týsdagur 30. apríl 2019síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. apríl 2019 · Nr. 49
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bilar
Vilmund Jacobsen
HH Flutningur, sum May-
Britt Holm og maður
hennara, Henning Holm
í Vági, eiga og reka, er í
Havn tríggjar ferðir um
vikuna, mánadag, miku
dag og fríggjadag.
- Okkara flutnings
tænasta tekur vørur við
úr Havn og koyrir tær
upp á pláss í Suðuroy. Alt
eftir, hvussu átrokandi
vørurnar eru, verða tær
koyrdar upp á pláss í
Suðuroy sama kvøld - og
í seinasta lagi dagin eftir.
May-Britt Holm, stjóri
í HH Flutningi, sigur, at
tá talan eitt nú er um
apoteksvørur, vørur til
verkstøð, virkir og ymiskt
annað, verður slíkt átrok
andi altíð koyrt til dyrnar
í Suðuroy sama dag.
-
Tað
kunnu
vera
ymiskar orsøkir til, at
okkara viðskiftafólk vilja
hava vøruna sama dag,
og í slíkum føri verður
tað gjørt. Í øðrum førum
fáa viðskiftafólk vøruna
til dyrnar í seinasta lagi
dagin eftir, sigur hon.
Flutningur báðar vegir
Tað
er
gjarna
minni
flutningur úr Suðuroy og
norður eftir, enn tað er úr
Havn og suðureftir.
- Men, okkara flutn
ingstænasta
gongur
sjálvsagt báðar vegir og
fólk, fyritøkur, stovnar
– ella hvør tað nú kann
vera – eru altíð hjartaliga
vælkomin at spyrja seg
fyri.
May-Britt Holm sigur,
at HH Flutningur fer
úr Suðuroy og norður
við Smyrli fyrsta túr á
morgni og síðan suður
aftur mánadag og miku
dag klokkan 16 – og
fríggjadag klokkan 13.
- Øll, sum hava brúk
fyri
flutningi
millum
Suðuroy og meginøkið
eru hjartaliga vælkomin
at venda sær til okkara á
tlf. 283284.
Hon vísir á, at báðir
teir stóru bilarnir, sum
fyritøkan hevur, hava
lyftu, harav annar – hin
stóri reyði – eisini hevur
kerru ella innilokaðan
vogn, sum verður krøktur
uppí bilin.
- Haraftrat hava vit ein
minni vørubil, og hesin
verður brúktur til lættari
flutning.
Vørubilurin
verður eisini brúktur, tá
vørur eitt nú skulu til
Hvalbiar ella Sandvíkar,
tí stóru bilarnir eru ov
høgir at koyra ígjøgnum
Hvalbiartunnilin, leggur
May-Britt Holm aftrat.
Tóku yvir í fjør
Tað var hin 18. juni í 2018
– ella fyri einum sløkum
ári síðan – at hjúnini tóku
yvir Suðuroyarleiðina.
Henning Holm hevur
drúgvar royndir í koyr
ing. Hann hevur havt
koyrikort til lastbil og
trailara síðan 1999 og
hevur koyrt heilt síðan
tá.
Tá hjúnini yvirtóku
flutningstænastuna,
vóru tað nakrir fastir
kundar, sum fylgdu við,
og síðan hava tey roynt
at vaksið um fyritøkuna.
- Her eru eisini vakstr
armøguleikar,
men
í
løtuni
standa
vit
og
mangla ein bilførara til
tað, sigur stjórin.
May-Britt Holm vísir
á, at ein stórur partur av
flutninginum um Suður
oyarfjørð er fyri við
skiftafólk, sum keypa
ymiskt í stórhandlunum í
Havn, og tað kemur eisini
fyri, at tey heinta ymiskt
brúkt, sum fólk keypa.
- Vit hava eisini sam
starv við aðra flutnings
fyritøku, sum ikki so ofta
er í Suðuroy, leggur hon
aftrat.
HH Flutningur hevur
eisini gjørt onkrar væl
gerandi tænastur, og í fjør
heyst koyrdu tey soleiðis
318
skógvaeskjur
fyri
Christmas Child ókeypis
úr Suðuroy til Havnar.
- Vit gleddust um at
kunna geva okkara íkast
til eitt gott og vælgerandi
endamál, sigur May-Britt
Holm.
HH
Flutningur
í
Suðuroy er eisini at finna
á Facebook undir navni
num hjá fyritøkuni.
HH Flutningur tekur sær av
flutningi um Suðuroyarfjørð
- Øll, sum hava brúk fyri flutningi
millum Suðuroy og meginøkið
og í Suðuroy annars, eru
hjartaliga vælkomin at venda
sær til okkara, sigur stjórin í
HH Flutningi, May-Britt Holm
- Báðir teir stóru bilarnir hava lyftu, harav annar eisini hevur kerru ella innilokaðan vogn, sum verður krøktur uppí bilin, sigur May-Britt Holm, stjóri í HH Flutningi