Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-30, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. apríl 2019 · Nr. 49 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Bátafestivalurin, sum Báta­felagið á Toftum saman við nógvum góð­ um fólki skipar fyri, verð­ ur nú fyri fimtandu ferð hildin komandi leygardag hin 4. mai. Afturvendandi øll árini hevur verið, at tiltakið ligg­ur fyrsta vikuskifti í mai, og tó at hetta er tíð­ l­iga í betru hálvuni av árinum, hevur flestu árini eydnast at hava hetta tiltak henda dag. Tá veðurgudarnir tað eina árið skikkaðu sær ordi­liga illa, varð tiltakið út­sett til leygardagin eftir. Veðrið má sær sjálv­um ráða, søgdu tey gomlu, men tá tiltakið stundar til, ynskja øll, at tað í minsta lagi verður turt og ikki ov nógvu vind­ur. Aftur í ár er nógv ymisk og áhugavert á skrán­ni á havnalagnum á Toftum. Her verður bæði kent og gott gamalt, men eisini okkurt nýtt og áhugavert, sum fyrireikararnir taka til. Nógvir bátar í væntu Bátafestivalurin á Toft­ um plagar at vera væl vitjaður, og so­leið­is vænta fyri­reikar­ar­nir eisini, at tað verður kom­ andi leyg­ar­dag. Nógvir bátar plaga at luttaka í siglingini út eftir Skálafjørðinum, og seinnu árini hava eisini nógv fólk í kampingvogni sett sær stevnu á Toftum vikuskiftið, tá festi­val­ urin er. Kampingplássið við Toftagjógv letur upp hós­dagin 2. mai, sum er í morgin, og tá hava vitjandi bátar eisini møgu­leik­an at fáa pláss í deks­báta­havnini í Oyrun­ um. Tað eru nógvir bátar kring um Skálafjørðin, og stutt er millum bygdirnar við fjørðin. Tí eru tað gjarna fleiri, sum henda dagin velja at sigla við út eftir Skálafjørðinum, men sum ikki neyðturviliga fáa sær pláss í sjálvari báta­havnini. At síggja nógvar og ymiskar bátar í stutt­ leika­sigling er ein frægd fyri eygað. Millum bátar­ nar eru oftast fleiri so­ nevndir gardin-bátar, men her eru gjarna eisini smærri útróðrarfør, og oftast er onkur føroyskur opin bátur eisini við í sigling­ini. Sigla úr Skálafirði Vanligt hevur verið, at bátarnir, sum luttaka í siglingini út eftir Skála­ fjørði­num, møtast inni í Skála­firði á middegi leygar­dagin, og hálvan tíma seinni verður farið at sigla móti Toftum. Tað er munur á at sigla á Skálafirði í ong­ um streymi - og so í Vest­mannasundi, har streymur og veður kunnu hava sín leiklut. Men, bara tær fáu vikurnar, sum Báta­stevn­ an í Vestmanna liggur seinni enn Báta­festi­ valurin á Toftum, kunnu gera mun til veður, vind og hita. Sigla í góðan tíma Í slíkari sigling er ikki av­ gerandi, hvør bátur siglir skjótast, tí lagt verður upp til, at allir bátar í siglingini fylgjast. Siglt verður út eftir Skála­fjørðinum við kanska fimm ella seks míla ferð, og tá plagar bátafylgið at verða út fyri deksbátahavnini í Oyr­unum, tá klokkan fer at nærkast 14. Meðan siglt verður inn í deksbátahavnina og lagt verður til bryggju, verður harmonikutónleikur at hoyra á Toftakai. BÁTAFESTIVALURIN SO VERÐUR BÁTA­ FESTIVALUR Á TOFTUM FYRI FIMTANDU FERÐ Toftir er útróðrarbygd og fiskimannabygd, og tí fellur eitt tiltak, sum ein bátafestivalur er, væl inn í bygdasamfelagið í Nes kommunu Jóannes Hansen bjóðar vælkomin Tað verður kendi politiski viðmerkjarin í SvF og ítróttarskrivarin á Sosialinum, Jóannes Hansen, sum fer at bjóða vælkomin á Bátafestivalinum á Toftum leygardagin Vilmund Jacobsen Tá bátar, sum luttaka í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir, eru kom­ nir trygt í havn á Toft­ um leygardagin, verður vælkomstrøða í Oyrun­ um. Røðari verður Jóan­ nes Hansen, sum eitt nú er kendur úr SvF, tá valsendingar eru á valkvøldinum – og sum ítróttarskrivari á Sosiali­ num og In.fo. Røðan verður hildin leygar­dagin klokkan 14.30. Jóannes Hansen er altíð áhugaverdur at lurta eftir og tað, sum hann ikki veit um næst­ an alt, er næstan ikki vert at vita. So, her kunnu fólk rokna við einari for­ vitnis­ligari og øðrvísi væl­komstrøðu á Toft­ um seinnapartin leygar­ dagin. Jóannes Hansen er kendur frá valsendingum í SvF og kendur sum ítróttarskrivari á Sosialinum Ein bátafestivalur er altíð eitt hugnaligt tiltak, og soleiðis hevur eisini verið á Toftum undanfarin ár. Tiltakið á Toftum er startskotið til tær bátastevnur, sum verða í summarhálvuni