Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-30, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BÁTAFESTIVALUR KARMAR UM FESTIVAL Á TOFTUM ERU GÓÐIR - Vit hava gjørt alt fyri, at Bátafestivalurin skal eydnast, og vit gleða okkum at taka ímóti nógvum gestum, siga fyrireikararnir av Bátafestivalinum á Toftum Vilmund Jacobsen Bátar og kampingvognar fylla nógv á einum bátafestivali, og tað er einki at taka seg aftur í, at tey fólk, sum leita sær til bygdar í báti ella vogni, seta sín serliga dám á eitt slíkt tiltak. Tá sjálv bátasiglingin leyg­ ar­dagin er liðug, og Jóannes Han­sen hevur hildið sína væl­ koms­trøðu á havnalagnum, eru longu ymisk tiltøk opin, sum eisini eru við til at mynda festi­valin. Og her verður ymiskt á skrá, bæði til børn og vaksin, at stytta sær stundir við. Soleiðis verður høvi til andlits­máling klokkan 14, og klokkan 14 letur eisini kaffisøla og tombola upp í festival­tjald­ in­um, har Kvinnufelagið og Tofta Talvfelag skipa fyri. Men, tað verður meira enn andlitsmáling til børnini henda dagin, tí klokkan 14 lata eisini hoppiborgir og ymiskt annað upp á festivaløkinum. Ymiskt á skrá Sum seinnaparturin gongur á Toftum leygardagin, letur eis­ ini pylsuvognur upp á økinum, eins og høvi verður at gera túrar við ribbáti og kajakk við bátahylin. Eitt eftirspurt tiltak á Báta­ festivalinum á Toftum eru góðu og vælsmakkandi festi­ val­búffarnir, og her byrjar søl­ an leygardagin klokkan 15.30. Um somu tíð, sum teir fyrstu búffarnir verða klárir á grill­ini, verða eisini tónleika­til­ tøk í tjaldinum. Fyrstur á pall verður Eyðun Jacobsen, sum fer at syngja, og síðan verður tað Karstin Daniel­sen. Tónleikur verður í tjald­in­ um allan seinnapartin, og klokk­an 16.50 og klokkan 17.30 fara ávikavist Terji B. Vester­ gaard og Sámal Ravnsfjall á pall. Dansur við Halli Eftir klokkan 18 verða eisini tiltøk á skránni, og hitt fyrsta verður klokkan 18.10, tá Navia og Insito fara at hava móta­ framsýning. Syngið við-tiltak við har­ mon­ikum sum undirspæli verð­ur klokkan 19, og hetta til­ tak varar í umleið hálvan ann­ an tíma. Seinasta tiltak, sum er á skrá á Bátafestivalinum á Toft­um leygarkvøldið, verður aft­ur­vendandi og vælumtókti dans­urin í tjaldinum, har Hall­ ur Joensen Band fara at spæla til langt út á náttina. - Vit hava gjørt alt fyri, at Bátafestivalurin skal eydnast, og vit gleða okkum at taka ímóti nógvum gestum, siga fyri­reikararnir. Hugnaligt kvøld í Søldarfirði Eins og undanfarin ár bjóða Kongshavnar Frítíðarsiglarar aftur í ár til bátatreff fríggjakvøldið fyri Bátafestivalin á Toftum Vilmund Jacobsen Tiltakið í Søldarfirði, sum byrjar komandi fríggjakvøld klokkan 18, hevur verið sera væl umtókt. Í ár verður eisini gestarøðari, og hesin er eingin minni enn Hendrik Old, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrismaður.  Bjartur Skibenes, Sverri Justinussen, Símin Joensen, Sakaris Hansen og Hans Pauli Larsen, fara aftur í ár at spæla á harmoniku til felagssang. Tá røða og felagssangur eru liðug, verður høvi at strekkja sær beinini í tjaldinum, og stundisliga leygarmorgunin verður bjóðað til morgunmat.