jólasølurnar hjá
pensionistafelagnum.
Har
kom hon nógv og var við á
fleiri uttanlandsferðum, sum
pensionistafelagið
skipaði
fyri.
Eiler var fittur í hondunum,
og við síni stilli medferð hoyrdi
tú ikki nógv til hann, men tað
sást, har hann hevði verið.
Hann mintist eisini væl, dugdi
at siga frá, og tað varð lurtað,
tá ið hann segði nakað.
Tá Eiler var í 60unum fóru
eyguni at bila, og aftaná at
hann var givin at arbeiða, kom
hann nógv á Blindastovnin.
Serliga minnast vit teir sera
væl dámdu krakkarnar við
flættaðum setri, sum hann
gjørdi nógvar av. - Sjónin vikn
aði tó meira og meira, og ta
síðstu tíðina sá hann næstan
einki.
Fyri nøkrum árum síðan
gjørdist
Herbjørg
sjúk
og
seinni óhjálpin. Tá fluttu tey
bæði á Tjarnargarð at búgva
og búðu har útvið 7 ár. Tað var
ikki langt at flyta av Grips
vegnum og niðan á Hoyvíks
tjørn, og høvdu tey tað gott
har. Møblar og aðrir persónligir
lutir prýddu stovuna hjá teim
um, og var tað heimligt og
hugnaligt at koma á vitjan.
Tey fyrstu árini hevði Her
bjørg enn førleika til at binda,
sjálvt um sjónin eisini hjá
henni var farin at bila, og bant
hon 26 litrík teppir til síni
nærmastu, og haraftrat bant
hon hópin av turrikløðum,
sum vóru latin børnum í Rum
enia.
Meðan tey búðu á Tjarnar
garði, var Herbjørg bundin at
koyristóli, og hvønn dag fór
Eiler túrar við henni eftir
gongini, so leingi, sum hon
orkaði at sita uppi. Hann var
væl fyri líka til tað síðsta, tá
hugsað verður um høga aldur
in, og gleddust hann og familj
an um, at hann á nýggjárinum
fór eina seinastu ferð at vitja
tey í Sorø.
Tá tey bæði enn vóru væl
fyri, dámdi teimum væl at
ferðast niðri hjá Eyðnu og hjá
Emi, sum nøkur ár búði í Hors
ens. Tær báðar komu eisini
javnan heim við teirra familj
um um summarið, til føðingar
dagar og serlig høvi.
Herbjørg og Eiler vóru sera
glað og takksom, tá Emi valdi
at flyta heimaftur til Føroyar
at búgva, og sum tey eldust,
hevur hon verið teimum ein
góður stuðul. Øll árini, tey
búðu á Tjarnargarði, hjálpti
hon upp á tey og vitjaði tey so
gott sum hvønn dag aftan á ar
beiðstíð.
Tey fingu eitt langt og ríkt
lív saman, 69 ár í hjúnarlagi,
tað er ikki øllum tillutað. Tey
vóru bæði klár og kundu halda
bæði diamant- og krúndia
mantbrúdleypsdagarnar.
Góðu Eyðna og Emi við
familjum, saknurin er stórur,
nú tykkara góðu foreldur, ver
foreldur, omma og abbi, lang
omma og langabbi, olduromma
og oldurabbi ikki eru meira.
Serliga hjá tær Emi man tað
kennast sum eitt tómrúm.
Men gott er við nógvu góðu
minnunum, tit hava um tey, og
má Harrin styrkja tykkum
frameftir.
-0-
Ja, sigast má, at Elisabeth, Her
bjørg og Eiler náddu øll ein
høgan aldur og livdu eitt gott
og virkið lív. Øll vórðu tey bor
in út úr kirkjugarðskapellinum,
fylgd av einum trúgvum vina
skara, sum tað sást til jarðar
ferðirnar og ervini aftaná.
Góða Elisabeth og góðu
Herbjørg og Eiler, minnini um
tykkum eru okkum nógv og
góð. Takk fyri alt. Hvílið í friði.
Heðin og Hjørdis v/familju