týsdagur 30. apríl 2019síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
42
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BÁTAFESTIVALUR
VÁRDAGAR AFTURVENDANDI
TILTAK Í NES KOMMUNU
- Bæði mentanar-og trivnaðarvikan og Bátafestivalurin eru fólkslig tiltøk, og her eru
øll sjálvsagt hjartaliga vælkomin, sigur borgarstjórin í Nes kommunu
Vilmund Jacobsen
Jóhannus Danielsen, borgar
stjóri í Nes kommunu, fegnast
um, at tað enn einaferð hevur
eydnast kommununi saman
við ymiskum feløgum í komm
ununi at skipa fyri Várdøgum í
vikuni fyri Bátafestivalin, sum
verður nú leygardagin.
Sjálvur hevur hann verið
við til fleiri av tiltøkunum,
sum longu hava verið kring
um kommununi, og han held
ur, at tiltøkini sum heild hava
fingið góða undirtøku.
- Sjálvandi veldst um, hvørji
tiltøk talan er um, og hvussu
nógv fólk kunnu væntast til
hvørt tiltak sær, men eg haldi,
at vit samanlagt kunnu vera
nøgd við undirtøkuna.
Øll eru vælkomin
Borgarstjórin vísir á, at øll
skráin fyri Várdagar í Nes
kommunu kann lesast um
heimasíðuna hjá kommununi
– www.nes.fo – og enn eru
fleiri tiltøk eftir á skrá.
- Tiltøkini á várdøgum enda
fríggjakvøldið, tí vit halda, at
leygardagurin er dagurin hjá
Bátafestivalinum, har komm
unan eisini hevur stuðlað und
ir við at hava økið á havna
lagnum
klárt.
Tá
okkara
mentanar-og trivnaðarvika er
liðug, eigur Bátafestivalurin
leygardagin. Tó verður ung
dómshúsið opið, meðan festi
valurin er, sigur hann.
Borgarstjórin vísir á, at
bæði mentanar-og trivnaðar
vikan og Bátafestivalurin eru
fólkslig tiltøk fyri øll, og her
eru øll sjálvsagt hjartaliga væl
komin.
Ymiskt á skrá
Bæði í dag, hósdagin og fríggja
dagin verður ymiskt á skrá,
eitt nú framsýningar, almenn
svimjing,
pastagudstænasta,
har eisini ungdómssangbólkur
luttekur.
Kvinnukvøld verður í Tofta
skúla í kvøld, og her luttekur
eitt nú Sámal Ravnsfjall. Á
skránni á kvøldinum verður
eisini
mótaframsýning
og
annað.
Hósdagin verður eitt nú út
gávukonsert við Jóhan Magn
usi Gunrim, og her luttaka eis
ini Tos og Ari Seward.
Fríggjadagin heldur skráin
fyri várdagar fram, og fríggja
kvøldið verður sangløta í tjald
inum á havnalagnum við The
Gadders,
Elisha,
Ásbjørn
Berthelsen Band, Vitanum og
Eyðuni Jacobsen.
Mynd: Nes kommuna