fríggjadagur 3. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 232 - 3. desember 2004
Tað var almikið av
fríggi og fjasi í luftini,
tá MFS setti Jóannes
Ejdesgaard løgmann
og Høgna Hoydal,
løgtingsmann, at kjak-
ast mikukvøldið, men
teir vóru so samdir, at
neistarnir aldrin av
álvara fóru at fúka í
Føroyahúsinum
POLITIKKUR
Marjun Dalsgaard
Kjakið millum Jóannes Ejd-
esgaard løgmann og Høgna
Hoydal, løgtingsmann í Før-
oyahúsinum mikukvøldið
skuldi eitast at vera hólm-
gonga millum tveir av okk-
ara sjónligastu politikarum.
Men markið fyri hvar Jó-
annes endaði og Høgni byrj-
aði var einki serliga týðiligt,
tá fundurin var lokin.
Tónin var eitt sindur
lættari enn til vanligar
fundir, men tað kom ikki
rættiligt flog yvir trætunar.
Teir báðir vóru stórt sæð
samdir um alt, sum varð
kjakast um í fyrru helvt av
fundinum, og tískil var ikki
nógv veiggj í fyrr enn eftir
steðgin, tá yvirtøkulógin
kom á borðið og her var,
sum Jóannes Ejdesgaard
segði:
– Tað einasta vit eru
ósamdir um er exit.
Áðrenn steðgin vórðu
evnini gransking og út-
búgving, frí fosturtøka og
skrásett paralag á lofti.
Teir vóru samdir um, at
vit eru eftirbátar í altjóða-
gerðini. Teir vóru samdir
um, at gransking tí skal
raðfestast høgt og samskip-
ast, so vit fáa neyðuga vitan
og ikki verða tikin á bóli,
hvørja ferð fiskaprísurin
lækkar. Teir vóru so gott
sum eisini samdir um,
hvussu hetta skal gerast.
Eingin broyting
Eisini viðvíkjandi fostur-
tøku og skrásettum paralagi
vóru teir báðir samdir - og
samdir um, at okkurt skal
gerast, men at einki ítøkiligt
er at gera fyribils á hesum
økinum, tí føroyska samfel-
agið er stirvið og konserva-
tivt, og aðrir politikarir blok-
era fyri at málini koma fyri í
tinginum. Evnini skulu fram
í ljósmálan og mýkjast, so
tað einaferð verður ørvísi.
Løgmaður rósti Høgna
fyri at hava sett grunnleggj-
andi virðini undir Føroyska
samfelagnum á skránna, og
Høgni rósti løgmanni fyri
at bera tað víðari.
Eftir steðgin, tá yvirtøku-
lógin og uttanríkismál komu
á skránna kom so dánt
meira lív í kjakið, tí nú
snúði tað seg nevniliga um
exit. Kortini var enn ikki
heilt greitt, hvør tann stóri
munurin á politikkinum var.
– Yvirtøkulógin er at
gera Tvøroyrarskjalið, sum
Høgni Hoydal í 2002 kall-
aði sjeymílafer móti full-
veldi, til veruleika, segði
Jóannes Ejdesgaard.
– Tað var nakað heilt
annað, tí tá var tað ein liður
í nøkrum øðrum segði
Høgni Hoydal og helt fast
við at yvirtøkulógin er eitt
afturstig.
– Við henni góðtaka vit,
at vit einki hava at siga í
uttanríkismálum uttan so,
at vit spyrja danir fyrst,
seðgi Høgni.
– Vit hava einki at siga í
uttanríkismálum uttan so,
at vit spyrja danir fyrst,
segði Jóannes Ejdesgaard.
– Løgmaður er visións-
leysur segði Høgni Hoydal.
– Høgni Hoydal er veru-
leikafjarður, segði løgmaður.
ES glotti
Í spurninginum um ES, var
tó ein glotti - Jóannes vildi
ikki nokta fyri, at Føroyar
eiga at fara inn í ES-felags-
skapin, men hesum er Høgni
Hoydal so rungandi ósamd-
ur í - Føroyar, Grønland, Ís-
land og Noreg skullu í felag
skapa ein miðdepil, tí ES er
konstruerað til stór lond á
meginlandinum. Hetta krev-
ur tó, at Føroyar og Grøn-
land eru sjálvstøðug, og so
vóru vit aftur í, at Høgni
Hoydal er veruleikafjarður -
og Jóannes visiónsleysur - tí
tað vórðu teir samdir um at
vera ósamdir um.
Sum so er einki nýtt - ella
møguliga er tað nýggja, at
vit vita, at Jóannes Ejdes-
gaard og Høgni Hoydal eru
samdir um ein heilan hóp -
bara ikki exit.
Men júst hetta verður
vekk í dagliga keglinum, og
tí var tiltakið upplýsandi.
Ein orsøk til hetta var helst,
at tað ikki var loyvt at seta
munnligar spurningar undir
fundinum, men tú kundi
ístaðin skriva teir á ein lepa,
sum so var latin fyrireikar-
unum. Hetta førdi við sær,
at kjakið kundi tykjast eins-
hátta, men gjørdi eisini, at
tað ikki fór av sporinum, og
tú fekk eina greiðari mynd
av, hvar luttakarirnir stóðu,
tí eingin kundi órógva teir -
ella bjarga teimum. Onkrar
royndir vórðu gjørdar frá
báðum partum at messa 50
ára gamlar vanar hjá hinum
partinum uttan nakra serliga
motivatión, annað enn, at
tað vóru teir ósamdir um,
men tað fall til jarðar hvørja
ferð, tí rúmið var ov lítið og
teir vóru ov fáir.
Politikkur og
undirhald
Samanumtikið ein sera væl-
eydnað roynd at seta politik-
arar yvirav hvørjum øðrum
við íblástri frá USA, sum
fyrireikarirnir sjálvir tóku
til. Danir hava eisini siðir
við hólmgongum, til dømis
drógu Holger K. Nielsen og
Uffe Elleman Jensen mang-
an dana frá húsum til tílíkar
tveymannstrætur fyrst í 90´-
unum, og tað er møguliga
mest samanborið við hesar,
at hólmgongan mikukvøld-
ið tóktist eitt sindur spøk -
tann formligi, teknokratiski
stílurin varð ikki av álvara
lagdur til viks, hóast orða-
valið til tíðir var meira
skemtingarsamt enn vanligt.
Eitt nú, tá Joannes segði, at
um tú ikki fær tann, tú
elskar, mást tú elska tann, tú
fær og greiddi Høgna frá, at
hann bert valdi ein annan, tí
at Høgni valdi nakað annað.
– "Eg valdi ikki nakað
annað" koketeraði Høgni
og hugdi niður í gólvið til
stóra frøði fyri áhoyrarar-
nar, og vistu tú ikki betur,
hugsaðu tú kanska í eitt
sekund: Eitt fitt par.
Hóast tað var MFS, sum
skipaði fyri, var ikki tann
stóri áhugin millum tey
heilt ungu, men hølið var
kortini fult. Beinta Løve
Jacobsen kom væl frá sínari
uppgávu sum stýrari av
kjakinum, hóast tú fekk
varhugan av, at tað bert var
inntil teir royndu politikar-
irnir ikki høvdu hug at lata
seg stýra longur og byrjaðu
at tosa uttan mun til, hvat
hon segði - tá blóðið um-
síðir varð blivið heitt. Men
tá var tíðin farin - tíverri.
Hólmgongan náddi
ikki hæddina
Hólmgonga: Tað var ringt at síggja, hvar Jóannes endaði og Høgni byrjaði, tá teir hittust til hólmgongu mikukvøldið í
Føroyahúsinum.
Mynd: Símun J. Hansen
– Eg haldi, at tiltakið er
sera væl fyriskipað, og at
tað var gott, at fundurin
var so væl stýrdur. Hetta
at áhoyrarirnir ikki kundu
blanda seg gjørdi, at
politikarirnir fingu tíð til
at fara í dýptina við teim-
um evnunum, sum vóru á
skránni, tað skapar ein
intimitet sum smittar, og
tað gjørdi, at folk kon-
sentreraðu seg meira.
Hvør vann hólmgongd-
ina?
Eg haldi ikki, tú kanst
siga, at nakar vann, men
Jóannes
Ejdesgaard
dugdi sera væl at seta
Høgna uppá pláss við
stuttligum anekdotum -
men tað dugdi Høgni
hinvegin eisini.
– Sera væleydnað tiltak,
hóast fyrra helvt var eitt
sindur spøk - teir voru alt
ov samdir, men eg haldi,
at seinna helvt var sera
undirhaldandi.
Hvør vann?
Høgni
vann.
Hann
dugdi sera væl at venda
tí, sum Jóannes segði
ímóti honum sjálvum,
men Jóannes tosaði harð-
ari. Eg haldi, hetta er sera
gott, eg havi fingið eina
klárari mynd av til dømis
hvørjum Jóannes Ejdes-
gaard stendir fyri, og eg
haldi at tað var gott, at tað
ikki var loyvt at seta
spurningar úr salinum.
Kjakið kundi tó verið
betur stýrt. Onkuntíð
vóru teir kvettir av ov
skjótt, og onkuntíð fingu
teir ov langar teymar
– Tað er sera týdningar-
mikið, at eitt tílíkt tiltak
verður hildið í Danmark,
so vit ikki vera heilt av-
skorðin frá tí, sum hendir
í Føroyum. Men eg haldi,
at tað er spell, at tað ikki
var møguleiki fyri at seta
munnligar spurningar -
tað er sera óføroyskt.
Fundurin bleiv tannleysur
og ófarligur, tí vit ikki
fingu subjektivitetin inn
við
spurningum
frá
áhoyrarum, sum kunnu
geva politikarunum aðrar
avbjóðingar. Eg haldi, at
Beinta kláraði seg sera
væl, og um tú spyrt hvør
vann, sigi eg Høgni. Jó-
annes Ejdesgaard var alt
ov teknokratiskur og grá-
ur.
Jensina Olsen:
Eingin vann
Annfinnur Heinesen:
Tannleysur fundur
Hendrik Egholm:
Høgni vann